Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-05-19, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. mai 2011síða 15

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 58 · 19. mai 2011 15 VIKUSKIFTI Die Zeit, Der Spiegel, Neue Zürcher Zeitung, Frank furter Allgemeine, Stern og Vogue prent aðu samrøðurnar, Kummer gjørdi í Holly wood. So tiltiknar gjørdust samrøðurnar, at avrátt var at savna tær bestu í eina bók, sum varð send til prentingar, áðrenn alt var avdúkað og bókaútgávan tikin aftur. Alt var lygn Alt vísti seg nevniliga at vera lygn. Hvør einasta samrøða úr enda í annan, var íspunnin av Kummer, sum ongantíð hevði verið nær námind nakrari heims stjørnu. Tað var eftir eina sonevnda samrøðu við leikkvinnuna Christina Ricci í 2000, at ein starvsfelagið og kappingarneyti hjá Kummer, avdúkaði loyndarmálið. Sostatt gjørdist greitt, at tað, sum Kummer gjørdi øðrvísi enn allir aðrir journa listar, var, at hann leyg. Tað serliga, hann hevði fram um allar aðrar, var lygnin. Kummer sjálvur var púra róligur, tá hetta kom fram. Hann ynskti heldur ikki at bera um umbering fyri nakað sum helst. Hvørki yvirfyri lesarunum, stjørn unum ella teimum báðum blað­ stjór unum, sum fingu sekkin eftir av­ dúkingina. Tað vísti seg nevniliga, at ikki ein einasti blaðstjóri nakrantíð hevði sett fram ynski um, at Kummer skuldi doku mentera nakra samrøðu. Eingin eftir lýsti nakrar bandaðar upptøkur ella annað tilfar, sum onkursvegna kundi prógva, at samrøðurnar veruliga vóru gjørdar. Av tí sama hevði Kummer frítt spæl. Hann kundi gera sum honum lysti og tað gjørdi hann. Tískil er ábyrgdin ikki hansara, metir hann. Í filminum, Bad Boy Kummer, sum nýliga er útkomin um Kummer og hansara avrik, sigur hann soleiðis: – So býttur kann eingin vera, at tey hildu, at eg kundi koma so tætt inn at øllum stjørnunum. Kummer hevur eisini sagt, at hann heldur vil lýsa seg sum listamann enn journalist. Og í bretska The Guardian um dagarnar vaskar Kummer enn eina­ ferð hendur sínar: – Eg skrivaði impressionistiskt, krea tivt og skaldsliga um stjørnurnar í so nevndum samrøðum. Ein og hvør blaðstjóri hevði uppdagað hetta, um ikki hann og fólkini kring hann vóru full komiliga inkompetent, segði hann við bretsku avísina. Hesa sonevndu impressionistisku, kreativu og skaldsligu tilgongdina til journalistikkin, hevur Kummer valt at rópa borderline journalistik. Ein grein, Kummer, sjálvur hevur uppfunnið, men sum kortini ikki er viðurkend millum journalistar kring knøttin. Tað sama kann sigast um Kummer sjálvan. Hann telist ikki longur millum viðurkendar journalistar. Hann hevur roynt seg í ymsum avísum, umframt at hava givið nakrar bøkur út, men fólk hava sera trupult við at taka mannin í álvara. Tískil livir Kummer í dag eina hampiliga anonyma tilveru í Los Angeles, har hann vinnur til lívsins uppi hald sum tennisvenjari. Heilt gloymd ur er hann kortini ikki, tí um dagar nar varð filmurin Bad Boy Kummer frumsýndur; ein filmur, sum er ein roynd at skilja, hví sera evnaríki og dugna ligi journalisturin valdi at fram leiða lygnir og servera tær sum sannar søgur. Tað er undrunarvert, at eingin av mongu heimsstjørnunum, reageraðu upp á sonevndu samrøðurnar, Kummer gjørdi við tær. Sjálvur sigur Kummer seg vita, at bæði Sharon Stone, Tom Hanks og Quintin Tarantino elskaðu hesar samrøður og tankan um, at mongu stjørnurnar prátaðu við hann um ymsu evnini. Tey elskaðu tað, fólkið elskaði tað og tískil gjørdi eingin vrøvl, heldur hann Fakta Mong høvdu gloymt alt um Tom Kummer, og fleiri eru tey, sum ynskja at gloyma hann fult og heilt. Men við filminum »Bad Boy Kummer« er ótrúliga søgan um journalistin, sum megnaði meiri enn tey flestu, aftur vakt til lívs. Í dag er Tom Kummer 48 ára gamal, giftur og hevur tvey børn. Hann er úr Sveits, men 20 ára gamal flutti Kummer til Berlin, har hann byrjaði at skriva. Miðskeiðis í nítiárunum flutti Kummer til Los Angeles, har hann framvegis býr. Avdúkingin av alternativu journalistisku tilgongdini hjá Kummer, verður framvegis skýrd ein tann størsta gølan í journalistiksøgu Týsklands. Umframt at skriva fyri fleiri stórar avísir og tíðarrit, hevur Kummer skrivað fleiri bøkur. Millum annað gav hann í 2007 út bókina »Kleiner Knut ganz groß. Der berühmteste Eisbär der Welt im Gespräch mit Tom Kummer«, sum, sambært honum, byggir á samrøður við ísbjørnina Knút, sum doyði herfyri. KELDUr: the Guardian, BerlinGske oG Bad Boy kummer