hósdagur 19. mai 2011síða 16
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 58 · 19. mai 2011
16
VIKUSKIFTI
4. partur
Albert Isfeld
post@sosialurin.fo
Sunnudagin 13. juni
Leiga biL
Spurdu vit síðan okkum fyri á Pennsyl
vania Station og fingu, aftaná at hava
spurt eini 34 persónar adressuna hjá
Hertz tætt við Penn Station, sum hon
verður kalla. Har stóð kvinna og tók
ímóti okkum. Vit søgdu okkara ørðindi
um at leiga bil. Hon segði, at vit gott
kundu leiga har frá teimum, men eg
mátti fyrst taka hasa gulu telefonina og
ringja til høvuðskontórið í Oklahoma og
bíleggja frá teimum. Spurdi kvinnuna,
um hon vildi hjálpa mær við hesum,
men hon lætst ikki um vón. Eg at ringja,
men fekk ikki kontakt, kvinnan bara
stóð og gjørdi onki. Hetta tímdu vit ikki
at standa model til, so vit rýmdu sera
misnøgd. Kvinnan lætst ikki um vón.
Fóru síðani til AVIS, har fryntligur
mað ur gav okkum adressu, har vit
kundu fara at bíleggja bilin.
Síðan fóru vit á matstovu á 7.
Avenue, at fáa okkum okkurt at eta.
Fóru síðani til AVIS at bíleggja bilin
og her gekk alt sum tað skuldi, og vit
blivu væl og virðiliga avgreidd, so vit
kundu koma eftir bilinum kl. 10,00 tann
týsdagin tann 15.06.
Mánadagin 14. juni
MoMa og shoppingtúrur
The Museum of Modern Art bleiv
stovnað í 1929, og er museum fyri nú
tímans list, og eisini er designlutir fram
sýnaðir á savninum. Íalt eru umleið
150.000 lutir á savninum, og er tað onga
aðra staðni, at so nógv av nútímans list
er savnað á einum stað.
Savnið er víðka og og endurbygt í
1984 av arkitektinum Cesar Pelli, og er
nú ein sera snotiligur karmur um list
av hesum slag.
Uttan er bygningurin sloktur á at
líta við stórum flatum í glasi og metal,
og eisini eru slípaðar grótflátur. Ímill
um allar teir høgu bygningarnar í
hesum kvarteri, sum er ein partur av
bygn ings massanum kring 5. Avenue,
sýnist MoMA sum ein andsøgn í sínum
egna, reina stíli og er lættur at fáa
eyga á.
Innan er vítt til veggja og høgt til
loftið, og eru øll rúmini í ljósum liti.
Sum nakað serligt, eru allastaðni kikk
út mill um skýskravararnar, sum í sjálv
um sær skapa rúmlig listarverk, har
teir standa í ymiskum skapi just sum
kubist isk verk.
Listaverkini á
savninum kenna
vit frá lista bók
um og film um,
og finna vit her
ex press ionist
ar, impress io
nist ar, kubistar,
tey abstraktu og
mangt annað –
og eis ini síggja vit
her tað onkur vil
kalla »Kejserens nye klæder«.
Nevnast kann at Picasso, Van Gogh
og allir teir eru her – man følir seg í
góð um selskapi.
Ein vitjan her er eitt must.
Týsdagin 15. juni
FráFerð Frá new York
tiL baLtiMore
Vit fóru sum vant tíðiliga upp og gjørdu
okkum tilreiðar,
The land
of the free
NEW YORK Høvdu fingið eina adressu á 1. Avenue, Har vit kundu
leIgA bIl frá Hertz. fóru til gongu og komu til 1. Avenue. men
funnu onkI Hertz firma, AftAná at Hava gIngIð í umleið 3 tímAr
AmERIKAtúRUR 7. TIl 30. junI 2010
Picasso
Art Deco bygningur
MoMA