hósdagur 19. mai 2011síða 18
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Hósdagur 19. mai 2011 · Nr. 58
18
Sosialurin
Kjak
Majbritt Pauladóttir
Fyrsta síða á Sosialinum
fríggjadag 13/5
"Tað er gott og behagiligt
at verða kendur, og eg verði
ikki bukaður av nøkrum.
Eg kann anbefala øllum at
blíva kend, sigur danski sjón
varpsverturin Anders Lund
Madsen."
Eg gjørdist ikki sørt bilsin,
tá ið eg á netinum varnaðist,
hvat Sosialurin fríggjadagin í
farnu viku hevði funnið sum
týdningarmestu tíðindi at
bera føroyingum fyri viku
skiftið. Á netsíðuni “Føroysk
rættstaving”
(kjakbólkur
á Facebook við einum 800
limu m) kom lívligt kjak í
gongd. Kjakið hevur snúð
seg um hesi viðurskifti: a)
Hvat at lægsta mark hjá
fjøl miðlunum fyri, hvat teir
kunnu bjóða lesarum sínum
viðvíkjandi
innihaldinum,
og b) Hvar er lægsta mark
fyri, hvussu vánaligur mál
burðurin kann gerast, og
grein in sleppur framvegis
ígjøg num?
Hetta mugu vera týð andi
spurningar fyri týdningar
mestu dagbløð okkara, tí
fram vegis munnu vera nógv
ir føroyingar, sum ikki lata
sær bjóða, hvat sum helst frá
hesum bløðum.
Í kjakinum um málsligu
síðuna undrast eitt av kjak
fólk unum, um eingin orðabók
man vera til á Sosialinum. Ein
annar heldur fyri, at summi
blaðfólk eru fullkomiliga
líka sæl. Vánaligur málburður
og skeiv stavseting til Føroya
fólk er meira reglan enn und
an takið. Spurt verður eisini,
hvat miðlafólkini billa sær
inn? Hildið verður fram, um
miðla fólk ikki vita, hvussu
skaði ligt tað er fyri máls
ligu menn ingina, at ung og
børn lesa beinleiðis skeivt
føroyskt? Afturat verður
spurt, hvussu børn og ung
skulu læra at skriva og mál
bera seg á góðum før oysk
um, tá ið tey dagliga síggja
so vánaligan tekst í fjøl miðl
un um? Og uppaftur verður
sagt, at allir miðlar áttu at
havt rættlesara. Tað átti at
verið kravt, at blaðfólk løgdu
dentin á at málbera seg væl
og skriva rætt!
Sagt verður ofta, at til at
gerast gott fjølmiðlafólk má
ein kunna meira enn bara
at skriva rætt. Hetta er satt,
eingin sigur tí ímóti. Men
tað kann ikki sigast, at blað
fólkið dugir at siga frá á før
oyskum, tá ið málburðurin er
óføroyskur og stavingin av
lagi vánalig. Eitt annað er, at
tað munnu vera fleiri lesarar,
enn bara eg, sum vænta sær
meiri av landsins fremstu
dagbløðum, enn lætti soppa
søgur á fyrstu síðu um full
komi liga
óáhugaverdan
mann,
hansara
fjákutu
hugs anir um lættisoppalív
sítt og nær “hann er kedd
ur! “Tíðindi” av hesum slag
num hava einki at gera í
dygd ar góðum dag blaði, og
als ikki á fremstu síðu. Eg
haldi tað vera við kom andi
spurn ing, hvussu langt dag
bløðini skulu smokka niður
mentanarliga og málsliga,
áðrenn nakar talar at?
Annars hoyra vit ofta tos
um, at dagligt málbrúk má
meira fram í skrivligum tilfari,
tí at “tað er livandi mál”. Alt
gott um dagliga málið og
“túnatosið”. Men vit skulu
hava í huga, at okkum tørvar
at duga onnur kynstur enn
bara dagliga túnatosið. Og
skulu vit læra fjølbroyttan
málburð, tørvar okkum at
síggja ymist mál í skrivligum
tilfari. Uni Arge plagar at
skriva beinrakið um ymist
mál til ymisk endamál. Eg
vil leggja afturat, at eru
vit komin hagar, at tað nú
BARA er “túnatosastílurin”,
sum verður roknaður sum
"liv andi mál", so hava vit
gjørt málinum ógvisliga ill
gerð. Ikki tí, at tað er nakað
ringt í "túna tosinum", men tí
at tað hóskar ikki undir øllum
umstøðum. Skal mál okkara
liva í framtíðini, og skal fjøl
broytni verða varðveitt, mugu
vit eisini duga bók menta mál,
yrkingamál,
skald søgumál
og duga at siga frá fynd uga
og beinrakið. Og duga vit
ikki munirnar, verður fjøl
broytnið burtur í málinum,
og okkum hevur eydnast at
gera enda á vakra móðurmáli
okkara – við vilja!
