hósdagur 19. mai 2011síða 8
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 58 · 19. mai 2011
8
VIKUSKIFTI
Hvat er tað besta við at vera
parkeringsvørður?
At vera parkeringsvørður er gott,
tú fær nógva fríska luft og gongur
úti millum fólk. Tað er frálíkt.
Fært ú nakrantíð keðiligar
reaktiónir frá fólki?
Tað kann vera onkur, sum fýsur eitt
sindur, men nei, ikki longur.
Er gott skil á parkeringini í Havn?
Vanligar dagar er gott skil á, men tá
á stendur er ikki altíð líka gott. Tá
blaka fólk bara bilarnar frá sær.
Dugir tú at gera mat?
Okkurt dugi eg at gera, annars
stendur konan fyri tí.
Hvat er tín
lívrættur?
Ræst kjøt
og súpan.
Lesur tú nógv?
Nei, ógvuliga lítið.
Hvat er besti ítróttuin at hyggja eftir?
Fótbóltur. Fótbólti og hondbólti
hyggi eg nógv eftir.
Ferðast tú nógv í egnum landi?
Nei, tað geri eg ikki. Tað, sum eg
ferðaðist í egnum landi, var við
fótbóltinum, men tað er lítið longur.
Hvussu heldur tú teg í form?
Tað er gjøgnum arbeiðið. Eg gangi runt
í býnum, og so slái eg grasplenu, og
á tann hátt haldi eg meg í form.
Býráðið umhugsar at seta
gjaldsparkering í verk í Havn,
hvat heldur tú um tað?
Jú, tað haldi eg er eitt frálíkt hugskot.
Tá verður tað meiri rættvíst hjá
øllum at sleppa at parkera so lengi,
teimum lystir, so tað haldi er fínt.
Hvussu slappar tú av?
Tað geri eg framman fyri sjónvarpinum
og við at spæla kort.
Hvørjum hyggur tú at í sjónvarpinum?
Tað eru føroysku sendingarnar og
so eftir fótbólti og hondbólti.
Verður tú framhaldandi
parkeringsvørður um 10 ár?
Tað tori eg ikki at siga nakað um. Eg
havi havt hetta starvið í átta ár nú, so
eg veit ikki. Tað fáa vit at síggja.
Thordur ThorsTeinsson
Viðhvørt
blaka fólk
bara bilarnar
frá sær
lagt tIl rættIs: Leo Poulsen
THorDur THorsTEinsson er kend
býarmynd í HaVn, men ikki so illa LýDDur,
sum onkur kanska kundi Hugsað. Hann
Heldur, at fólk yVirHøVur eru LagaLig
at FáasT við, og so Heldur Hann, at
gjaLDsparkEring er eitt gott HugskoT
mynD: JENs KRisTiAN VANg