Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-05-19, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. mai 2011síða 17

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 58 · 19. mai 2011 17 VIKUSKIFTI og pakkaðu kuffertini og so avstað við taxa til AVIS bilútleigufelagið á East 43 th. Street at heinta bilin. Aftaná eitt sindur av trupulleikum við gjalds­ kortinum, fingu vit bilin, ein Jeep, góður amerikanskur, rúmligur fýra­ hjóls trekkjari, behagiligur at koyra. Farið var kl. 12.30 eftir East 43th. Street og vendu síðan oman eftir Lexington Avenue eitt stutt strekki og vendu síðan inn í 42nd. Street, til vit fóru undir Hudson ànna við Lincoln Tunnel. Síðan spenaðu vit út eftir New Jersey, til vit fingu fatur á Interstate 95, sum gongur allan vegin til Florida. New York er sera fryntligur býur, og fólkið her er fyrikomandi og hjálpsom, nakað sum í London, sum vit ofta samanlíknað við. Málið, fólkið her tosar, er vakurt enskt við newyorkara accent, sum er sera sjarmerandi. Ljót orð og orða felli, sum tú næstan altíð hoyrir í ameri­ kanskum filmum, hoyrir tú ikki her, øll eru sera væluppdrigin og kurtheislig. Trist, at filmarnir skulu geva okkum eina so avskeplaða mynd av hesum sera blíða og toleranta býi. Og sum vit hoyra, so er newyorkarin stoltur av sínum býi, og tað er sera hugaligt at uppliva og síggja, hvussu teir hámeta tey arkitektonisku stór­ verkini, sum New York hevur í ríkt mál. Ikki tí, vit síggja eisini vánalig verk í ovurstødd og lýta hesi býin almikið og synd er at siga, at teir seinast bygdu ský­ skravararnir eru listarverk, men hetta finnst i øllum býum, og tann seinasti pesturin av glaskassum í fjallahøgum skapi, er ikki júst fremjandi fyri tað annars mentaða umhvørvi, sum ein býur sum The Big Apple er. Eg loyvi mær eina smáfilosofiska hug leiðing av tí lættara slagnum: »Lít andi yvir Manhattan síggja vit teir eldru skýskravararnar standa í klass­ iskari tign millum stóru glaskassarnar og yppa øksl at teirra mentannarloysi. Teir royna at síggja dannaðir út í sínum glasbúnaði við onkrari hallandi síðu ella avskornum horni at bøta um andaligu neyðina – meira blívur tað ikki til – ein sonn oyðumarkargongd«. Katrin, mín lívsfelagi, sum heldur onki helt um hesar ovurstóru glaskassar, helt, at tað sá út til at hesir kassar fjaldu yvir okkurt innanfyri, og tá vit lítla løtu seinni fóru inn í ein slíkan glaskassa, at fáa okkum at eta, síggja vit sjón fyri søgn – beint framman fyri glasfasaduni út móti gøt uni inni í matstovuni stóðu kloss utir stórir metratjúkkir bjálkar og glorvaðu diagonalt beint fyri út sýn­ inum – hetta sást ikki inni í teim eldru ský skravarunum, sum vit høvdu vitja. Tað fyrsta man veit um av euro­ peiskari hjáveru á Manhattan, var tá Italiumaðurin Giovanni Verrazzano í 1524 uppdagaði staðið. Tá búðu her Lenape indianarar. Seinni, í 1625 tóku hálendingar øki og stovnaðu býin, sum teir kallaðu New Amsterdam. Ikki var tíðin teim­ um long lagað, tí í 1664 tóku bretar býin og kallaðu hann New York eftir hertugan av York. Tað er undir bretskum stýri, at New York fær týdn ing sum handilsstaður og í 1754 verður Columbia University stovnað av George II sum Kings College á Lower Man hattan. Tá Amerika tók sær fullveldi í 1779, valdu teir at býurin framhalandi skuldi eita New York og tók býrin nú við tí vaksandi innflytingini at vaksa við rúkandi ferð og ger hetta saman vi indu strialiseringini, sum nú hevur tikið dyk á seg, at New York gjørdist størsti býur í USA og eisini eitt skifti høvuðs staður. Glasbygningarnir Rockefeller Center Við havnarlagi