Av nevndu grein skilir ein,
at blaðmaðurin hevur tikið
upp samrøðu á ljóðfílu, sum
sjálvandi er á donskum, tí at
viðtalsevnið er dani. Síðan
er teksturin klóraður niður
orð fyri orð til eitthvørt,
sum tykist hava føroyskan
ham. Sum altíð skal alt verða
liðugt, áðrenn sett er á. Tí er
arbeiðið gjørt uttan tað atlit,
at føroyskt og danskt eru ikki
sama mál. Hegni og skynsemi
áttu at verið grundleggjandi
í øllum yrkjum, eisini hjá
miðlafólkum. At fólk við av
markaðum royndum duga
ikki at síggja sjálv, at arbeiðið
er vánaligt, er so eitt. Men at
leiðslan megnar ikki at taka
sær um reiggj, tá ið øll mørk
eru farin, tað er nakað heilt
annað. Á ein ella annan hátt
eigur at verða sílað, so at
lesaranum verður ikki boðið
hvat sum helst.
Viðmerkingar frá Kommunu
samskipan Føroya til “inn bjóðing”
frá Føroya Pedagogfelag
Í almennum skrivi frá Før
oya Pedagogfelag 16. mai
verða kommunu og lands
politikarar bodnir á fund
hjá felagnum. Á skránni
er fram løga av trivnaðar
kanning, sum Føroya Peda
gog felag hevur latið gjørt
millum starvsfólk á dag
stovnaøkinum. Men hetta
er vorðið sum inn bjóð ing, tí
størsti parturin av inn bjóð
ingini snýr seg um at niður
gera og ákæra kommunurnar
fyri líkt og ólíkt.
Tað er ikki hissini ummæli,
ið kommunurnar fáa í tíð
indaskrivi, sum nevndin í Før
oya Pedagogfelag hevur sent
fjølmiðlunum í gjár, 16. mai
2011.
Sambært skrivinum hava
kommunurnar ongar polit
iskar visjónir fyri dag stovna
økið annað enn at spara
pening. Politiski áhugin fyri
hesum øki er so at siga ongin,
sigur Pedagogfelagið
Víðari sigur Føroya Peda
gogfelag, at einasta orsøkin
til, at kommunurnar hava dag
stovnar, er fyri at geva børn um
eitt uppihaldsstað, soleiðis at
foreldur sleppa til arbeiðis og
kunnu lata skatta krónurnar
renna niður í kommunu kass
arnar.
Føroya Pedagogfelag ákærir
harumframt
kommunurnar
fyri at sleppa børnum við ser
ligum tørvi upp á fjall og pá
stendur, at fíggjarliga trongdar
kommunur siga seg ikki hava
børn við serligum tørvi, ella,
við øðrum orðum, í hesum
kommununum fáa børn við
serligum tørvi onga hjálp.
Felagið
ákærir
eisini
komm unurnar fyri at steðga
øllum
menn ingar arbeiði
á
dag stovna økinum fyri síðani
at enda við at siga, at trupul
leikin í síðsta enda snýr seg
um mangl andi normering á
dag stovnaøkinum.
Hetta óhóskandi og líka so
óskiljandi álop frá nevndini í
Føroya Pedgogfelag endar við,
at allir kommunupolitikarar
verða bjóðaðir til framløgu
av trivnaðarkanning millum
starvsfólk á dagstovnaøkinum.
Vorðið sum innbjóðing.
Kommunurnar hava
ment dagstovnaøkið
Kommunurnar hava, síð
ani tær í 2000 yvirtóku
dag stovna økið, staðið fyri
fram burði og eini menning,
sum neyv an er sædd innan
nakað ann að økið í Føroyum
nakran tíð.
Kommunurnar hava brúkt
100 tals milliónir til rakstur og
nýíløgur á økinum.
Kommunurnar
stríðast
hvønn einasta dag fyri at fáa
starv s fólki, børnum og for
eldrum teirra so nøktandi um
støður sum møguligt.
Hetta er skylda kommun
anna, og hesa skyldu hava
kommunurnar higartil livað
upp til. Gaman í kann eitt øki
altíð gerast betri, og økið er
eisini í støðugari menning, og
henda menning hevur eisini
hægstu raðfesting í komm
ununum.
