Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-03-12, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 12. mars 2002síða 20

‹ fyrra síða allar 42 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 50 - 13. mars 2002 • 39 39 ongantíð hava vaskað, sigur Petur, sum kortini vónar, at eisini hesi reiðaríir og manningar við tíðini fara at síggja fyrimunirnar við, at skipini eru rein. Hann sigur, at tey leggja dent á at nøkta tørvin í Eysturoynni og veita eina so góða tænastu sum gjør- ligt. Men koma fyrispurn- ingar úr øðrum økjum, taka tey sær av hesum eisini. - Tað er passaligt at hava eini 4-5 vaskifólk umborð á einum ísfiskatrolara ella línubáti. Í fyrsta lagi vaska vit alla apeteringina væl og virðiliga. Vit vaska og reinsa koyggjuforhang, mottir, leyparar og teppir. Er eingin nytta í hesum, tí tað er gamalt, slitið og skitið, verður tað gamla skift út við nýtt. Vit taka eisini galluna alla, sum hon er. Vit vaska alt upp, skrubba grýtur og reinsa komfýrin bæði væl og virðiliga. Kømur og koyggjur fáa eisini sín umgang, og vit reinsa eisini kuplar og lampur og enda- venda øllum, sum er skitið. Hetta leggja vit stóran dent á, tí vit vilja heldur gera arbeiði væl enn fara frá tí, meðan tað er hálvgjørt. Vit vaska eisini proviantrúmið og koyra útgingna vøru burtur. Maskinrúm og lastin Petur sigur, at vanligt er ikki at vaska maskinrúmini, men er tað eitt ynski, gera tey tað eisini. - Vit hava vaskað eini 5 maskinrúm, t.d. eftir motorumvælingar, og tá eru tey ikki at kenna aftur. Hann sigur, at lastarúm- ini hava tey einki gjørt við, tí hann heldur ikki, at hetta er konufólkaarbeiði. - Tað er mangan torført at ganga í leytarunum, og tað er høgt. So, hetta tori eg ikki at útseta konufólk fyri, sigur Petur, sum tó ikki avvísir, at Eysturoyar Rein- gering við tíðini kanska fer inn á hetta øki eisini. Spurdur, hvussu ofta eitt skip helst skal vaskast, sigur hann, at tað besta hevði ivaleyst verið, um tvær høvuðsreingerðir vóru um árið, tí tá hevði verið minni at farið um hvørja ferð. Men tað vísir seg altíð, at tað verður longri ímillum enn so. Hann heldur annars, at skip skulu vaskast bæði uppi og niðri í minsta lagi einaferð um árið. - Sum oftast vita fiski- menninir frammanundan, at vit koma umborð at vaska,tá ið skipið kemur í havn. Tí plaga teir at rudda nakað sjálvir og seta órudd, t.d. gomul klæði, fløskur og bløð, til okkum at beina burtur. Petur sigur, at tveir dagar er passalig tíð hjá 4-5 fólkum at høvuðsreingera ein ísfiskatrolara ella eitt línuskip, og tá fer tann fyrri dagurin mest til at rudda skipið. Gongur rætta vegin Umframt skipini, sum eru heimahoyrandi rundan um Skálafjørðin og í Eysturoy annars, hevur Eysturoyar Reingering eisini vaskað umborð á nøkrum út- lendskum skipum, eitt nú grønlendskum, sum hava ligið til umvælingar á Skála. - Eg vil siga, at broyt- ingin er rætta vegin; tað gongur soleiðis, sum vit vilja hava tað at ganga, so vaskiarbeiði umborð á skipunum gerst meira støðugt. Nú biðja teir um vasking, meðan teir landa; tað gjørdu teir ikki í fyrstuni. Petur ásannar tó, at tað framvegis eru deyð tíðar- skeið, har einki er at gera, men tað er hansara dreym- ur, at tann tænasta, Eystur- oyar Reingering veitir, verður so mikið eftirspurd og umtókt, at eisini tey deyðu tíðarskeiðini fækkast sum frá líður. Hann væntar ikki, at vaskiarbeiði umborð á skipum verður samanhang- andi alt árið, men at reiðaríir biðja um vasking við jøvnum millumbilum. - Tað er