hósdagur 19. mai 2011síða 12
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 58 · 19. mai 2011
12
VIKUSKIFTI
kudagur 11. mai 2011 Nr. 54 85. árg. kr. 20,00
Stríð um
mann tal
s10-11
Um
ma
ba
in
Fótbólt
B36 ve
oddase
á Toft
ítr s22
Mug
heil
um
s8
k øldið hótti ein 62 ára gamal maður í fyllskapi granna
fl iri ferðir, at hann skuldi drepa
f
gsul s4
Hotel Crowne Plaza í Keypmannahavn fyri tvey fólk
Far bara
- vit fylgja tær
síður
hótti
granna-
konu
við
kvívi
dramatikkur
í Oyndarfirði
Hvat er ein kvívur?
Góður til summarið
Ein sera góð ábending um, so
sera beinrakin, at hon kann ikki
misskiljast uttan við vilja, at
fólkaræðið virkar, er, at nú fara
øll tingmál, sum allar minsti ivi
er um, aftur í nevnd. Nevndina,
tey júst eru komin úr eftir at
hava verið har nógv longur
enn tingskipanin loyvir. Við
undantaksloyvi úr hægsta staði
sjálvandi.
Soleiðis slepst undan, at
minni lutin alla tíðina kúgar
meiri lutan. Tað øvugta, at meiri
lutin setur seg á minnilutan, er
í lagi. Tað er ein hornasteinur í
fólka ræðinum.
Men tað er bara so undarliga
skipað, at tá ein meiriluti er, fær
hann lítið gjørt fyri minnilutum.
Og so er eingin meiriluti. Tá
ein minniluti ella fleiri fara úr
meirilutanum, endar meirilutin
eisini sum ein minniluti. Fløkt?
Ja, sera fløkt er tann besta
stjórnar skipanin, sum tey varnu
kalla tann frægasta, og tey ov
varnu tann minst vánaliga.
Aftur í nevnd við hasum.
Lítil logikkur er í demokratii,
men tað er sum so heldur einki
krav.
Fólkaskúlin hevur næstan
líka langa summarferiu sum tey
fólka valdu í fólkaræðinum.
Hjá okkum vanligu deyðiligu
er strævið at koma aftur til
arbeiðis úr summarferiu, tí so
nógv arbeiði bíðar eftir okkum.
Løgtingið er so væl skipað, at
har dettur alt tað ógjørda burtur,
tá summarferian endar. Tey
koma aftur til púra slætt borð
og fríborð í bæði borð. Arbeiðið,
sum ikki var gjørt í seinasta lagi
hálvan mai, er ikki til longur síðst
í juli.
Mann og konutalið (og
barna talið minkar) er brot á
manna og konurættindi, tí
teljarar við lógini í hondini
kunnu bróta seg inn í gongina
ella stovuna hjá tær og mær.
Hvat so? Amerikanarar brutu
seg inn í sovikamarið hjá einari
familju í Abdullahbatt í Pakistan,
uttan at banka uppá. Ikki fyri at
telja fólkið í húskinum, men fyri
at skjóta tey og telja líkini aftaná.
Eingin spyr um manna og/ella
konurættindi har. Rættindi eru
svasshumanisma.
Húsbóndin varð skotin, meðan
hann leitaði eftir manna rættinda
sáttmálanum hjá ST.
Alternativt mann og konutal,
drep fólk fyrst og spyr tey so, um
sjúka hevur darvað tey nevnivert
í teirra dagliga virki. Og um tey
skíta í vanligt vese ella í bukku.
Næstu ferð, tey koma frá SEV
og vilja inn í gongina hjá mær og
enntá sneyta í einum skápi hjá
mær, skal eg hava grundlógina
og mannarættindasáttmálan
liggjandi klár í gongini.
Hjá okkum fór mann og
konu talið aftur í nevnd. Tí so
nógvir ósvaraðir spurningar vóru.
Men ætlanin er framvegis,
at 11.november telja vit, hvussu
nógvir føroyingar eita Mortan.
Stjórnarskipanin, planur B í
grundlógarhøpi, fór eisini aftur í
nevnd. Stjórnarskipanin verður
ongantíð samtykt. Og hvat so?
