Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-05-19, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. mai 2011síða 14

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Hósdagur 19. mai 2011 · Nr. 58 14 Sosialurin Nøvn TØKK Dýrabiðidag – komandi fríggjadag – hevur Havnar­ kórið, sum í ár hevur sítt 45. virkisár, konsert í Müllers Pakkhúsi. Skráin er fjølbroytt, um­ fatandi kórsangir og størri verk frá farnum árum, men eisini við onkrari føroyskari frumframførslu og við nýggj­ ari kórperlum, sum kór ið ikki hevur framført áður. Lagt verður fyri við trim­ um av kórsatsunum hjá gitna danska komponistinum Vagn Holmboe til úrvaldar før­ oyskar yrkingar og kendum barnaskjaldri, sum hann hev ur kórsett. Tínæst fylgja ørindir úr donsku fólkavísuni “Dronning Dagmar” við lagi, sum føringar gjøgnum øldir hava kvøðið á dansigólvi, og sum John Høybye – væl­ kendur eisini í føroyska kór­ heiminum – nýliga hevur lagt til rættis fyri kór. Seinast á skránni fyri steðgin er kórsyrpan La­ mento d´Arianna hjá Claudio Monteverdi ­ ivaleyst fremstur millum tónaskøld um 1600 – um vónloysi við sterkum og eymum kensl um hjá kongadóttrini Ari adnu, sum varð svikin av prins­ inum Teseus, ið hon í sín um kærleika hevði bjarg að úr deyðavanda. Í steðginum fáa áhoyrarnir drekkamunn við køkubita aftur við og fáa eisini høvi til saman við kórinum “at syngja summarið inn” við einum tyssi av úrvaldum, kendum summarljóðum. Eftir steðgin leggur kórið fyri við trimum kórsatsum eftir Sunleif Rasmussen, sum fylti fimti ár og varð fagn aður við heiðursprísi fyrr í vár. Eftir hetta koma tvey norðurlandaljóð, har tað seinna er tríggir av teim kendu “Fire Salmer” fyri kór og baritonsolo eftir Edvard Grieg. Eftir enn tveir úrvaldar europeiskar kórsatsir roynir gamla Havnarkórið seg við einum amerikanskum spiri­ tual, sum ber á tað rytmiska borðið. Solistar á konsertini verða Petra Iversen, Berghild Poul­ sen og sangvinur kór sins kendi danski opera­ og ora­ torii sangarin Lars Thodberg Bertelsen. Konsertin byrjar kl. 17.00. Kórferð til Suðurroyar Umframt konsertina í Müllers Pakkhúsi fríggjadagin, dýra­ biðidag, ger Havnarkórið kon sertferð til Suðuroyar kom andi vikuskifti. Við somu sang skrá sum omanfyri lýst hevur kórið tá konsert leyg­ ar dagin kl. 19.00 í Vágs kirkju og sunnu dagin kl. 15.00 í Tvøroyrar Kirkju. Havnarkórið konsert við felags kórsangi í Müllers Pakkhúsi Hjartaliga takka vit øllum, sum sýndu samkenslu og hjálpsemi, tá elskaði pápi, abbi, langabbi og bróðir okkara Hans Debes Feilberg doyði og varð jarðaður. Takk til familju, vinir og kenningar, sum vitjaðu og vóru um okkum við kærleika og umsorgan. Takk fyri góð og troystarrík orð. Takk til prest, kirkjutænarar, urguleikara, berarar, sangarar og gravarar. Takk til tykkum mongu, sum bakaðu og góvu til ervið. Eisini ein stór tøkk til tykkum, sum hjálptu til við ervinum. Tøkk fyri blómur, kransar, heilsanir og uppringingar. Og tøkk til tykkum mongu, sum fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað. Familjunnar vegna Maria, Jóhanna og Hákun TØKK Vit takka hjartaliga fyri sýnda samkenslu, tá kæri pápi, verpápi abbi og langabbi okkara Johan Hendrik Husgaard andaðist og varð jarðaður. Takk til Hera Joensen, prest, fyri hjálp og góð orð. Ein sertstøk tøkk til starvsfólkið á Heimarustovu á Lágargarði, fyri at tit vóru so væl um hann, ta tíðina hann var har. Ein hjartans tøkk til tykkum, sum á ymiskan hátt hjálptu til í sambandi við jarðarferðina. Takk fyri blómur, kransar og tær peningagávur, sum latnar eru Lágargarði. Hjartans tøkk til tykkum øll, sum fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað. Líggjas, Wenzel og Fía TØKK