mikudagur 18. mai 2011síða 19
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Mikudagur 18. mai 2011 · Nr. 57
Sosialurin
Nú koma vit til seinasta partin
av frásøgnini hjá Margrethu. Ein
partur av hennara barndómslívi
er eisini torvarbeiði, sum hjá øllum
øðrum
Í seinasta parti varð greitt frá før
oyska dansinum hjá Margrethu.
Men tað kundi henda á sumri, at
norskir hvalabátar komu inn, og
manningin lænti dansistovuna. Tá
var harmonikutónleikur og enskur
dansur. Eg slapp tá saman við
mínum systrum Jóhonnu og Ingu
at fara í dans við teirri treyt, at vit
komu beint heim, tá ið dansurin
var liðugur. Tað varð ikki tolt, at
vit fóru so mikið sum ein túr eftir
dansin. Vit vistu, at mamma og pápi
sótu og bíðaðu, til vit komu heim.
Arbeiði í bø og haga
Sum eg havi greitt frá, luttók eg í
øllum arbeiði, so sum velting, at seta
niður epli, hoygging, korndyrking
og mylluarbeiði. Afturat hesum
kom so torvarbeiði.
Hóast hetta arbeiði kundi vera
strævið til tíðir, so helt eg tað vera
áhugavert, og eg kundi altíð fara til
verka. Hevði kanska betri hug enn
systrarnar.
Torvarbeiðið í Glyvrardali var
ein sonn njóting. Pápi skar torvið
millum túrar, so var tað mamma
saman við okkum børnum, sum
skuldu fáa torvið turkað. Van liga
fóru vit avstað beint eftir morgun
mat. Vit høvdu so mat við okkum,
breyð við smøri, kjøt og nóg mikið
av te og kaffi, sum vit kókaðu á
einum báli í haganum. Hetta var
alt ein serstøk uppliving. Umframt
hetta fingu vit tónleik frá teimum
mongu ymisku fuglasløgunum í
haganum.
Vit leitaðu eisini eftir fugla reið
rum men fingu strong boð um ikki
at gera reiðrum ella pisum fortreð.
Tað var ein óskrivað lóg, at
heiða fuglurin skuldi hava frið. Men
tó hendi tað, at likka og kjógvi vóru
sum ránsmenn móti hesum friðar
ligu íbúgvunum í haganum. Men
tá var stuttligt at síggja, hvussu
tjøldur og spógvar skipaðu verju
móti hesum ránsmonnum og fingu
avmarkað teirra rán.
Út móti middag kom omma út
til okkara við heitum mati. Sum
hetta smakkaði væl! Vanliga sat
omma og hugnaði sær saman við
okkum, til hon fór til hús at hava
nátturðan kláran til okkara. Tá vit
so komu heim, var matarlysturin
eisini góður.
Á Rituvíkshálsi høvdu vit rætt
til ein mansskurð, sum var um
60 leypar. Hetta var roknað sum
tað, ein maður kundu skera eftir
einum degi, men hetta valdaðist
eisini hvussu umstøðurnar vóru.
Í Landsurðini høvdu vit 3 mans
skurðir.
Meðan torvið á Rituvíkshálsi
var gott, var torvið í Landsurðini
blandað við grasrøtur. Vit plagdu
at blanda hetta torv á tann hátt,
at fyri hvønn leyp úr Rituvíkshálsi
høvdu vit tríggjar úr Landsurðini.
Okkara torvheiðar vóru so langt
burtur, at pápi gjørdi ein rennistrong
at fáa torvið oman, og lætti hetta
nógv um. Frá Rituvíkshálsi bóru vit
torvið í leypum, sum vóru gjørdir
eftir okkara aldri og styrki.
Ein dagin kom konan, haðani eg
var rýmd, sum eg fyrr havi greitt frá,
heim til okkara at geva ilt av sær.
Eg sá hana koma, so eg skundaði
mær at bjóða mammu at eg skuldi
fara eftir torvi. Hesum tilboði var
mamma sera fegin um og segði: “Ja,
góða Margretha, tað er vakurt av
tær at bjóða teg fram. Far tú bara
og bið Jesus vera við tær.”
