Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-05-19, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. mai 2011síða 16

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Hósdagur 19. mai 2011 · Nr. 58 16 Sosialurin Nøvn Føðingar 12. mai fingu Lisbeth Jensen og Eyðfinn Drewsen, Kollafirði, eina dóttur. Hon var 54 cm long og vigaði 3850 gr. Tá eg hoyrdi andlátið av Freydisi mikukvøldið tann 16. mars, vildi eg illa trúgva hesum, tí sunnudagin áðrenn var eg inni á gólvinum hjá henni, og hon var sum altíð blíð og prátaði um mangt og hvat, men hvør skuldi vanta at fáa hesi sorgarboð, tveir dagar seinni. Freydis var lærari her í Haraldssundi frá 1960 til 64, hon búði hjá okkum hesi árini. Síðani hevur hon verið okkum ein góður vinur, ja nærmast sum ein av okkara. Freydis visti nógv um ættargransking, og hevði sera gott minni. Tá ið eg hevði fingið koyrikortið, var eg ofta við pápa og mammu inni á gólvinum hjá henni. Freydis hevði tá bygt hús síni saman við húsini hjá foreldrum sínum. Vit seks sótu síðani og prátaðu. Altíð fall prátið inn á slekt, sum pápi var ógvuliga innaliga í. Pápi Freydis var úr Svínáum og pápi mín var av Oyrarbakka, og mamma Freydis var úr Oyndarfirði, jú tey høvdu nógv at práta um. Oftani var tað seint, vit komu aftur at húsum. Eg helt áfram at vitja Freydis, og hon var altíð fús at práta. Eg segði henni frá mínum áhuga í, at fáa skriva um øll fólkini og ætt teirra her í Haraldssundi. Freydis hevur verið mær ein góður stuðul. Um eg ivaðist í nøkrum, so var bara at fara inn á gólvið hjá henni. Síðani sótu vit har, og funnu tey fólkini, sum eg hevði trupulleikar við at finna; men hon visti beinanvegin, hvar vit skuldu leita. Tað var bara ein lítil løta, so hevði hon alt, og eg fekk tey skjøl frá henni, sum eg ynskti. Sum áður sagt, hevði Freyd is eitt gott minni. Tað hjálpir væl, tá ein fæst við ættar gransking. Hon fekst eisini við at skriva bøkur. Freydis skrivaði nógv og undir vísti í ættar greinsking, so tað var oftani at fólk ringdu til hana um at hjálpa sær. Tað ringdu fólk úr øllum landinum. Hon gav teimum upplýsningar um tað, tey høvdu brúk fyri. Hon sat nú, saman við øðrum og skrivaði Fuglafjarða bókina, men hon fekk ikki gjørt bókina lidna. Við hesum fátæku orðum, vil eg hervið friðhalga minnið um Freydis Poulsen. Harrin styrki tykkum, sum stóðu henni nær. Eg fari og veit, hvar ferðin ber til: Hon ber til Guðs æviga ríki; ja, andanna faðir meg heinta her vil, til landið, har skilnaður ikki er til og sál ei frá sál burtur víkir Friður veri við minninum eftir Freydis Poulsen. Andrass Jacobsen Haraldssund Minningarorð um Bodil Kaja Henny Freydis Poulsen fødd 5. juni 1936 deyð 15. mars 2011 Jógvan Haraldsen var bara 15 ára gamal, tá ið hann flutti úr Vestmanna til Havnar. Fyrsta arbeiði hansara var at hjálpa nunnunum, og tá hevði hann millum annað høsnafarm. Hann lærdi til skips timbr­ ara á Tórshavnar Skipa­ smiðju.. Eitt skifti arbeiddi hann fyri seg sjálvan sum timbur­ maður og smíðaði fleiri hús í Havn. Frá 1970 til 1996 hevði hann renovasjónina fyri Tórs havnar kommunu. Jógvan Haraldsen var bara 20 ára gamal, tá ið hann fór upp í Frelsunar herin, har hann var flaggberi í 52 ár. Hann giftist 29. mars 1952 við Elinborg úr Húsavík, og tey fingu fýra børn, Regin, Eyðbjørg, Magnus og Álvur. Jógvan Haraldsen 19. 6.1924 - 15.5.2012 30. apríl fingu Eyðfríð og Jens Elias Haraldsen, Sørvági, eina dóttur. Hon var 45 cm long og vigaði 2450 gr. 7. mai fingu Astrid Magnussen og Jan Suni Hansen, Tórshavn, eina dóttur. Hon var 53 cm long og vigaði 3500 gr. 11. mai fingu Ragna Gøthe og Áslakk Jacobsen, Norðragøtu, ein son. Hann var 57 cm langur og vigaði 4700 gr. 11. mai fingu Liljan og William Jensen, Skálavík, tvíburar, døtur. Onnur var 46 cm long og vigaði 2285 gr., hin 47 cm long og vigaði 2555 gr. 12. mai fingu Maiken Hammer og Hans Petur Hansen, Hósvík, ein son. Hann var 54 cm langur og vigaði 3550 gr. 12. mai fingu Simona Midjord og Hallgrím Hansen, Kollafirði, eina dóttur. Hon var 51 cm long og vigaði 2950 gr. 16. mai fingu Lena Reinert og John Mikkelsen, Kaldbak, eina dóttur. Hon var 49 cm long og vigaði 3050 gr. 15. mai fekk Jónas hesa fittu lítlasystur. Hon vigaði 2917 gr og var 51 cm long. Foreldrini eru Kirstin Hansen og Jesper Markling, Keypmannahavn. Í blaðnum í gjár var av misgáum skeivur tekstur komin í minningarorðini um Freydis Poulsen. Vinarliga berið yvir við okkum.