hósdagur 19. mai 2011síða 10
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 58 · 19. mai 2011
10
VIKUSKIFTI
tIl arbeIðIs
Sunneva er ættað úr Skálavík. Hon sleit
sínar barnaskógvar í umhvørvinum á Mølini,
har pápin, Viggo Dalsgaard, hevði handil.
Mamman var Sigrun, ættað úr Flyttingi
í Skopun. Tey gomlu eru bæði farin.
Longu sum 14 ára gomul fór Sunneva til
Havnar á Føroya Fólkaháskúla, og her byrjaði
so smátt hennara vaksnamannalív. Eftir
háskúlan fór hon í húspláss í Havn, og haðani
í læru sum skrivstovufólk í Landshandlinum.
Hin 28. desember í 1974 giftust Sunneva
og Jógvan Hansen, sum er ættaður úr Leirvík.
Tey bygdu sær hús í Saltangará, har tey hava
búð øll árini síðan. Sunneva og Jógvan eiga
trý vaksin børn, ein son og tvær døtur.
Heima í 13 ár
Eftir at tey giftust og fingu børn, var Sunneva
heimaarbeiðandi í tilsamans 13 ár, til hon
byrjaði at arbeiða í matvøruhandlinum,
Jopo í Saltangará. Men her var hon stutt,
kanska eitt lítið ár, til hon í 1989 fekk
skrivstovustarv á løgreglustøðini í Runavík,
sum varð bygd trý ár frammanundan.
Øll árini síðan – ella í 23 ár tilsamans –
hevur hon soleiðis starvast á skrivstovuni hjá
løgregluni, og her er hon so trúføst framvegis.
– Meginpartin av tíðini havi eg bara
starvast í Runavík, men í einum tíðarskeiði á
trý ár – árini 2007, 2008 og 2009 – arbeiddi
eg aðru hvørja viku á løgreglustøðini í
Klaksvík. Mær dámar ógvuliga væl í hesum
starvi, og mær dámdi eisini at skifta
ímillum Runavík og Klaksvík, sigur hon.
Ymiskar uppgávur
Sunneva Dalsgaard Hansen sigur, at
uppgávurnar sum skrivstovufólk á
løgreglustøðini eru rættiliga ymiskar
og fjølbroyttar, men flestu uppgávur
eru sjálvandi afturvendandi.
– Umframt tað dagliga við vanligari
telefontænastu og avgreiðslu av ymiskum
fyrispurningum og málum, arbeiði eg eitt nú
við mynstringum, bátayvirliti, passavgreiðslu,
innkasso-málum og við útlendingamálum,
sum nú byrja úti á lokalu løgreglustøðunum.
Hon sigur, at áður noyddust tey av
sýsluskrivstovuni umborð á skipini, tá
manningin mystraði, og skipini skuldu
loysa, men soleiðis er ikki longur.
– Nú fáa vit mynstringarseðlarnar við
telefaksi, telduposti ella við vanligum
posti, og síðan syrgja vit fyri, at mynstringin
verður send avvarðandi pørtum.
Sunneva sigur, at innkasso-málini ofta
gerast fleiri, tá umstøðurnar hjá fólki
broytast, eitt nú við arbeiðsloysi – ella at
viðurskiftini á annan hátt gerast truplari.
– Hetta er ein partur av arbeiðnum,
sum skal gerast, og tú venur teg við tað,
men slík mál eru ikki altíð so stuttlig at
hava við at gera, leggur hon aftrat.
Onnur mál, sum viðhvørt eisini kunnu
vera kensluborin, eru útlendingamál.
– Útlendingar koma nú á lokalu løg-
reglu støðirnar við umsóknum um arbeiðs-
og uppihaldsloyvi, sum teir oftast hava
fingið printað út á netinum. Vit avgreiða
so okkara part av uppgávuni og senda
málini víðari til røttu myndugleikarnar.
Tá málini so eru avgreidd, og vit fáa tey
aftur, stempla vit skjølini her hjá okkum.
Sunneva arbeiðir hálva tíð á
løgreglustøðini í Runavík, og tað merkir,
at hon hevur frí aðru hvørja viku. Hennara
arbeiðsdagur er frá klokkan 8 til 16.
