hósdagur 19. mai 2011síða 12
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Hósdagur 19. mai 2011 · Nr. 58
12
Sosialurin
Kjak
Jógvan við Keldu
Politikararnir trýstir
upp í ein krók
Tá eg hugsi um til feing
is gjaldið,
og
taki
tvinn
andi dømi, har ann að er
aka demikari – bú skapar
frøðingur – meðan hitt er
vinnu lívsmaður – reiðari og
fiskimaður – so er støðan
sera ørkymlandi, tá vit hugsa
um landsins framtíðar yvir
livingarmøguleika.
Fyri stuttum, hugdi eg at
bloggi hjá skilagóða polit
iska viðmerkjaranum, Niels
Lunde, har hann m.a. vísir á
loysnarorðið um at “Út búgv
ing tryggjar tína framtíð”,
sum hann sigur: “ikki er
ókent í Danmark, hetta stend
ur í rópandi mótsetningi
til, at í Danmark í februar
2011 ikki eru færri enn 7.930
arbeiðsleysir akademikarar”.
Lunde er sannførdur um,
at útbúgving er neyðug, “men
hon má standa mál við og
hóska samfelagsmenningini,
og hava størri grundarlag í
praktikki”.
Cepos vísir eisini á, í øðrum
samanhangi, frá útsagnunum
hjá einum av mest royndu
vinnulívsjournalistum, Carst
en Steno, at stórar fyritøkur
sum Novo, Carlsberg og
Vestas, geva alt færri ar
beiðspláss í Danmark. Tí leita
politikarar desperatir eftir
vakstrarfyritøkum, og tí er
umráðandi at fara væl um
eigaraleiðarar. Danir eru
farnir at skilja støðuna.
Munurin er debet
og kredit
Ídag stinga almennir stovn
ar seg upp í Føroyum – kost
naðarmiklir!
Hesir
skulu
eit ast at geva borgarum
alt, m.a. betri møguleikar at
kæra, fyri at fáa dyggari upp
lýs ingar, samstundis, sum
sam felagið við politiskum
lógar smíði gerst alt fløktari
og við hesum í allar mátar
leggur meiri arbeiði á allar
stovnar – óneyðugt og so
leiðis á borgaran.
Fyri at koma aftur til til
feingisgjaldið, sum nú verður
kravt frá skipum og manning,
er at siga, at spurningur er,
hvat ein roknar sum krav av
tilfeingisgjaldi og nær verður
tað goldið, um tað er í debet
ella kredit, sum lívið oftast er
uppbýtt.
Búskapafrøðingur – vit
kundu eins væl tikið dømi
um
annan
akademikara,
men í hesum føri hóvar tað
mál in um, tí hesir úttala seg
oftast um annans mans
pening so hevur hann brúkt
almenna tilfeingið, í hesum
føri
útbúgvingarstovnin,
inn til hann liggur um 27 ára
aldur, har lands og ríkiskassi
fíggjarliga hava lagt rygg til,
sjálvandi saman við honum.
Alt gott um tað, sum ofta
verður tikið til.
Tá hesin nú er útbúgvin,
kemur aftur til lands, setir
hann krøv til tað tilfeingið,
sum hann sigur reiðarar og
fiskimenn av órøttum hava
fingið fyri onki, “fiskurn
er jú fólksins ogn”, ogn bú
skaparfrøðingsins, og hann
sigur: “Eg finni meg ikki í, at
felag ella menn fara út eftir
mínari ogn, uttan at spyrja
meg eftir, og sjálvandi skal eg
hava gjald fyri tað”. Onki er
meiri misskilt enn hetta!
Privata avlopið
í landskassan
Tykist ikki, sum um hann
hevur skonkt tí ein tanka bar
dagan fyri, at bæði reiðarar
og fiskimenn við hørðum
arbeiði ígjøgnum mong ár,
hart vundnum valuta til
landið, høgum millióníløgum
í bæði niðurgongdum við
djúpum dølum men onkuntíð
við uppgongdum, har allar
fægstu náddu tindin. Nei,
hjá honum standa eygu, oyru
og øvundin við kravi um, at
hesir ”skulu ikki fara fara
avstað við mínari ogn”.
Ofta fegnast politikarar um
eina ella aðra íverksetaraspíru
við øllum góðynskjum, men tá
hon er farin at geva nakað og
er til gagns fyri land okkara,
fær “pípan annað ljóð”, tá
skal avlopið í landskassan,
so landskassaraksturin kann
økjast.
Menning krevur dygga
hugburðsbroyting
Peter Thiel, stovnarin av
PayPal, sá fyri sær, áðrenn
tað hendi, at KTbløran fór
at bresta, tað næsta hann sá,
var at bústaðarbløran í USA
fór at fáa mønustingin, og
nú hevur hann heilt seriøst
tikið stig til, at: “fáa 20 lesandi
at fara frá “college” og byrja
egna fyritøku og við hesum
stigi, hevur hann bjóðað
teimum 100.000$ í part við
í sjáttuna fyri at stovna
fyritøku, hann ræðist fyri,
at “tann sum skuldi bjarga
landinum, nú má bjargast, tí
akademisku arbeiðsplássini
standa ikki mát við út búgv
ingarmynstrið””. Hann er
sanførdur um, at hetta fer
at verða næsta bløran, ið
brestur.
