Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-05-19, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. mai 2011síða 20

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Hósdagur 19. mai 2011 · Nr. 58 20 Sosialurin Kjak Bjørt Samuelsen løgtingskvinna Dómsvaldið er hjá óheftum dómstólum Løgtingið hevur talað við greiðari rødd: Nú skal setast nevnd at gera upp skot til føroyskar lógir um rætt­ argang og revsing – umframt at gera tilmæli um, hvussu vit best skipa dómsvaldið í Føroyum. Vert er at minna á, hvat stýrisskipanin sigur um dóm­ stólar í kapitlinum um dóms­ valdið: “Dómsvaldið er hjá óheftum dómstólum, sum virka sambært rættar gangs­ lógini fyri Føroyar.” Vit hava tí skyldu at tryggja okkum, at dómstólar fáa umstøður at virka bæði óheftir og virka sambært rættargangslóg, ið er lagað til viðurskiftini í Føroyum, til samfelag okk­ ara. Eisini yvirtøkulógin – sein­ asta avtala okkara við danir um stjórnmál – sigur greitt, at Føroyar kunnu ikki bara yvirtaka rættarskipan sum málsøki, men eisini “heruppií at seta á stovn dómstólar,” og “Dómstólar, sum føroyskir myndugleikar seta á stovn, hava dómsvaldið á øllum málum og málsøkjum í Før­ oyum. “ Flestu okkara munnu um røða og fata Føroyar sum fólkaræði. Vit smíða okk ara egnu lógir og út­ innan tær um okkara egnu stjórn og fyrisiting. Hóast stýrisskipanin umrøður rættar skipanina, er tó hesin týð andi táttur í fólkaræðinum enn ikki á føroyskum hond­ um, enn ikki skipaður eftir okkara tørvi og tykki. Men mest týðandi er at tryggja fólkaræði, rættindi og tryggar karmar. Vit mugu hava ans fyri føroyskum høpi og tørvi og felags rættindum og virð­ um. Tí verður rættar skipanar­ nevnd nú sett, at gera før­ oyska rættargangslóg og laga støðið undir meiri full­ fíggjað fólkaræði, har vit sjálvi taka ábyrgd av øllum valds býtinum. Leingi hevur verið bíðað eftir hesum týdn ingarmikla arbeiði, sum Løgtingið við ársbyrjan í 1999 samtykti skuldi vera partur av setninginum hjá Grundlógarnevndini, sum skuldi “harumframt gera upp­ skot til eina føroyska rættar­ skipan.” Nakað var gjørt við tann partin, men nú verður so loksins høvi at rógva afturá aftur. Rættartrygdin Tørvurin á føroyskari rættar­ skipan verður alsamt størri, jú fleiri málsøki verða yvirtikin, og jú fleiri lógir, viðmerkingar og tingviðgerðir bert eru á føroyskum. Fólkaræðislig valds býti krevur, at dóm­ stólarnir gera av trætur, verja borgaran ímóti óheim­ ilað um avgerðum, tryggj að valdsbýtið, eisini tá ið Løg­ tingið fer um mark og sam­ tykkir lógir ímóti manna­ rættindum og grundreglum sum líkarætti ella valdsbýti. Tann neyðuga skákanin ber neyvan til, um eitt av vald­ unum virkar á øðrum máli og uttan at vera partur av sama samfelagsliga høpi. Serliga landsrætturin er í dag í sera truplari støðu, tí trý fólk skulu seta seg inn í sam­ felagsligar fortreytir, søgu, tingviðgerðir, alment kjak, myndugleikabygnað, lógir og viðmerkingar í landi á máli, sum tey ikki hava fortreytir skilja, hvørki málsliga ella sum høpi. Fyri vanliga føroy­ ingin er støðan trupul at skula greiða frá støðum, orð­ um og fatanum, ið søgd og upplivað eru á føroyskum, á fremmandum máli. Fyri fyrisitingina og málspartar er sera dýrt at umseta skjalatilfar í rættarmálum til danskt. Vit skulu tó rósa verandi rættarskipan fyri mangan at hava kýtt seg at tryggja føroyskum máli sømdir. Fyrsti umboðsmaður Løgtingsins, Jógvan Andreassen, hevði frammanundan verið dómari í mong ár og skrivaði dómar sínar á føroyskum; E. A. Bjørk skrivaði nógv