strævið, tá ið alt kemur í senn. Millum jól og nýggjárs vaskaðu vit umborð á sjey skipum, og tá høvdu vit 27 konufólk í arbeiði. Tær fýra, sum vaska fast, vóru við, meðan flestu av hinum vóru skúla- næmingar, sum vildu tjena sær nakrar krónur. Tað er ikki lætt at fáa fólk, sum annars hava frí millum høgtíðirnar, men hetta eydnaðist tó. Petur Gaardlykke sigur at enda, at Eysturoyar Rein- gering higartil hevur vask- að eini 90 skip tilsamans. Tveir dagar er passalig tíð hjá 4-5 fólkum at høvuðsreingera ein ísfiskatrolara ella eitt línuskip, og tá fer tann fyrri dagurin mest til at rudda skipið. Her stákast Ása umborð á einum av teimum 90 skipunum, sum Eysturoyar Reingering hevur vaskað 38 • Nr. 50 - 13. mars 2002 Í fyrstuni bóðu skipini um vasking um jólini og fyri ólavsøku. Nú verður eisini biðið um vask- ing, meðan tey eru inni millum túrarnar. So, tað gongur rætta vegin. - Ein dagur er ov lítið umborð á einum skipi, men tað er einki til hindurs fyri at vaska eitt skip bæði uppi og niðri í tveir dagar, sigur Petur Gaardlykke, sum hevur Eysturoyar Reingering VASKING AV SKIPUM Vilmund Jacobsen Alt byrjaði millum jól og nýggjárs í 1999, tá ið Eysturoyar Reingering fekk til uppgávu at vaska um borð á trolarunum hjá P/F Snaraløki í Saltangará. Síðan vísti P/F Beta áhuga fyri at fáa síni skip vaskað, og seinni fekk Eysturoyar Reingering til uppgávu at vaska fýra skip, sum lógu til umvælingar á skipa- smiðjuni á Skála. Soleiðis byrjaði tað, sum í dag er vorðin ein aftur- vendandi uppgáva hjá teimum 4-5 konufólkunum, sum regluliga vaska um borð á skipum fyri Eystur- oyar Reingering. Fiskimenn positivir - Tað gjørdi góðan mun, at vit fingu skip at vaska, sum lógu til umvælingar á Skála. Hetta gjørdi, at stytri var millum skipini, og soleiðis gjørdist vaskiar- beiði meira støðugt. Seinni hava vit so gjørt eina avtalu við skipasmiðjuna um vasking av skipum, so vaskingin á Skála gongur í allar flestu førum um skipasmiðjuna, sigur Petur Gaardlykke, sum er maður- in aftanfyri skipavasking- ina. Hann vísir á, at hetta byrjaði í smáum, og tað er heldur ikki so løgið, tí tað er torført at bróta gamlar "traditiónir". - Fiskimenn halda óivað, at tað er nóg gott sum er. Tað er bara fjant og fjas at vaska apeteringina so væl og gera so nógv burtur úr umborð. Hetta hevur nokk heldur ikki verið vanligt umborð á teimum smærru skipunum, t.d. ísfiskatrol- arunum og línuskipunum. Petur sigur, at tá ið skip- ini eru vaskað, eru menn fegnir, og tey hava bara fingið positivar reaktiónir. - So, lítil ivi man vera um, at fiskimenn trívast betur umborð á einum reinum skipi enn einum skitnum skipi, leggur hann aftrat. Alt verður vaskað Sum tíðin er liðin, hevur Eysturoyar Reingering fingið fleiri og fleiri skip at vaska og at kalla øll, sum eru vaskað einaferð, venda sær aftur til Eysturoyar Reingering, tá ið tíðin líður. - Enn eru tó nøkur skip her um leiðir, sum vit Eysturoyar Reingering ger tað hugnaligari hjá fiskimonnum: Hava vaskað umborð á 90 skipum Petur Gaardlykke, sum hevur Eysturoyar Reingering, avmyndaður á bryggjuni í Saltangará. - Tað er strævið, tá ið alt kemur í senn. Millum jól og nýggjárs vaskaðu vit umborð á sjey skipum, og tá høvdu vit 27 konufólk í arbeiði, sigur hann Tá ið skipini eru vaskað, eru menn fegnir, og tey hava bara fingið positivar reaktiónir. - So, lítil ivi man vera um, at fiskimenn trívast betur umborð á einum reinum skipi enn einum skitnum skipi, sigur Petur Gaardlykke C M Y K 38