Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-05-18, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 18. mai 2011síða 18

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 18. mai 2011 · Nr. 57 18 Sosialurin Bátastevnan Vilmund Jacobsen Vit hittu hann á niðurløgdu bedingini hjá MEST í Vestmanna, har hann hevur bátin, Mari Anna KG 882, uppi til botnreins, máling, aksiltrekk og annað viðlíkahald. Ísak Johannesen er blíður og frynt ligur og bjóðar okkum um­ borð at síggja bátin. Ungir menn hjálpa honum at skrava og mála uttanborðs, og ein pussar skrúv­ una. Mari Anna er ikki nakar út­ róðrar bátur, men ein stórur og rúm ligur frítíðarbátur, ið saktans kann brúkast sum bústaður. Tað er nossligt umborð á bátinum, sum er heilar 20 metrar langur og seks metrar breiður – ella næstan líka so breiður sum eini vanlig sethús. Ísak hevur valt at kalla bátin upp eftir døtrum sínum, Marionnu og Onnu, og soleiðis byrja bæði nøvnini á navnabrettinum – Mari Anna – við stórum stavum. Krevur viðlíkahald – Her er gott pláss umborð. Seks koyggjur eru har frammi og tvær í salongini har afturi. Í skipara kam­ arinum er dupultsong, og síðan eru tveir benkur uppi í stýrhúsinum. Eigarin sigur, at báturin var fakt­ iskt í sama standi, tá hann keypti hann, sum hann er nú. – Ein træbátur krevur altíð nógv viðlíkahald, og nakað hevur verið gjørt við el­leiðingina og onnur smáting, síðan eg keypti bátin. Hetta er aðru ferð síðan 2007, at Mari Anna er á beding. Ísak Johannesen sigur, at enn hevur hann einki gjørt fyri at fáa inntøku burtur úr bátinum, men ætlanin hjá honum er sum frá líður at brúka bátin til túrar við ferðafólki – ikki dagtúrar, men túrar, har fólk eru umborð í einar tveir dagar ella so. – Hetta er eisini ein orsøkin til, at báturin er á beding nú. Skipasýnið vil síggja botnin, og síðan hevur báturin eisini fingið aksiltrekk. Tey siga, at skrokkurin er í góðum standi, eins og dekk og brúgv eisini eru í besta standi. Maskinan, sum er ein Volvo Penta 250 HK, gevur bátinum eina ferð á umleið 8,5 Landkrabbi býr umborð á 60-tonsara Síðan 2007 hevur fasti bústaðurin hjá Ísaki Johannesen verið umborð á einum 60 tons stórum báti. Hann keypti bátin frá einum flogskipara, sum fleyg úr Kastrup og brúkti bátin til bústað, tá hann var til arbeiðis. – Eg havi havt fast pláss til bátin í Klaksvík, og tað hevur riggað væl. Tá bústaðurin er í einum báti, kann eg búgva, hvar eg vil. Eg kann sigla ymsa staðni, og tað ætli eg mær at gera meiri við í summar, sigur klaksvíkingurin, sum er útbúgvin timburmaður og arkitektur, men sum ongantíð hevur verið til skips býr umborð – Eg keypti bátin frá einum flogskipara, sum fleyg úr Kastrup. Hann hevði eisini brúkt bátin til bústað, tá hann var til arbeiðis, sigur Ísak Johannesen