Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-05-18, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 18. mai 2011síða 19

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Mikudagur 18. mai 2011 · Nr. 57 Sosialurin Bátastevnan míl, og maskinan er eisini í góðum standi. Býr í bátinum Ísak sigur, at hann hevur búð um­ borð á Mari Annu, síðan hann keypti bátin í 2007, og hetta hevur riggað væl. Báturin hevur ligið í føstum plássi í Klaksvík. – Tá bústaðurin er í einum báti, kann eg búgva, hvar eg vil. Eg kann sigla ymsa staðni, og tað ætli eg mær at gera meiri við í summar. Eg havi flutt meg eitt sindur við bátinum, men kundi havt flutt meg nógv meiri. Tá eg var í Vestmanna seinast við bátinum, steðgaði eg ávegis til Klaksvíkar í Havn á ólav­ søku í nakrar dagar og fór síðan norður aftur til Summarfestivalin í Klaksvík. Eitt, sum er áhugavert við Ísaki og hansara tilveru umborð á 60­tonsaranum, er, at hann ongantíð hevur verið til skips sjálvur, og tað er soleiðis ikki hetta, sum hevur birt undir hugin hjá honum nú í nøkur ár at búgva umborð á einum báti. – Nei, eg havi ongantíð verið sjómaður, og eg havi sætt at siga ongantíð verið til skips. Tað er helst tí, at eg kundi finna upp á sovorðið býtt, sigur klaksvíkingurin brosandi. Ísak er annars útbúgvin timbur­ maður og arkitektur. Foreldur hansara áttu hús í Klaksvík, sum familjan nú eigur, og her í kjallaranum hevur Ísak eina íbúð. – Eg búgvi umborð, men arbeiði í landi. Í kjallaranum í húsunum, sum foreldur míni áttu, havi eg skrivstovu og teknistovu. Ísak ásannar tó, at bátar altíð hava havt hansara áhuga. – Vinmenn mínir og eg tosaðu ofta um at keypa ein bát og seta hann í stand til frítíðarsigling, kanska ein bát sum Dragan. Men hetta bleiv ongantíð til nakað – ivaleyst tí, at vit vistu, hvussu nógv arbeiði liggur í slíkum. Hann sigur, at sjálvur ger hann alt timburarbeiði, sum er at gera umborð á Mari Annu, og síðan hevur hann familjuna at hjálpa sær við eitt nú el, motori og øðrum, ið hann ikki sær seg so væl føran fyri sjálvur. Ber væl til Spurdur, hvussu leingi hann ætlar sær at búgva í bátinum, sigur Ísak Johannesen, at hann í øllum førum ætlar at royna hetta í eina tíð, og higartil hevur hetta riggað væl, leggur hann aftrat. Ert tú ongantíð vaknaður á morgni og kennur, at tað rullar undir tær? – Jú, tað eri eg, men tú venur teg so skjótt við, at tú ikki svevur í landi, men umborð á einum báti. Tað eru so mong undarlig ljóð umborð á einum skipi, sum tú í byrjanini ikki ert vanur við, men eisini hesi venur tú teg ógvuliga skjótt við. Kann tað hugsast, at tú ikki fert at duga at fara í land aftur at sova? – Ja, tað kann væl vera, at tað við tíðini fer at gerast ov friðarligt at sova í landi, og at tú fert at sakna tey ljóð, sum vóru at hoyra í bátinum. Sosialurin spurdi eisini Ísak, um Mari Anna ikki er eitt ov stórt skip at hava liggjandi sum bústaður? – Nei, tað er eingin trupulleiki. Báturin hevur ligið væl í Klaksvík. Havnargjaldið liggur um 900 krón­ ur um mánaðin, og síðan kostar landstreymurin einar 500­600 krón ur um mánaðin. Báturin er ikki so væl bjálvaður, men her er heldur ikki so nógv at hita upp. Eg havi eina hitapumpu, sum hitar skipið, og síðan havi eg oljufýr til heitt vatn. Tað hevur ikki verið nakar trupulleiki at búð umborð á bátinum um veturin heldur, leggur hann aftrat. Ísak dylur tó ikki fyri, sum hann segði fyrr í greinini, at hann nú kundi hugsað sær, at báturin eisini kastaði nakað av sær í inntøkum, og tí miðar hann nú eftir at gera túrar við ferðafólki. – Eg vænti at fáa góðkenningina frá Skipaeftirlitinum til ferða­ fólka sigling fyrsta dagin, og síðan noyðist eg í gongd við at siga frá, at ferðafólk kunnu leiga seg umborð á Mari Annu. Tað hevði eisini verið gott, um báturin gav nakrar inn­ tøkur, leggur hann aftrat. Ísak Johannesen vísir á, at aðra staðni er tað nógv brúkt, at fólk búgva umborð á bátum. Hinvegin er hetta ikki so vanligt í Føroyum enn. – Eg havi ikki siglt millum lond við bátinum undantikið, tá eg sigldi hann heim úr Danmark, sig­ ur klaksvíkingurin, sum seinastu dag arnar hevur havt Mari Annu á beding í Vestmanna. vilmund@sosialurin.fo Eg havi ongantíð verið sjómaður, og eg havi ongantíð verið til skips. Tað er helst tí, at eg kundi finna upp á sovorðið býtt ÍSAK JOHANNESEN Tað kann væl vera, at tað við tíðini fer at gerast ov friðarligt at sova í landi, og at tú fert at sakna tey ljóð, sum vóru at hoyra í bátinum ÍSAK JOHANNESEN KG 882 Mari Anna er 20 metrar langur og seks metrar breiður. Á bedingini er báturin vaskaður, málaður, hevur fingið nýggj sink – og hann hevur eisini fingið aksiltrekk GÓÐ HJÁLP Ísak Johannesen hevur búð umborð á Mari Annu síðan 2007. Á bedingini í Vestmanna hevur hann ungar og raskar menn at hjálpa sær BÚSTAÐUR Tað er sera nossligt umborð á Mari Annu, og hesin køkurin kundi eins væl staðið í eini íbúð uppi á landi. Gott pláss er, og tilsamans kunnu fleiri fólk húsast og sova umborð