Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-05-18, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 18. mai 2011síða 2

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 18. mai 2011 · Nr. 57 2 Sosialurin kappingin Summar Thon Hotel liggur sera væl fyri og mitt í næststørsta býnum í Noregi. Fyri føroyingar hevur stað set­ ingin av einum hotelli nógv av sita. Og her slepst ikki undan at siga, at tað í mangar mátar liggur í kendum umhvørvi á Bryggen í Bergen. Hetta gamla og søguliga staðið er kent av føroyingum, og um ein hugsar um økið í Vágsbotni í Havn, eru tey rættiliga lík. Av hotellinum er stuttur veg ur til fleiri av stóru og góðu handl­ un um, til Torgalmenningen, Fløi­ banen, matstovur og onnur støð, sum túsundtals ferðafólk vitja á hvørjum ári. Haraftrat er tað rættiliga ódýrt at gista her, og tí er tað ikki uttan orsøk at tey sjálvi siga, at hotellið er eitt bíligt alternativ í Bergen í hugnaligum umhvørvi. Ummæli Fyri at hotellið skal tryggja sær, at fólk koma aftur og aftur, er neyðugt at hava tænastuna í lagi og prísin á røttum stigi. Áðurnevnda ferðafólkið – við navninum Robson – hava mangan vitjað her. Og tað kemur neyvan av ongum, at tey nevna Thon Hotel sum næsta heim teirra. – Dóttir okkara varð gift einum norðmanni í 2005, og vit vitjaðu tey og okkara abbason tvær til tríggjar ferðir um árið, og gista altíð á hotell­ inum, ávegis til heimland okkara, sigur hann. Annars kann nevnast, at øll kømrini eru roykfrí og eru vælegnað til fólk við ovurviðkvæmi. Haraftrat er ókeypis internet á kømrunum og møguleiki at seta bilin frá sær. Beint við hotellið liggur ein kropsvenjingarstøð og bert 5 kilometrar hiðani golfvøllur. Og beint uttanfyri býin liggur Flesland flogvøllurin, higar Atlantsflog fer at flúgva aftur í summar. - Eg gisti fyrstu ferð á Thon Hotel fyri 51 árum síðani. Og hvørja ferð, vit hava verið í Bergen síðani, hava vit gist her, sigur ein av gestunum á hotellinum. Íalt eru 229 kømur at velja millum. Sp/f. TelduTænastan · Staravegur 5 · FO-100 Tórshavn Tlf: 317620 · Fax 317699 · info@tt.fo · www.tt.fo TelduTænasTan ...tín telduhandil ACER eMachines E528 • LX.NC702.006 • Intel Celeron 900 2.20GHz • 160GB Harðdisk • 2GB DDR2 RAM • Intel GMA 4500M Shared • 15.6” WXGA skerm (1366x768) • DVD Super Multi (DL) • 10/100/1000Mbit netkort • Tráleyst netkort (b/g/n) • Windows 7 Premium 64-bit Fyrr kr. 3.950,- Nú einans Kr. 2.950,- ACER eMachines 728 • LX.NC702.006 • Intel Pentium T4500 2.30GHz • 250GB Harðdisk • 2 GB DDR3 RAM • Intel GMA 4500M Shared • 15.6” WXGA skerm (1366x768) • DVD Super Multi (DL) • 10/100/1000Mbit netkort • WebCam (1.3MegaPixel) • Tráðleyst Netkort (b/g/n) • Windows 7 Premium 64-bit • Avmarkað nøgd Fyrr Kr. 4.450,- Nú einans kr 3.699,- Beint við býin SØGULIGT Bergen er ein søguligur og kendur býur hjá føroyingum. Serliga økið við Bryggen er væl dámt av teim vitjandi HUGNI Inni í Thon Hotel er alt gjørt fyri at veita gestunum bestu tænastuna í teim hugnaligu hølunum og kømrunum