mikudagur 18. mai 2011síða 8
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 18. mai 2011 · Nr. 57
8
Sosialurin
Bátastevnan
Vilmund Jacobsen
Søgan um, tá skúlin á Slættanesi
varð niðurlagdur, og seinasta húskið
flutti av bygdini, er samstundis
søgan um eitt heimskort, sum í dag
hongur uppi í Vestmanna.
Frímann Símunarson á Brúnni
var vikarur á Slættanesi, tá hann í
1962 bílegði eitt heimskort til skúlan
í bygdini. Kortið varð bílagt úr út
landinum, og tað tók sína rúmu tíð
at fáa tað heim til Føroya. Tá kortið
endiliga kom higar til lands – eini
tvey ár seinni – var skúlin í bygdini
niðurlagdur, og seinasta húskið
flutti av Slættanesi.
Heimskortið skuldi koma heim
til Føroya við Skipafelagnum, og
tað var umboðið hjá felagnum í
Vestmanna, Niels Winther Olsen,
sum skuldi syrgja fyri, at kortið
eisini kom út til Slættanesar.
Men hetta varð av ongum,
og kortið var tískil verandi í av
greiðsl uni hjá Skipafelagnum í
Vestmanna.
Og í Vestmanna er heimskortið
enn tann dag í dag.
Hvar er kortið?
Trý ættarlið í Vestmanna vóru í
tíðarskeiðnum frá 1919 til ár 2000
umboð fyri Skipafelag Føroya og
høvdu soleiðis avgreiðsluna hjá
felagnum um hendi.
Fyrstur var John Olsen, sum
røkti hesa uppgávu árini 19191950.
Síðan tók sonur hansara, Niels
Winth er Olsen, við og umboðaði
felagið árini 19501987, tá Heðin
Winther Olsen í triðja ættarliði tók
við avgreiðsluni.
Heðin, sum er sonur Niels W.
Olsen, sigur, at hann var av greiðslu
maður fram til ár 2000, tá av greiðsl
an hjá Skipafelag Føroya í Vest
manna varð niðurløgd.
Áður umrødda heimskort, sum
varð bílagt til Slættanesar, endaði á
avgreiðsluni hjá Skipafelag Føroya
í Vestmanna, og tá Heðin W. Olsen
fór av skrivstovuni, helt hann tað
vera synd at koyra kortið burtur.
Hann tók heimskortið við sær, og
í síðstu viku avmyndaði Sosialurin
kortið við hesi serstøku søgu heima
hjá Heðini W. Olsen.
Heimskortið er 2x1,25 metrar til
støddar.
Skúli og kirkja
Um vit nú líka venda aftur til Frí
mann, sum seinni gjørdist kendur
prestur í Føroyum, so fekk hann
urgu út til Slættanesar, so betri um
støður vóru til sang, tá lestur varð
lisin í bygdini.
Meðan Frímann Símunarson á
Brúnni var vikarur á Slættanesi,
setti hann sær fyri, at skúlin í
bygdini eisini skuldi gerast kirkja.
Hann skipaði fyri, at skúlaparturin
vendi ein veg – og kirkjuparturin
ein annan, og hann fekk bæði altar
og knæfall gjørt.
vilmund@sosialurin.fo
Slættanes
fekk ongantíð
sítt heimskort
Tá Frímann Símunarson á Brúnni, ið seinni gjørdist kendur sum prestur, var vikarur á Slættanesi, bílegði
hann í 1962 eitt heimskort til skúlan. Men heimskortið kom ongantíð til bygdina, tí tá kortið umsíðir kom
heim til Føroya eini tvey ár seinni, var skúlin í bygdini niðurlagdur, og seinastu fólkini fluttu av Slættanesi
HEIMSKORT
Hetta er heimskortið, sum ongantíð kom longur enn til Vestmannar,
men sum framvegis er til í Vestmanna í dag Mynd: Birgir W. Høgnesen
Vilmund Jacobsen
Slættanes var niðursetubygd. Tey
fyrstu fólkini búsettust har í 1835.
Tann fyrsti niðursetumaðurin kall
aðist Heindrikkur Thomasen.
Tá bygdin var størst í umleið
19451950 búðu 130 fólk á Slættanesi.
Húsini vóru 12 í tali. Fólki livdi
av útróðri og landbúnaði, eitt nú
neytahaldi, seyðahaldi og epla
velting.
Sambært keldum varð post
skiftis støð skipað á Slættanesi sein
ast í 1930unum – ella í umleið 1940.
Fyri ta tíð tóku slættanesmenn,
sum fóru til Vestmannar í eitt nú
handilsørindum, farandi post við
sær og heintaðu samstundis kom
nan post til fólkið á Slættanesi á
posthúsinum í Vestmanna.
Postbáturin Ólavur fór á sumri í
1948 at sigla millum Vestmanna og
Slættanes. Báturin sigldi tveir dagar
um vikuna, mikudag og leygardag.
Slættanes er brimpláss, og um
veturin varð ofta bíðað eftir tí rætta
sjóvarfallinum. Viðraði ikki tann
dagin, tá postbáturin skuldi koma,
kom hann í staðin, tá tað viðraði.
Tey fyrstu fimm árini kom post
urin beinleiðis frá posthúsinum í
Havn umborð á postbátin í Vest
manna, men eftir hetta varð post
skiftisstøðin á Slættanesi løgd und
ir posthúsið í Vestmanna.
Henda skipan hevur helst verið
galdandi, til postskiftisstøðin á
Slættanesi varð latin aftur í 1964.
Tey seinastu fólkini fluttu av
Slættanesi í 1965. Síðan tá hevur
bygdin verið frítíðarstaður hjá fólki,
ið eru ættað av Slættanesi ella fólki,
sum hava havt tilknýti til bygdina.
Kelda til hesar reglur um Slætta
nes er Vilhelm Johannesen, sum
hevur skrivað um postsøguna hjá
Slætta nesi fyri táverandi Postverk
Føroya.
vilmund@sosialurin.fo
130 fólk búðu á Slættanesi
Tá fólkatalið á Slættanesi var størst árini 1945-1950, búðu ikki færri enn 130
fólk í 12 húsum. Sløk 15 ár seinni fluttu seinastu fólkini úr bygdini
SLÆTTANES
Síðan seinastu fólkini fluttu av Slættanesi,
hevur bygdin verið frítíðarstaður hjá
fólki, ið eru ættað úr bygdini ella fólki,
sum hava havt tilknýti til bygdina
Mynd: Jóanis Nielsen