Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-05-18, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 18. mai 2011síða 3

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

3 Sosialurin Mikudagur 18. mai 2011 · Nr. 57 kappingin Summar Aftur í summar bjóðar Sosialurin til eina spennandi kapping, hesaferð í samstarvi við Rás2. Kappingin varir henda mánaðin út, har flogferðir við uppihaldi verða burturlutaðar tríggjar ferðir um vikuna. Einføld summarkapping við stórum vinningum Petur av Kák sleppur avstað Mánadagin vóru tvær flogferðir til Reykjavíkar við uppihaldi at vinna hjá lurtarunum á Rás2. T elefonirnar gløddu henda hálva tíman millum klokkan 11:30 og 11:55, og eydnaðist tað einum lurtara at svara rætt uppá teir fimm spurningarnar eftir 60 sekundum. Hesin lurtarin var Petur av Kák Soleiðis slapp enn ein lurtari til Íslands við gisting á Frón Hotel í Reykjavík. Nú hava báðir miðlarnir lagt til brots aftur, í samstarvi við Atlantsflog, við eini einfaldari, men kortini sera spennandi kapping. Fyri at vinna hesar góðu vinn­ ingarnar, skalt tú í roynd og veru bert svara rætt uppá fimm spurningar. So ert tú við! Mannagongdin er henda: Hvønn dag, tá Sosialurin kemur út, fer Rás2 ­ millum klokkan 9 og 12 ­ at seta fokus á summarkappingina og tað ávísa ferðamálið á rutunetinum hjá Atlantsflogi. Talan er um mánadag, mikudag og fríggjadag. Eftir tíðindini kl. 11 verður eitt lítið prát, og frá klokkan 11:30 er tað at fólk kunnu ringja inn og svara rætt uppá teir fimm spurningarnar eftir 60 sekundum. Klárar lurtarin tað, hevur hann vunnið ein ferða­ seðil við uppihaldi fyri tveir per­ sónar eitt ávíst tíðarskeið. Svarini uppá hesar fimm spurn­ ingarnar eru at finna í Sosialinum frammanundan. Tí kann ein lætt­ liga svara spurningunum, meðan ein situr við blaðnum frammanfyri sær. Vælkomin at vera við. Og góða ferð fyri tann hepna!