um føroyskan bygdarætt. Men júst virksemið hjá teimum og øðrum sum dómarar, dómarafulltrúar, ákær ar, kærunevndarlimir osfr. vísa tørvin á fólki við inn liti og fatan at taka dagar ímill um í trætumálum. At føroyingar ikki hava egna rættarskipan, er helst fyri stóran part av gloymsku ella misgáum, tí søguliga høvdu føroyingar egna rættarskipan; so seint sum undir krígnum virkaði føroysk rættarskipan. Á búnaðarøkinum er skipanin við landbúnaðarstevnum mest sum føroysk serrættar­ skip an (við kæru beinleiðis til hægstarættar), á fyri sit­ ingarliga økinum fer fram roynd í kærunevndum og hjá Løgtingsins umboðsmanni. Serliga kann vera vert at vísa á, at partarnir á ar­ beiðs marknaðinum hava skipað fastan gerðarrætt. Heima síðan www.fg.fo sýnir, hvussu rættar støðan øgiliga ofta valdast, hvussu ymsar rættar keldur verða brúktar í senn, sáttmáli, lóg, almennar grundreglur og próvførsla. Revsilóg fyri Føroyar Løgtingið samtykti í fjør at yvirtaka revsirættin; ongin atkvøddi ímóti. Men hóast revsilógin nú er yvirtikin, so er talan um danska revsi­ lóg. Stórt sæð allar broyt­ ingar, sum danir hava gjørt seinastu mongu árini, vórðu fluttar yvir í føroysku revsi­ lógina, áðrenn hon varð yvir­ tikin. Revsilógin eigur at endur­ spegla mentan okkara, og hvussu vit vilja, at okkara sam felag skal síggja út, hvussu borgarin skal taka við rættindum, skyldum og avleiðingum av egnum gerð­ um. At gera munandi broyt­ ingar í revsilóg og herða revsi­ karmin fyri ymisk brotsverk, eigur tí ikki at verða gjørt utt an eina gjølla viðgerð í tí landi, har lógin skal virka, og við hollum grundgevingum. Lætti parturin er at lova hevnd yvir brotsverk, trupl­ ari er at fáa fólk at koma fram við málunum og at fáa brotsmenni til fólk aftur. Ov harðar revsingar gera bæði, at offur og vitni halda seg aftur, og at tann dømdi missir fótafesti og endar í framhaldandi brotsverkum. Her krevst, at rættar­skip­ anarnevndin, ger upp skot til neyðugar broyt ing ar og dagføringar í revsi lógini, so hon saman við brots máls­ um sorgan fæst at hóska til samfelag okkara og bæði steðg ar brotsverkum og djypru orsøkum til brotsverk. Tá uttanlandsnevndin, við táverandi formanni og nú­ verandi løgmálaráðharra John Johannesen á odda, viðgjørdi yvirtøkuna av revsirættinum, skrivaði nevndin í álitið: “Nevndin er samd um, at talan er um stóra avbjóðing at fara undir at orða føroyska revsilóggávu, ið er grundað á føroysk viðurskifti, men eisini á ta norðurlendsku revsi rættartradisjónina. Slíkt arbeiði eigur at verða fyri reikað og skipað í eini ser kønari rættar skipanar­ nevnd. Vit eiga at luttaka í norðu rlendskum samstarvi, sam stundis sum vit skipa innlendis samskifti um revsimál, herundir gransking og undirvísing. Neyðugt er tó alt fyri eitt at fara undir eina bráðfeingis endurskoðan og neyðugar dagføringar av gald­ andi revsilóg.” Betri kundu vit ikki orðað tað, og vit fegnast sjálvandi almikið um, at Løgtingið nú við hollum meiriluta hev­ ur tikið undir við, at rættar­ skipanarnevnd verður sett, so hetta fyri okkara fólkaræði so týdningarmikla arbeiði kemur í gongd. Kári á Rógvi løgtingsmaður Ólavsøkan 2011 Øll søla og øll tiltøk, sum skulu vera á ólavsøku ella lýsast í ólavsøkuskránni í ár, skulu nýta serligt umsóknarblað. Umsóknarblaðið fæst í Snarskivuni og í sjálvavgreiðsluni á www.torshavn.fo. Freistin at lata inn umsóknarblaðið er fríggjadagin 17. juni 2011 kl. 16.00. Umsóknir, sum koma inn eftir hesa freist, verða ikki viðgjørdar. www.torshavn.fo tórshavnar kommuna