– Vit eru altíð tvær skrivstovukvinnur
til arbeiðis í senn, og onkuntíð eru vit
tríggjar. Arbeiðsumhvørvi er gott, og
góð viðurskifti eru millum okkum á
skrivstovuni og løgreglufólkini á støðini,
sum eru stak fitt og fryntlig, sigur hon.
Elskar at flóta
Men arbeiðsdagurin í Runavík er ikki
alt lívið hjá Sunnevu og manninum,
Jógvani, sum so trúliga hevur klipt á
Høgabóli í meiri enn ein mansaldur.
– Jógvan hevur klipt í 42 ár í Saltangará, og í
ár eru tað fimmti ár, síðan hann byrjaði at læra
hjá Eskild Norðbúð í Klaksvík, sigur Sunneva.
Stóra ítrivið hjá hjúnunum báðum
er at vera saman á báti.
– Vit hava havt bát í nógv ár. Høvdu
soleiðis eitt seksmannafar úr Kaldbak í fleiri
ár, og nú hava vit ein Viksund Combi, sum
er 23 føtur langur og er kombineraður til
fiskiskap og frítíðarsigling. Seinasta leygardag
vóru vit á floti eystur úr Mjóvanesi og fingu
150 pund av fiski. Hetta er bara ein túrur
av mongum, sum vit hava gjørt saman.
Sunneva sigur, at tað er serliga um sumr-
arnar, at tey í frítíðini eru á floti, men tey plaga
eisini at loysa aðrar góðar løtur gjøgnum árið.
– Vit eru fyri tað mesta eystanfyri. Plaga
at leggja um Hamragrynnuna heiman fyri
Nevið, og síðan fara vit eystur á leiðirnar við
Høgnaboða, har nógv góð fiskimið eru.
Hon sigur, at Jógvan plagar at hava
tein við fýra húkum undir snelluni, og sjálv
hevur hon oftast dorg undir sínari snellu.
– Vísir tað seg, at tað tekur betri á agn,
plagi eg at egna beiturnar, og tað riggar
eisini, tá væl ber til. Vit brúka tær gomlu
vágasnellurnar, og soleiðis er tað blóðtrýstið
– og ikki oljutrýstið – sum er í gongd, tá vit
eru á floti, leggur hon brosandi aftrat.
Stuttleikasigling
Hjúnini, Sunneva og Jógvan, eru við
nýggja bátinum eisini vorðin partur av
stuttleikasigling, sum hevur vundið
upp á seg í Føroyum seinnu árini.
– Jú, vit hava verið á nøkrum stevnum, síðan
vit keyptu hendan bátin. Vit vóru soleiðis á
onkrari stevnu í fjør, og tá bátafestivalur var á
Toftum herfyri, vóru vit eisini við har, sigur hon.
Sunneva og Jógvan hava havt nógvar
góðar løtur saman í bátinum.
– Ja, tað er so heilt sikkur, at hetta hava
verið ótrúliga góðar og gevandi løtur, bæði
til likams og sálar, eins og vit soleiðis eisini
eiga nóg mikið av ymiskum fiskamati gjøgnum
alt árið, sigur Sunneva Dalsgaard Hansen.
lagt tIl rættIs: Vilmund Jacobsen, vilmund@sosialurin.fo
Sunneva elskar at flóta
Hon hevur arbeitt á løgregluskrivstovu í 23 ár, og serliga um sumrarnar eru
hon og maðurin, sum er barberur og hevur klipt í saltangará í 42 ár, ofta á floti.
– okkum dámar ómetaliga væl at fiska og flóta, sigur sunneva dalsgaard Hansen
– Jógvan plagar at hava tein við fýra
húkum undir sínari snellu, og sjálv
havi eg oftast dorg við beitum undir
mínari, sigur Sunneva Dalsgaard
Hansen, sum á myndini kryvur fongin,
tey hava fingið hendan útróðrardagin
Fakta
Navn: Sunneva Dalsgaard Hansen
Starv: Skrivstovukvinna
Besta við starvinum:
Góður trivnaður og fitt fólk
Ringasta við starvinum:
Tú venur teg eisini við tað keðiliga...
Starvsfólk: 2-3 skrivstovufólk
Leiðari: Kári Thorsteinsson/
Hallgrím Hansen