Heldur enn at skora undir
okkara
fiskivinnu,
leggur
politikarin tyngri byrðar á,
og aftaná at hava greitt velj
aranum frá, at hetta ikki fer
í landskassarakstur, men í
grunn, nú beinleiðis fer út
í landskassarakstur. – Til
feingigjaldið er eitt av seinastu
stráunum.
Her er tvingandi neyðugt
við
hugburðsbroyting,
tí
politik arin er ídag full komi
liga trýstur upp í ein krók,
tí ráðaleysur, nú hann aftur
hevur tyngt føroyska vinnu
lívið, alt meðan føroyska
sam felagið spakuliga otar seg
út móti eggini.
Økti raksturin av samfelagnum er nú so álvarsliga hóttur, at
politikarin sær ongan útveg uttan at leggja uppaftur tyngri byrðar á
vinnuna, har peningur hómast. Seinasta stráið er tilfeingisgjaldið
Regin Eikhólm
Hví ræðist
Zakarias Wang
veruleikan?
Zakarias Wang skrivar javn
an í bløðunum um “føroyska
fólkaviljan” í 1946 og í 2010
gav hann út sera áhugaverda
bók við 832 blaðsíðum um
sama evni.
Tá talan er um fólka at
kvøðu í nýggjari tíð um loys
ing í mun til Danmark, hava
vit í norðurhøvum bert tvey
lond, sum talan kann vera um,
nevniliga Ísland og Føroyar.
Ísland hevði fólkaatkvøðu
í 1944 um loysing frá Dan
mark. Íslendska treyt in til
“fólkaviljan” var at minst 75%
av teimum við atkvøðurætti
skuldu luttaka, og at minst
75% av teimum luttak andi
skuldi vera fyri loys ingar
uppskotinum, um tað skuldi
fáa gildi. Íslendska fólka
atkvøðan í 1944 vísti, at yvir
98% av íslendingum vóru fyri
loysing. Lægsta um boðan
fyri íslendska fólkaviljan var
eftir hesum leisti, at í minsta
lagi 56,25% vóru fyri loysing.
Fólkaatkvøðan í 1946
Bert tvey ár eftir íslendsku
fólkaatkvøðuna í 1944 fingu
vit okkara egnu fólka atkvøðu
um loysing frá Danmark. Um
sami álv ari lá aftanfyri, sum
hjá íslend ingum, so høvdu vit
helst endurtikið ís lendsku
treytirnar við 75% regl unum,
men so var ikki. Úrslitið av
føroysku
fólkaatkvøðuni
var, at ein góður triðingur
av føroya fólki segði ja til
loysing, ein triðingur segði
nei, og ein síðsti triðingur
luttók ikki. Har var als ikki
talan um nakran fólkavilja
yvir høvur, men heldur um
eina
stakroynd
–
hvørs
tykkar hugur stendur.
Zakarias Wang skrivar
á baksíðuni á bókini um
fólkaatkvøðuna í 1946: “
... at luttøkan hevði verið
óvanliga stór, saman bor ið við
luttøkuna í fólka at kvøðum í
øðrum lond um”.
Hetta er ikki so, tí einasta
samanberiliga fólkaatkvøða
um tað mundið, var tann í
Íslandi frá 1944 og har luttóku
99%, meðan vit í Føroyum
bert luttóku við 66% og
sostatt 9% undir íslendska
minstamarkinum upp á 75%.
Av teimum 66% luttakandi
í Føroyum vóru 51% fyri
loysing, men tað er 24% undir
íslendska minstamarkinum
upp á 75%.
Føroyskur fólkavilji
Fólkaatkvøðan í 1946 gav
sum omanfyri nevnt ikki
ábending um nakran fólka
vilja yvirhøvur – tvøtur ímóti.
Tríggir ymiskir trið ingur av
føroyingum við hvør síni
fatan er ikki júst tað vit
skilja við ein fólka vilja. Vit
høvdu ikki ein men tríggjar
fólkaviljar í 1946: A. ja til
loysing, B. nei til loysing og
C. veit ikki alt annað er ein
reingjan av veruleikanum.
Skulu vit tosa um nak
ar føroyskan fólkavilja í
nýggjari tíð við eini tjóð
skaparpolitiskari ábending,
so er tað ikki fyri isolerandi
loysingarpolitikki,
men
held ur fyri frælsi í felags
skapi. Ítøkiligt hava vit
mill um annað sæð hetta, tá
føroyingar velja sær pass. Frá
1996 varð loyvt føroyingum at
velja millum grønt føroyskt
pass ella reytt danskt E.U.
pass. Í dag velja um 90% av
før oyingum sær E.U. passið,
tí tað gevur okkum størri
frælsi við rætti til at velja,
arbeiða, studera og annars
við heimarætti ekkaleyst at
ferðast í øllum E.U, um framt
at E.U. er ein av okk ara stóru
marknaðum..
Fólkaatkvøðan í 1946 ella
stakroyndin frá 14. sep. 1946
vísti, at bert ein triðingur
av føroyingum tá var fyri
loysing. Sama óvissa tykist at
vera galdandi nú tey viðgera
stjórnarskipanaruppskotið
í Løgtinginum. Hetta er
veruleikin Zakarias. Hví ræð
ast veruleikan, renna undan
honum ella royna at reingja
hann? Tað er ein hjaðin tjóð
skapur, ið slíkt fremur!