Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-05-19, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. mai 2011síða 11

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Hósdagur 19. mai 2011 · Nr. 58 Sosialurin Sjúrður Skaale Prikk, prikk, prikk... Høgni Hoydal ber í grein í dag fólki hálvar sannleikar. Hálvir sannleikar eru tíverri ofta eisini hálvar lygnir Høgni Hoydal roynir í greinini »Stjórnarskipan ella undirskipan« enn einaferð at fáa tað til, at meirilutin í stjórnarskipanarnevndini hevur brotið eina semju, givið eftir fyri donskum trýsti - og at hetta flytir okkum frá »stjórnarskipan« til »undirskipan«. Hóast Høgni veit, at hetta ikki er satt, blívur hann við at mála hesa somu mynd ina. Hesaferð grundgevur m.a. soleiðis: »Øll hesi árini hevur tí staðið greitt í formælinum til lógina: “Landsins egnu lógir eru einans tær, sum gjørd- ar eru á rættan hátt í land- inum sjálvum eftir fólksins vilja (...) Allar lógir og sið- venjur skulu virða hesa stjórnarskipan. Eingin lóg ella siðvenja má tí vera hildin at hava gildi, bara tí hon er eldri enn henda skipan ella hevur virkað í langa tíð.” Men hetta er nú strikað. Ístaðin er sett inn henda orðing: “Stjórnarskipanin virðir teir stjórnarrættarligu sátt- málar og avtalur, sum eru í gildi, tá hon verður sett í verk (...)” Vit eru sostatt farin frá einum grundarlagi, har allar aðrar lógir skulu virða ta stjórnarskipan, sum Før- oya fólk samtykkir. Til eitt grundarlag, har okk ara stjórnarskipan skal virða allar aðrar lógir, sum ikki eru samtyktar av fólk in- um.« Hálvur sannleiki Viðhvørt er ein hálvur sann leiki eisini ein hálv lygn. So er í hesum føri. Høgni endurgevur bara helvt ina av tí nýggja setn- ing inum, sum er komin inn í for mælið. So steðgar hann, og skrivar bara prikk, prikk, prikk. Í fullum líki er orðingin henda: »Stjórnarskipanin virðir teir stjórnarrættarligu sátt málar og avtalur, sum eru í gildi, tá hon verður sett í verk, men staðfestir, at føroyskir myndugleikar hava fullan rætt til at siga hesar upp og taka við málsræðinum. Eingin lóg ella sáttmáli kann setast í gildi fyri Føroyar uttan Løgtingsins samtykki.« Sí - hetta er jú nakað heilt annað. Vit virða teir sáttmálar, sum Løgtingið sjálvt hevur sett í verk - inntil vit siga teir upp, og taka við málsræðinum sjálv. Høgni roynir at seta lík heitstekin millum at »virða« og at »geva seg undir«. Men tað er altso ikki tað sama. Og hvussu kann stjórnarskipanin vera undir heimastýrislógini, tá hon heimilar okkum at seta heimastýrislógina úr gildi og sjálv taka við málsræðinum? Gott hevði verið, um Høgni helt seg til allan sannleikan. Men sjálvandi: Hevði hann gjørt tað, hevði hann ikki fingið ta niður- støðu, sum hann vil hava. Í greinini hjá Høgna eru eisini aðrir hálvir sann- leikar. Teir skal eg venda aftur til. Kjak Kaj Leo Holm Johannesen Sjálvandi eru teir blokerandi minnilutarnir misnøgdir Nýggja politiska støðan við eini minnilutastjórn gevur nýggjar møguleikar fyri politiskum semjum og møguleikar at fáa mál í gjøgnum, sum áður hava verið blokerað av minnilutum í Løgtinginum. Nýggjar tíðir Vit hava nú sett skjøtil á eina broytingartíð í føroyskum politikki. Einstakir tinglimir kunnu ikki longur blokera mál og hóreiggja sær, sum teimum lystir. Fólk eru troytt av, at minni lutar seta alt í veð - bæði samgongu og flokk - fyri at steðga málum, tey ikki persónliga kunnu taka undir við. Hetta hevur verið til stóran ampa fyri politiska arbeiðið og tarnað neyðugum reformum og broytingum í okkara samfelag. Síðsti tingfundur er sum oftast baldrutur Tað er ikki sørt, at teir s o- kallaðu ‘blokerandi’ minni- lutarnir í Løgtinginum hava hug at ressast við, nú teir merkja, at politiska