hósdagur 19. mai 2011síða 8
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Hósdagur 19. mai 2011 · Nr. 58
8
Sosialurin
Leo Poulsen
Hon brast fleiri ferðir í grát
undir rættarmálinum.
Tað var týðiligt, at 29 ára
gamla danska kvinnan var
skelk að av tí, sum hendi
henni.
Ein
varðhaldsfongsling
og ein fýra mánaðar long
fong suls revsing
var
ikki
akku rát tað, sum ein snildur
bak maður hevði givið henni
í eyg sjón, tá hann sannførdi
hana um, at smugla hassj til
Føroya.
– Talan kann í ringasta føri
gerast um eina bót og síðani
verður tú send til Danmarkar
aftur, segði ákærda kvinnan,
at bakmaðurin hevði lovað
henni.
Men soleiðis gekst tað
langt frá.
Ikki tí. Alt sá ljóst út, tá
hon 19. mars í ár kom til Før
oya við hassji. Hon hevði
rús evnini stungin upp í seg,
tveir klumpar aftan og ein
framman.
Alt gekk sum eftir ánni.
Hon gekk uttan trupulleikar
gjøgnum tollin, tók bussin til
Havnar og síðani ein taksa til
ávísan bústað, har hon skuldi
avlevera hassjið til persón,
sum síðani skuldi selja tað.
Meðan sølan fór fram,
skuldi kvinnan vera innan
dura, tí – sum bak maðurin
hevði greitt henni frá, Før
oy ar eru eitt lítið land, og
fólk tosa.
Hon sat so inni í kama
rinum hjá sølumann inum í
fýra dagar, meðan sølan av
hassjinum fór fram.
Eftir hetta – tann 23. mars
– pakkaði seljarin pengar í
plastfolie, sum kvinnan so
hevði niður til Danmarkar
aft ur at geva bakmanninum.
Fyri ómakin fekk kvinnan
10.000 krónur.
Gekk ikki aðru ferð
Fyri kvinnuna, sum livdi
und ir trongum fíggjarligum
viður skiftum, var hetta ikki
smávegis at fáa. Til gerandis
var hon upp á bistandshjálp
og fekk eftir skatt 6.400 krón
ur umframt 1.200 krónur í
leigustuðli um mánaðin. Og
av hesum 7.600 krónunum
skuldi hon av við 5.500 í leigu
um mánaðin.
So tað sigur seg sjálvt, at
tá ein 45 daga long ferð til
Føroya kundi kasta 10.000
krónur av sær, og tað ring
asta, ið kundi henda, var ein
bót, var hetta vandan vert.
Og so var peningurin
eis ini skattafríur. So tá hon
aftur fekk eitt tilboð tíðliga í
mai, helt hon tað vera funnin
frensur.
Tað, sum hon skuldi fáa
at kenna, var, at alt ikki var
so líkatil, sum bakmaðurin
hevði latið hana trú.
Hon gjørdist tí ovfarin og
seinni ræðslusligin, tá hassj
hundurin hjá tollvaldinum
leiddi tollararnar fram til
hana. Og síðani yvirtók
narko løg reglan.
Hesaferð hevði hon væl
meira av hassji inni í sær,
og tí var avtalan eisini, at
hon skuldi fáa 15.000 krón ur
heldur enn 10.000 í ómaks
løn.
Í staðin fekk hon fýra
mán aðar fongsulsrevsing.
Syrgilig lagna
Kvinnan var ógvuliga kenslu
borin í rættinum, og fleiri
ferðir brast hon í grát. Serliga
tá verjin spurdi hana um
henn ara persónligu viður
skifti.
– Noyðast vit at tosa um
tað, spurdi kvinnan grát
andi.
Men tað er av týdningi,
at persónligu viðurskiftini
koma fram, serliga í einum
máli sum hesum.
Mamman doyði av krabba
mein, tá ákærda var sjey ára
gomul, og síðani kom gentan
í eitt fosturheim, har hon var
fyri harðskapi. Og tað skapti
trupulleikar í skúlanum.
– Eg vildi ikki undir brúsu
eftir fimleik. Eg skammaðist,
tí eg var gul og blá um allan
kropp in, greiddi kvinnan frá.
Tá mamman doyði kom
hon eisini burtur frá systkj
unum, og nústaðni hevur hon
fingið samband við tey aftur.
Pápan fekk hon samband við
fyri tíð síðani, men tað vardi
bert 14 dagar, so doyði pápin.
– Eg minnist ikki dagar
so væl, men tað er bert fyri
stutt um, at eg eri sloppin út
av einum sálarsjúkrahúsi, har
eg lá í hálvt ár. Tey hjálptu
mær við at fáa íbúðina, sum
eg búgvi í nú, og hon er tann
grundarsteinur, sum eg nú
royni at byggja mítt lív á,
greiddi 29 ára gamla kvinnan
frá.
Tann nú dømda kvinnan
hevði eisini sálarligar trupul
leikar at dragast við, var
borderline (á markinum til
sinnissjúku), og hon hevði
ikki heili vágin við sær til
Før oya.
Ikki ónd
Kvinnan var týðiliga í villa
reiði.
– Skal eg vera bangin
nú? Eg havi avdúkað tveir
bakmenn, skal eg vera bangin
um tað, spurdi hon.
Svarið var ein larmandi
tøgn.
Kvinnan
var
munandi
betur fyri í gjár enn við
grund lógar avhoyringina, og
hevði aftur fingið sín heili
vág. Men hon hevði ilt við
at stýra kenslunum til tíðir.
Serliga tá spurningurin um
familjuna kom fram.
Men eisini, tá ákærin í
prose duru síni argumenteraði
fyri, hví kvinnan skuldi fáa
harða revsing, brast tann 29
ára gamla í grát.
– Eg eri einki ringt menn
iskja, segði hon, meðan hon
fjaldi andlitið við undir ørm
unum.
Eingin segði nakað ímóti
tí. Eisini góð menniskju
kunnu gera skeivar gerðir, og
tað bøtti 29 ára gamla danska
kvinnan fyri í Føroya Rætti í
gjár
Eg eri einki ringt menniskja
Tað var ein ógvuliga ólukkulig 29 ára gomul donsk kvinna, sum seinnapartin í gjár tók ímóti
einum fýra mánaða longum fongsulsdómi fyri at hava smuglað hassj til Føroya
29 ára gamla danska kvinnan er sálarliga veik, og var tí løtt at lokka hjá samvitskuleysa bakmanninum