Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-05-19, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. mai 2011síða 10

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Hósdagur 19. mai 2011 · Nr. 58 10 Sosialurin kappingin Summar Henda røðin av teimum væl um­ tóktu konsertunum, sum vara alt summarið, hava mong ymisk heiti: Onkur nevnir tær The Proms ella The BBC Proms, meðan onkur velur tað heldur longra navnið: The Sir Henry Wood Promenade Concerts presented by the BBC. Í øllum førum er talan um eina árliga røð av summarkonsertum við klassiskum tónleiki, og sum varir í samfullar átta vikur. Tær flestu konsertirnar verða hildnar í Royal Albert Hall í London. Talan er í roynd og veru um heimsins størsta festival við klass­ iskum tónleiki, ið endar við eini stór ari og festligari konsert við heit inum ”The Last Night of the Proms” við fullsettari høll og sera góðum stemningi. Vón og æra Tá ein tosar um hesa røðina, kenn­ ast tey flestu bert ella best við hesa seinastu konsertina. Henda konsertin er munandi øðrvísi enn allar hinar, og er á skránni annan leygardag í sep temb­ er mánaði og verður send beinleiðis í sjónvarpum kring allan heimin. Hon er rættiliga nógv merkt av at nú ”letur biksin aftur”, her spæld verða tey kendastu klassisku verkini og fleiri kendir bretskir føði landssangir í seinnu helvt av hesi umfatandi skránni. Byrjað verður við kenda lagnum Pomp and Circumstance March no. 1 (Land of Hope and Glory) og seinni verður so spælt og sungið lagið Rule, Britannia! sum Thomas Arne skrivaði. Stórsligna konsertin endar við lagnum Jerusalem eftir Hubert Parry og síðani tjóðsangi teirra, God Save the Queen. Endin á konsertini hevur verið tann sami heilt síðani 1954. Samstundis sum fólk eru íðin eftir at ogna sær atgongumerki til Royal Albert Hall og ta siðbundnu konsertina, hevur samstundis ein annar siður tikið seg upp – uttan­ fyri. Tey sum ikki fingu pláss inni í heimskendu høllini, kunnu ístaðin fylgja konsertini á stórskýggja í Hyde Park, ið liggur beint við. Her er stemningurin ikki minni góður. Í ár verður seinasta konsertin hildin leygardagin 10. september. Hon byrjar klokkan 19:30 og endar – bretum so líkt – klokkan 22:45. Um onkur ætlar sær til hesa seinastu konsertina – í skránni nevnd PROM 74: Last Night of the Proms – er helst klókt at bera skjótt at. Tí lítil ivi man vera um, at útselt verður til hesa konsertina. ”Mangt er gestsins navn”, sigur gamalt orðatak. Tá talan er um Promenadu- konsertirnar hjá bretsku útvparsrásini BBC ger hetta sama seg galdandi. Ikki bara ein konsert – men konsertin LeskiLigt og gott frá SmyrjibreyðSbúðini Opið er soleiðis: Mánadag – fríggjadag: 8:00 – 17:30 Smyrjibreyðsbúðin Bøgøta 14 · 100 Tórshavn · tel 32 16 18