hósdagur 19. mai 2011síða 15
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Hósdagur 19. mai 2011 · Nr. 58
Sosialurin
Mikukvøldið 4. mai andaðist
Ragnhild einans 52 ára gomul.
Eftir hana sita maður, børn,
tvey ommubørn, mamma og
systkin. Og eftir standa vit
øll spyrjandi.
Spyrjandi um, hví ein
kvinna, sum elskaði lívið
sam an við sínum kæru og
sítt heim so høgt, ikki skuldi
unnast longri tíð í kærleika
og samljóði at hjúkla um tað,
ið henni var dýrast.
Spurningurin
verður
hang a ndi eftir hjá okkum, tí
svarið er ov stórt til tann av
markaða, partabýtta heimin,
vit liva eftir í. Sum tað so vak
urt var lisið upp við jarðar
ferðina:
Tí at vit skyna í pørtum, og
vit profetera í pørtum. Men
tá ið hitt fullkomna kemur,
tá skal tað fáa enda, sum er
í pørtum. Tá ið eg var barn,
talaði eg eins og barn, hugs
aði eg eins og barn, dømdi
eg eins og barn; men síðan
eg eri vorðin maður, havi eg
lagt barnaskapin av. Tí at nú
síggja vit í spegili, í gátu; men
tá skulu vit síggja andlit til
andlits; nú kenni eg í pørtum,
men tá skal eg kenna til
fulnar, eins og eg eri sjálvur
til fulnar kendur.
Fyri knapt tveimum árum
síðani, tá summarið stóð í
besta blóma, fekk Ragnhild
at vita, at hon hevði fingið
krabba mein at stríðast við.
Boð, sum altíð eru ein lemj
andi smeitur fyri tað húski
ella einstakling, tey raka,
eins og tey, ið rundan um
eru. Men Ragnhild valdi at
líta at møguleikanum heldur
enn hóttafallinum, og bar við
tign og virðing sín tunga lut,
ikki at vita, um viðgerðin fór
at røkka ella støkka. Henda
lutin bóru tit, familjan, so
fyrimyndarliga saman við
henni. Mangan hevði hon á
munni, hvussu stóran stuðul
hon fekk frá manni, mammu,
børnum og systkjum.
Ragnhild var eitt menn
iskja, sum hóast hon hevði
sínar meiningar, fór stillisliga
um. Hon legði dent á, at gera
tað væl, ið hon gjørdi, og var
sjáldsama røkin við øllum,
sum fór gjøgnum hendur
henn ara. Hon hevði eisini
eginleikan, at vera líka við
øll, og hennara smittandi
látur og blíða lyndi fingu fólk
at kenna seg væl saman við
henni.
Nógvar hava hugnaligu
løturnar verið í Turiðargøtu,
og í teimum lá Ragnhildsa
partur ikki eftir.
Tú skuldi ikki kenna
Ragn hild
leingi,
áðrenn
tú varn aðist, at heimið og
hennara kæru vóru hennara
eitt og alt. Hesi seinastu trý
árini upplivdi hon ta gleði
at gerast omma at Smillu og
Noam, sum vóru hennara
lítlu eygnasteinar.
Summarið er nú á gáttini.
Henda árstíðin, tá vit vóru
von at síggja Ragnhild ganga
og hjúkla um vakra urta
garðin, er ein beisk and søgn
til tann veruleikan, at Ragn
hild nú er farin. Tað er tungt
at koma inn í Turiðargøtu
og fram við heiminum hjá
tykkum í hesum døgum.
Tá tað kennist so tungt hjá
okkum grannum, so kunnu
vit ikki ætla, hvussu tómt
tað er fyri tykkum, Steinfinn,
Rannvá, Bárð, Helgu, Marjuna
og Klæmint.
Gævi, tit fara at finna
ugga og styrki í kærleikanum,
tit fingu frá henni, ið tit nú
sakna so sáran.
Men nú verða tey verandi,
trúgv, vón og kærleiki, hesi
trý, men størstur av teimum
er kærleikin.
Hvíl í friði, góða Ragn
hild.
Vit í Turiðargøtu
… í fólksins tænastu
Førleiki Tað hevur avgerandi týdning, at almennir stovnar førleikamenna síni starvsfólk. Tað styrkir teir í kappingini um góðu
arbeiðsmegina. Tað hvessir tænastuveitingarnar og fakligu vitanina hjá starvsfólkunum. Tað viðlíkaheldur teirra virði sum
arbeiðskraft. Førleikamenning er tískil eitt aðalmál hjá Starvsmannafelagnum og ein hornasteinur undir øllum góðum arbeiðs-
plássum. Gjaldstovan er fyrimynd í so máta og nýtir 5 prosent av effektivu arbeiðstíðini til førleikamenning.
Okkara styrki
Mítt arbeiði
Tín ágóði
Páll Jacobsen, Gjaldstovan
Minningarorð um Ragnhild Klein Mittelsten
f. 27. februar 1959, d. 4. mai 2011