gongdin gongur teimum ímóti. Tos að verður um óskil í Løg ting- inum seinasta dagin, áðr enn Løg tingið skuldi í summar- frí. Ført verður eisini fram, at stórur partur av upp- skot unum, sum vóru sam- tykt, eru í andsøgn til poli- tikkin hjá samgonguni og landsstýrinum. Tó hevur seinasti ting- fund ur, alt sum eg veit um, verið merktur av spenningi og hørðum kjaki. So her er einki nýtt undir sólini. Somuleiðis taki eg undir við mestsum øllum uppskotunum, sum vóru samtykt. Lat meg nevna nøkur av uppskotunum: Broyting í ting­ skip anini og ein rættar nevnd Tað fyrsta málið var ein broyting í tingskipanini. Framyvir skal Løgtingið sleppa at viðgera øll mál. Áðrenn broytingina hevði tað verið so, at umsitingin hjá Løgtinginum kundi mæla til, at uppskot verða burtur- víst, um umsitingin metir, at uppskot stríða ímóti eitt nú Heimastýrislógini ella Grundlógini. Men í roynd og veru er ikki talan um nakra beinleiðis broyting. Um sitingin kundi gera eitt tilmæli, og síðani skuldi Løg tingið avgera, um til- mæl ið skuldi fylgjast. Eg eri eisini sannførdur um, at vit fólkavaldu skulu tora at viðgera øll mál í Løg- tinginum, men vit skulu altíð syrgja fyri, bæði í lands - stýri og á Løgtingi, at okkara lógaruppskot virða altjóða sáttmálar og yvir skip aðar lógir, so sum Heima stýris- lógina og Grundlógina. Tað næsta málið var at skipa eina rættar skipanar- nevnd at arbeiða við okkara rættarskipan. Hetta er eitt mál, sum landsstýrið eisini hevur umrøtt, og sum eg taki fult undir við. Málið um rættarskipan hevur verið viðgjørt í gomlu grund- lóg ar nevndini og stjórnar- skipanar nevndini. Málið er tískil ikki nýtt. Tá ið føroyingar hava yvirtikið ein part av rættarskipanini, er tað ein sjálvfylgja, at vit hava eitt forum av fakfólki, sum sleppur at arbeiða við einari rættarskipan. Fullveldi Tað triðja málið um at “skipa Føroyar sum fullveldi við uppskoti til samtyktar” skal eg ikki koma nærri inn á. Eg kann bert staðfesta, at tað verður ikki hetta uppskotið, sum ger Føroyar ”frælsar”. Hetta mál fór aftur í nevnd. Loðsøkið Hetta er eitt uppskot, sum upprunaliga var partur av samgonguskjalinum, og sum landsstýrismaðurin í vinnu- málum ætlaði at leggja fram. Hesum uppskoti taki eg fult undir við, tí vit eiga sjálv at at skipa okkara loðstænastu. Barnsins fyrsti sjúkradagur og Ferðaráð Føroya Síðani var tað uppskot um barnsins fyrsta sjúkradag, sum kom ígjøgnum. Eg meini, at hetta er eitt mál millum partarnar á arbeiðs- marknaðinum. Tó er alt, sum bendir á, at hetta lógar- uppskotið hevði eisini komið ígjøgnumvið eini meiri luta- samgongu. Síðani kom eitt lógar- uppskot um Ferðaráð Føroya. Hetta er eitt uppskot, sum hoyrir undir uttanríkismál, og eg fari at arbeiða víðari við málinum. Ætlanin er at hava eitt uppskot eftir ólavsøku um, hvussu eitt ferðaráð kann skipast uttan eyka um sitingarligar útreiðslur, og eg taki undir við ynskin- um frá ferðavinnuni um at játta meira pening til marknaðarføring av føroysk- ari ferðavinnu. Í hesum báðum førum er talan um uppskot, sum eg ikki stuðlaði. Sum stjórnarleiðari má eg tó til eina og hvørja tíð viga støðuna. Í ver- andi støðu við eini minni- lutastjórn er møguligt at fáa týdningarmikil mál ígjøg num, sum hava verið blokerað av minnilutum. Í ein ari slíkari støðu kann verða neyðugt at góðtaka, at mál, sum man ikki tekur undir við, verða samtykt. Vit mugu virða meirilutan í Løg- tinginum. Buisness as usual Tað hevur verið áhugavert at tosa við fólk, sum vóru í Løgtinginum seinastu vik- una, áðrenn Løgtingið fór til hús. Niðurstøðurnar vóru - ikki óvæntað - at tey, sum ikki sita við ávirkan, sóu kaos og ynsktu nýval, meðan tey, sum hava ávirkan ikki sóu støðuna annað enn “Business as usual”.