Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-05-18, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 18. mai 2011síða 2

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 18. mai 2011 · Nr. 57 2 Sosialurin Bátastevnan Góðu gestir, góðu bygdarfólk. Vælkomin á bátastevnu, væl­ komin til Vestmanna! Í ár er 10. árið á rað, at bátastevnan verður hildin í Vest­ manna. Allar tær undanfarnu hava verið góðar og minniligar, og eg vænti avgjørt eisini, at henda tíggjunda á ongan hátt fer at smæðast burturímillum. Um hugt verður eftir skránni seinastu 10 árini, sæst, at báta stevnan mennist alsamt, men tað sæst eisini, at hon mennist út frá egnum fortreytum. Bátastevnan er ikki ein vanlig summarstevna, og hon skal heldur ikki gerast tað. Bátastevnan skal ikki hvørva í ítrótti, kapping og peninganýtslu; høvuðstátturin skal vera bátar, samvera og felagsskapur – vit skulu hava stundir at práta og hugna okkum. Eitt av nýggju tiltøkunum í ár er langteinakappróður, har ymisku bátastøddirnar kunnu kappast á jøvnum føti móti hvørjum øðrum. Hetta er avgjørt ein spennandi byrjan upp á komandi kappróðrarárið. Tikið verður til, at torført er at spáa um veðrið. Vit vóna sjálvsagt sól og bláan himmal, men vit mugu góðtaka, at føroyska várveðrið kann vera øðrvísi. Men veðrið spillir ikki okkara bátastevnu, øðrvísi umstøður skapa øðrvísi avbjóðingar, og eg minnist onga vánaliga bátastevnu, hóast veðurlíkindini hava verið sera ymisk – frá sólskini av heiðum himli til grov og frek heglingsæl. Ein týðandi orsøk til, at allar bátastevnur eru góðar, er, at vit hava góðar umstøður og eldsálir, sum skipa fyri. Lat okkum minnast til at takka teimum fyri teirra stríð og vóna, at teir halda fram og eisini duga at seta gott fólk við. Vestmannakvøðan hjá Martini Joensen byrjar við hesum ørindi: Komu tey ein kaldan heystardag av havinum og nomu hendan stað. Tey funnu trygga havn, og góvu tær títt navn, favnur tín var opin Vestmanna. Martin ímyndar sær, hvussu fyrstu vestmenningarnir upplivdu løtuna, tá teir komu til sítt nýggja heim. Væntandi hava tit somu kenslu, tá tit stevna inn á Vestmanna: Her er trygg havn, og Vestmanna tekur móti tykkum øllum við opnum favni. Enn einaferð: Vælkomin til Vestmanna, vælkomin á báta­ stevnu. Karl A. Olsen, borgarstjóri Vilmund Jacobsen Nú nærkast tíðin av álvara til, at Føroya størsta bátastevna verður skotin í gongd. Og tað verður eisini skotið í orðsins rætta týdningi, tí hin 20. mai klokkan 16 verður startskotið fyri slóðbrótandi tiltakinum innan føroyskan kappróður latið av. Hetta er 6000 metra langteinaróðurin, sum nú verður royndur á fyrsta sinni. Úr Vestmanna verður sagt, at tá kappróðrarbátarnir eru komnir á mál, verður stórur spenningur um, hvat tá fer at henda. Tá kemur nevniliga Trøllafamiljan á vitjan við buldri og braki, og hon kemur í eini tyrlu. – Trølla Omman ætlar at út­ vega sær eitt stórt krígsskip við kanónum, og hon fer at skjóta, so tað fer at runga í fjøllunum! Fríggjakvøldið klokkan 19 hava Trøllafamiljan og Kularrøtur eisini stórt barnatiltak í ítróttarhøllini – og klokkan 22 sama kvøld verður rimmar konsert við vælumtókta bólkinum, Páll Finnur Páll, siga tey í Vestmanna. Bátasiglingin Leygardagin hin 21. mai klokkan 14.30 siglir allur bátaflotin av Fúta­ kletti undir Vágalandinum og inn á Vestmanna, har suppa og okk urt gott aftur við verður at fáa í tjald­ inum. Leygardagin frá klokkan 16 verður eisini skipað fyri mini­tivoli og øðrum tiltøkum fyri børnum í ítróttarhøllini. Bátastevnubúffar fáast í tjald­ inum eftir klokkan 18, og leyg ar­ kvøldið verður tann stóri báta­ stevnudansurin í ítróttarhøllini, har orkestrini, Moonshot, Vestmenn og Thunderbirds, fara at spæla. Pláss til bátar og húsvognar kann bíleggjast á www.vif.fo At­ gongu merki til tiltøkini fáast í for sølu á Magn í Vestmanna, Effo í Kollfjarðardali og á Kunn ingar­ stovunum í Tórshavn, Vágum, Runa vík og Klaksvík. vilmund@sosialurin.fo Borgarstjórin bjóðar vælkomin - Veðrið spillir ikki okkara bátastevnu. Øðrvísi umstøður skapa øðrvísi avbjóðingar, og eg minnist onga vánaliga bátastevnu, hóast veðurlíkindini hava verið sera ymisk – frá sólskini av heiðum himli til grov og frek heglingsæl, skrivar borgarstjórin, Karl A. Olsen Tíggjunda bátastevnan skjótast í gongd – Martin Joensen ímyndar sær, hvussu fyrstu vestmenningarnir upplivdu løtuna, tá teir komu til sítt nýggja heim. Væntandi hava tit somu kenslu, tá tit stevna inn á Vestmanna, skrivar borgarstjórin, Karl A. Olsen í síni vælkomstgrein