hósdagur 19. mai 2011síða 8
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Hósdagur 19. mai 2011 · Nr. 58
8
Sosialurin
kappingin
Summar
Allir hesir túrarnir hava, eftir tí
sum blaðið hevur sagt frá, verið
sera væleydnaðir. Eftir túrin á
páskum 2010 skrivar Oliver Joensen,
blaðstjóri m.a. soleiðis í blaðnum 9.
apríl í fjør:
”Annars gekk alt sum ætlað, og
vit fingu ein góðan túr.
Skal eg nevna nakað, so skerst
ikki burtur, at tað er sera hugnaligt
at sita saman við føroyingum eftir
loknan dag, og tosa og vísa fram,
tað ein hevur upplivað um dagin.
Serstakliga er Alex Sólstein eitt
unikum við síni vitan um Ongland,
enska søgu, og ikki minst um før
oyskar skemtisøgur.
Í fjør royndu vit ein túr til
London, París og aftur London. Tann
túrurin var eisini væleydnaður, ja,
hann eydnaðist so væl, at vit hava
hug at royna hann aftur í ár saman
við Alex Sólstein”, skrivaði altso
Oliver Joensen í Norðlýsinum í
fjør.
Myndirnar á síðuni eru somu
leiðis tiknar av heimasíðuni hjá
Norðlýsinum.
Í fleiri ár hevur
lokalblaðið í
Norðoyggjum,
Norðlýsið skipað fyri
ferðum til London.
Túrarnir eru gjørdir
í samstarvi millum
blaðið, Atlantsflog
og Alex Sólstein
sum vitugan og væl
orðaðan ferðaleiðara.
Klaksvíkingar í stórbýnum
Ferðirnar hjá Norðlýsinum, saman við Atlantsflogi og Alexi Sólstein hava verið sera væl umtóktar
UNDIRTØKA