Eg tók mær góða tíð. Tá ið eg sá
konuna fara avstað aftur, tók eg
leypin á bakið og fór heim. Mamma
takkaði mær fyri beinan og helt
fyri við einum skálkasmíli, at eg
vist hevði funnið útav, at konan
var á veg at klaga. Men tað skuldi
eg ikki vera hørm um. Eg skuldi
kortini ikki aftur til hennara.
Bardagi millum tarvar
Sum áður nevnt var Nes kirkja
okk ara kirkja. Hagar var langt at
ganga, og vit máttu ganga í haga,
har neytini gingu úti á sumri. Van
liga var tarvurin útkomin um ólav
søkutíðina. Hesa tíðina fóru vit ikki
í kirkju, uttan at menn vóru í fylgi
við okkum.
Beljan hjá toftatarvinum ól
glyvratarvin at koma á somu leið,
og tá kundu hesir báðir tarvar leypa
saman at berjast. Men teir sluppu
ikki at oyðileggja hvønn annan. Tað
vardi ikki leingi fyrr enn bóndin av
Glyvrum kom at skilja sundur. Tað
vildi verið ov kostnaðarmikið at
lata hesar tarvar lamløsta hvønn
ann an.
Náttpotturin sum
snapsaglas
Per Nielsen var, sum fyrr greitt frá,
fyrstu árini einasti keypmaður í
Saltangará. Her kundu vit keypa tað
mest neyðuga. Men nakað luksus
minnist eg ikki at vera í handlinum.
Per var av tí gamla skúlanum, so her
var einki óneyðugt at fáa. Skuldi vit
hava slíkt, so keyptu pápi ella abbi
tað, tá ið teir vóru í Havn.
Eg minnist eina ferð, at abbi
sam an við nøkrum øðrum monnum
hevði lænt ein bát hjá Per Nielsen
at fara til Havnar til handils.
Omma bað abba keypa sær ein
blomstrutan náttpott.
Tá ið hann kom heim seint á
kvøldi, hevði hann kenning. Omma
lætst sum einki og tók ímóti nátt
pottinum, sum abbi hevði minst
til at keypa. Hon setti nøsin niður
í pottin, hugdi hvassliga at abba og
spurdi: “Hvat er tað, tú hevur havt
í pottinum?” Nú mátti abbi játta
sínar syndir. Hann greiddi frá, at
menninir í felag høvdu keypt ein
dunk av brennivíni. Men tá ið einki
var í bátinum at drekka úr, høvdu
teir nýtt náttpottin!
Hann var úr porseleni við
reyðu m blómum. Omma ansaðu
væl eftir honum. Men tá ið hon
doyði, vóru tað vist fleiri, sum komu
at nýta hann. Hetta hevur hann
ikki tolt, og hann gjørdist skjótt so
skar aður, at hann ikki kundi nýtast
longur.
Áhugaverd frásøgn
Hetta var so seinasti partur av hesi
persónligu søguni hjá Margrethu.
Framhaldið er í sjálvari frásøgnini
hjá Kristiani. Men hon fekk so
eitt spennandi lív í fremstu røð í
samfelagnum.
Óli Jacobsen
olijacobsen@post.olivant.fo
Komandi partur
Ì hesum umfarinum er ein
partur eftir av hesi frásøgn
hjá Kristian Djurhuus. Men
komandi Miðvika verður um
Teddy Kollek, borgmeistaran
í
Jerusalem,
sum
hevði
verið 100 ár tann 27. mai.
Tað áhugaverda er, at hann
hevði eitt serligt samband til
Føroyar
Margretha:
Tá abbi nýtti náttpottin
sum snapsaglas
Heiðarnar í 1960-unum. Mynd: Keraldið.
Børn í torvi. Mynd: Keraldið.
Handilin hjá Per í Heiðunum hevði ikki náttpottar. Mynd: Keraldið