hósdagur 19. mai 2011síða 10
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Hósdagur 19. mai 2011 · Nr. 58
10
Sosialurin
Vilmund Jacobsen
At hvalbingar roynast sum
fiskimenn,
hevur
leingi
verið kent. Men hvalbingar
duga meiri enn at reka skip.
Teir duga eisini at reka
fiska framleiðslu. Bygdin er
kend sum trolarabygd, og í
nógv ár hevur eisini eydnast
hvalbingum – undir ymiskum
eigarum – at reka fiskavirkið
í bygdini.
Keypa aðrastaðni
Hesa vikuna hevur eingin
landing verið í Hvalba, men
TG Seafood hevur keypt fisk
frá skipum, sum hava land
að aðrastaðni. Virkið hevur
soleiðis í dag keypt fisk frá
Beinissvørði, sum partrolar
saman við Ednu. Skipini hava
landað í Vági, og fiskurin er
komin norður til Hvalbiar í
bili.
Ólavur Bjarkhamar, stjóri
á TG Seafood, sigur, at tey
hava keypt umleið 70.000
pund av upsa frá Beinis
svørði.
– Í endanum av seinastu
viku keyptu vit eisini fiskin
hjá Steintóri og Niels Paula
– og hjá Hamranesi og
Breiðanesi, og hesin fisk
urin vardi nakað út í hesa
vikuna.
Stjórin minnist ikki rætt
iliga, hvussu nógv Steintór
og Niels Pauli høvdu inni,
men veiðan hjá Hamranesi
og Breiðanesi var umleið
170.000 pund tilsamans.
– Seinasta mánaðin hevur
fiskiskapurin eftir upsa verið
vánaligur, sigur hann.
Mars var góður
Ólavur Bjarkhamar sigur, at
mars mánaði royndist rætt
iliga góður hjá skipum, mann
ingum, virki og arbeiðsfólki.
– Hendan mánaðin fingu
skipini
rættiliga
nógvan
upsa, og vit keyptu nógvan
fisk í Hvalba.
Stjórin sigur, at allan
mars mánaða arbeiddi tey í
tvey skiftivakt á virkinum,
har fyrra vaktin arbeiddi frá
klokkan 816 – og hin seinna
frá klokkan 16 til midnátt.
–
Hóast
fiskiskapurin
eftir upsa hevur verið slak
ur í seinastuni, hevur tó
verið hampiliga støðugt við
fiska arbeiði, og hóast eingin
beinleiðis
landing
hevur
verið hesa vikuna, hevur
kort ini verið samanhangur í
fiska arbeiðnum, sigur Ólavur
Bjarkhamar.
Í løtuni eru umleið 70 fólk
til arbeiðis hjá TG Seafood í
Hvalba.
Higartil í ár hevur virkið
keypt umleið 2000 tons av
ráfiski, og tað er umleið tað
sama sum somu tíð í fjør.
Ymiskar upsavørur
Stjórin á TG Seafood sigur, at
framleiðslan á virkinum er
fryst flak, frystar portiónir,
fesk fløk og feskar portiónir.
– Vit arbeiða bara upsa
og hava lagt okkum eftir at
fáa sum best burtur úr, sigur
hann.
vilmund@sosialurin.fo
Gongur væl hjá TG Seafood
– Allan mars mánaða fingu skipini nógvan upsa, og tá arbeiddu vit í tvey skiftivakt, men í apríl hevur fiskiskapurin
hjá partrolarunum verið slakur, sigur Ólavur Bjarkhamar, stjóri á TG Seafood, sum er fiskavirkið í Hvalba
Vilmund Jacobsen
Ólavur Bjarkhamar, stjóri
á TG Seafood í Hvalba,
væntar ikki, at virk ið hjá
teimum fer at keypa og
virka makrel í summ ar,
um skip, sum eru heima
hoyrandi í Hvalba, fara á
makrelveiði.
– Tað er ikki bara sum at
siga tað at fara undir slíka
framleiðslu soleiðis í eini
handavend.
Stjórin vísir á, at leiðsl an
á virkinum hevur ikki tikið
nakra støðu í so máta, men
hann heldur tað neyvan
vera hugsandi, at tey fara
at virka makrel á virk inum
í hesum um fari.
– Vit hugsa sjálvandi
um, hvussu verður við til
gongdini av ráfiski, um
fleiri skip fara á makrel
veiði, men í løtuni er ov
tíðliga at siga nakað um
hetta.
Spurdur, um ætlanin
er, at TG Seafood kanska
fer at lata aftur eitt skifti í
summar vegna summar frí,
sigur Ólavur Bjark hamar,
at ætlanin hevur ikki verið
at lata virkið aftur.
– Men nú fáa vit sjálv
andi at síggja, hvussu
verður við ráfiska til gongd
ini – og hvussu verður við
møguligari makrel veiði hjá
skipunum, sum landa her
hjá okkum, sigur stjórin.
Fara neyvan
at keypa makrel
– Nú fáa vit at síggja, hvussu verður við
ráfiskatilgongdini – og hvussu verður við
møguligari makrelveiði hjá skipunum, sum
landa her hjá okkum, sigur stjórin
Allan mars mánaða arbeiddu tey í tvey skiftivakt á TG Seafood í Hvalba. – Í mars fingu skipini nógvan upsa,
men seinasta mánaðin hevur fiskiskapurin verið smáligur, sigur Ólavur Bjarkhamar
Mynd: Jens Kristian Vang