Vit hava eina frálíka grundlóg.
Gamaní sigur hon einki um
grindabýti, gásafrælsi og tey
óføddu. Men tá danskarar kunnu
brúka hana, kunnu vit eisini. Vit
plaga at gera sum danskarar gera.
Allar okkara lógir eru umsettar
úr donskum, so hví ikki umseta
donsku grundlógini í staðin
fyri at brúka 12 ár afturat til at
penta 700 broytingar til eina
stjórnarskipan?
Góða ølið fór ikki aftur í
nevnd, og tað var sterkur lútur
at svølgja hjá nógvum. Nú er
bara eftir at loyva fínsprittinum,
so kunnu vit fáa okkum eina
trýssarakenning aftur: fílur
og reint spritt/djolly kola ella
Hawaii drim. Tað er drykkur fyri
rættar menn, taldir ella ei.
Og eftir fimm ella seks gløs
telja vit føroyingar, menn og
konur, og koma til, at vit eru
97.178. Og minst líka nógv í
Danmark.
Nevnd aftur
og fram
UmaftUrafturum
høgni djurhuus
Nú fór hatta stríðið
dekan ov langt!
Ósemja í Tryggingarfelagnum:
Stjórin farin
Dimma
Ruddið forsíðuna!
Gásapar stolið
Portal.fo
Ja, og?
Gávukort skulu galda
Dimma
Gomul tíðindi!
Løgtingið mist sambandið við fólki
Edmund Joensen í lesarabrævi
Tað er bara at fara í kríggj!
Trý av fimm stuðla nú Obama
Dimma
Hvat merkir tað?
Ábyrgd avgerð lagnuna
Dimma
Hvat?
Lava setti hol á stórsigur
Portal.fo
Teir parast!
Bank Nordic hug á Amagerbankanum
Dimma
Hvat plagar at
verða tað næsta?
Julian Hansen er ikki undir trýsti
Portal.fo
ranga
í
strúpan
Sosialurin brúkar stórar stavir á forsíðuni. Tað ræður um at gera
vart við góðu søgurnar. Men onkuntíð standa vit øll spyrjandi.
Sum til dømis í farnu viku, tá ið Sosialurin ruddaði forsíðuna við
yvirskriftini: Hótti grannakonu við kvívi. Hvat í allari víðu verð er ein
kvívur? Okkurt serligt slag av knívi? Ella kanska bara ein slagvilla?
Vit síggja javnan bilar, sum verða settir til sølu. Ja, teir verða settir við alfaraveg, so vit øll kunnu síggja, at bilarnir eru til sølu. Nú ein
dagin komu vit fram á eitt heldur øðrvísi akfar, sum stóð til sølu. Ikki hvønn dag at møta einum gaffiltrucki á hendan hátt. Men hann
kundi nú verið hentur í summar. Kanska sum ein opin sportbilur. Kanska til at flyta mat og drykkjuvørur til grillveitslur. Møguleikarnir
eru óavmarkaðir!
Ein maður kemur rennandi inn í ein leikuhandil og
sigur, at hann skal brúka eina føðingardagsgávu til
dóttirina
– Tú kundi keypt eina Barbie dukku, sigur kvinnan í
handlinum
– Ja, lat meg fáa eina.
– Hvørja skalt tú hava? Vit hava veitslu-Barbie fyri
250 krónur, ítróttar-Barbie fyri 275, skúla-Barbie fyri
248, og so hava vit skildu Barbie fyri 3897 krónur.
– Hví kostar tann skilda Barbie so nógv.
– Tí tá fært tú eisini bilin hjá Ken, húsini hjá Ken og
helvtina av pengunum hjá Ken við í keypinum.
Ein kvinna liggur nakin á takinum á gistingarhúsinum
og sólar sær, tá ið ein tænari kemur stórleypandi og
biður hann lata seg i.
– Hví tað? Fyri tað fyrsta liggi eg á búkinum, fyri tað
næsta havi eg handklæði klárt, um nakar kemur upp
her, sigur kvinnan.
– Ja og fyri trað triðja liggur tú á glastakinum á
matstovuni, svaraði tænarin.
Skilda Barbie
Sólferia