Gjald og vald mugu
sjálvandi fylgjast
Tað, sum kommunurnar í
sein astuni hava funnist at, er,
at ymisk arbeiði verða gjørd
ella sett í gongd viðvíkjandi
dagstovnaøkinum, uttan at
kommunurnar á nøktandi
hátt eru tiknar við frá byrj
an.
Veruleikin er, at komm
un urnar hava ábyrgdina av
dagstovnaøkinum – ikki bert
fíggjarliga, so sum Peda gog
felagið førir fram – men so
sanniliga bæði innihaldsliga
og fyrisitingarliga.
Føroya Pedagogfelag ákærir
kommunurnar fyri at steðga
øllum menningararbeiði við
fráboðanini um, at “vit gjalda
og tí skulu vit eisini valda”.
Hetta átti at verið ein grund
leggjandi og sjálvsøgd megin
regla, sum eigur av verða vird
av øllum pørtum, hóast aðrir
partar tykjast at vilja broyta
hetta til, “at kommunurnar
skulu gjalda, men onnur skulu
valda”.
Bróta vit við hesa megin
reglu, sum øll kommunuálit
higartil hava lagt upp til, og
sum útveitingin av uppgávum
frá landi til kommunur eisini
grundleggjandi byggir á, so
fer hetta at hava við sær fíggj
arligan undirgang fyri komm
unurnar. At vald og gjald fylgj
ast, er sjálvsagt.
Trivnaðarkanningin?
Føroya Pedagogfelag hevur
latið gjørt eina trivnaðar
kann ing fyri starvsfólkið á
dagstovnaøkinum.
Burtur
úr hesi rúgvismiklu kanning
hevur Pedagogfelagið valt
at taka eittans punkt út,
nevniliga at tað eru 61% av
starvsfólkunum, sum ikki,
ella í ov lítlan mun kenna
seg virðismett av politisku
skipanini.
Hetta er harmiligt og er ein
trupulleiki, sum kommunur
eiga at taka í álvara.
At nevndin í Føroya Peda
gogfelag bert nevnir hetta
burt ur úr eini kanning á
82 blað síður, fyri síðani at
nýta hetta sum grundarlag
fyri nega tivu umrøðuni av
komm ununum, sigur meira
um nevndina í Føroya Peda
gog felag og hugburðin til
konstruktivt at menna dag
stovnaøkið, enn tað sigur
um hesa annars áhugaverdu
kanning.
Í høvuðsniðurstøðuni av
trivnaðarkanningini stendur
millum annað:
“Kanningin bendir á, at tey,
sum starvast á dagstovnum
í Føroyum, sum heild trívast
í teirra arbeiði. Somuleiðis
vísir kanningin, at ein stórur
meiriluti heldur, at samsvar
er ímillum tað, ið eyðkennir
eitt gott starv, og starvið, ið tey
hava í løtuni.” (s.68 Arbeiðsrit
nr. 26/2010, Granskingardepilin
fyri Samfelagsmenning).
Heildarmyndin
er
góð,
men kanningin vísir á bæði á
negativ og positiv viðurskifti á
dagstovna økinum, á sama hátt
sum tær kanningar, sum fleiri
av stóru kommunum eisini
hava latið gjørt, vísa.
Hesar
ábendingar
taka
komm unurnar í álvara, og ar
beiða dagliga við víðari menn
ing av økinum.
Manglandi virðing
At starvsfólk á dagstovna
økinum ikki kenna seg virðis
mett er ein trupulleiki, ið
sjálvandi skal takast í álvara,
men tað er ein stór mis
skiljing, um nevndin í Føroya
Pedagogfelag heldur, at málið
verður loyst við tí framferð
og orðalagi, sum felagið vísir
í nevnda, almenna skrivi
sínum.
Fyri at siga sum er, so er
tað hugstoytt at fáa eina
almenna innbjóðing, ið er so
negativ og generaliserandi,
og vil eg tí heita á nevndina
í Føroya Pedagogfelagið at
um hugsa ein betur hóskandi
framferðarhátt
í
almenna
rúm inum, tá ið felagið alment
býður teimum fólkavaldu og
fólki annars til fundar.
Hetta hevði í øllum før
um bøtt um virðingina fyri
nevndini í Føroya Pedagog
felag, samstundis sum for
treyt irnar fyri einum góðum
samstarvi um at bøta um tað,
sum tørvar, vórðu munandi
betri.
Gunvá við Keldu
Forkvinna Kommunusamskipan
Føroya