hósdagur 19. mai 2011síða 14
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 58 · 19. mai 2011
14
VIKUSKIFTI
StarvSfelagar hansara øvundaðu honum. Stjórar hansara virðiSmettu
hansara avrik. Ídnastu ítróttarfólkini og heimSStjørnurnar úr hollywood.
kummer tosaði við øll og Kummer tosaði við tey, um teirra størstu
loyndarmál og óKendu Síður. tey fleStu ótu søgurnar rátt, meðan nøkur
undraðuSt. hvussu bar tað til, at ungi SveiSiSki journaliSturin slapp so
tætt upp at teimum allar StørStu? svarið víSti seg at vera ógvuliga einfalt
Maðurin
var fullur
í lygn
PORTRETT
rólant Waag dam
rolant@sosialurin.fo
Tom Kummer hevði nakað, eingin ann
ar journalistur hevði. Hvat tað var, visti
eingin og hvussu hann bar seg at, var
øllum ógreitt. Men Tom Kummer hevði
tað í øllum førum. Tað.
Tað, sum gjørdi, at hann fekk sam
band við allar størstu stjørnurnar. Mike
Tyson. Sean Penn. Pamela Anderson.
Charles Bronson. Courtney Love. Kim
Bassinger. Listin av heimsstjørnum var
langur. Hetta í sjálvum sær, er serstakt.
Men tað, sum Tom Kummer hevði fram
um allar aðrar journalistar, var, at
stjørn ur nar tosaðu við hann um alt.
Frá miðskeiðis í nítiárunum fram til
2000, helt ungi journalisturin úr Sveits
populeru pressuna í Hollywood fyri
gjøldur. Royndir journalistar, gamlir í
garði og við einum ovurhondsstórum
net verki, stóðu ikki Tom Kummer
kurl.
Tosaði við Tyson
um Nietzsche
Kummer tosaði við Mike Tyson. Tað
høvdu mangir journalistar gjørt áðr
enn hann, men brutali boksarin er
ikki tiltikin fyri at flúgva serliga høgt
intellektuelt. Tyson plagdi at lata
nevar nar tala og tað gjørdi hann best
í boksi ringinum. Men í samrøðu við
Kummer fekk almenningurin heilt
aðrar síður at síggja av Tyson. Mað urin
hevði djúphugsnar tankar um heims
spekingin Nietzsche. Tyson greiddi
somu leiðis frá, hvussu hann át kakku
lakkar í geglinum, fyri at tryggja sær
nóg mikið av proteinum.
Eisini viðurkendi sjónleikarin og
leikstjórin Sean Penn, vísti seg at hava
stórt innlit í heimspeki, har hann ser liga
var hugtikin av danska Søren Kierke
gaard. Ein annar sjónleikari, Bruce
Willis, gav somuleiðis alternativar
hugs anar hættir til kennar. Í samrøðu
við Kummer segði hann, at góður
moral ur ikki førdi nakran veg.
– Tað er við at vera amoralskur og
kyniskur, at tú flytir teg frameftir, segði
Hollywoodstjørnan við Kummer.
Hesar einastandandi opnu, erligu og
vælskrivaðu samrøðurnar vóru nógvar
í tali. Í samrøðu við bringuprúðu
Baywatch og Playboydulluna Pamela
Andersen, viðgjørdu hon og Kummer
torskildu sciencefiction skaldsøguna
Neuromancer eftir William Gibson.
Charles Bronson, sum er tiltikin harður
hálsur í Hollywood, fortaldi somuleiðis
fyri Kummer, at hann brúkti nógva tíð
upp á at dyrka orkideir. Eisini Kim
Bassinger, Courtney Love, Sharon
Stone, Nicholas Cage og fleiri við
teim um tosaðu við Kummer um sex,
rúsevnir, einsemi og onnur privat og
kenslu borin evni.
Fyrstu samrøðurnar, Kummer
gjørdi, vórðu prentaðar í týska
tíðarrit inum Tempo. Seinni
gjørdist Kummer Holly wood
korrespondentur fyri viður
kenda Süddeutche Zeitung,
men eisini háttvird bløð sum