Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-05-19, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. mai 2011síða 20

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 58 · 19. mai 2011 20 VIKUSKIFTI Síðan FólkaFlokkurin fór úr landsstýrinum, hevur eitt minniluta­ landsstýri Sitið á landsstýrissessunum, meðan Skiftandi meirilutar hava samtykt hópin av lógaruppskotum í løgtinginum. Summi kalla støðuna ruðuleika, meðan onnur halda, at nú Sleppur Fólkaræðið lokSinS at virka. kanSka er verandi Støða spírin til, at politiSka skipanin verður búgvin til, at minnilutasamgongur kunnu verða Skipaðar í Føroyum Politiskur ruðuleiki veruligt fólkaræði politikkur uni arge ua@sosialurin.fo Rumbul og skrumbl eyðkendi tingfundin fríggjadagin og leygarnáttina, tá løgtingið í samfullar 18 tímar viðgjørdi 27 lógaruppskot, segði formaðurin í Fólkaflokkinum, Jørgen Niclasen, í lesara brævi fyrr í vikuni. Hann hevði eyg leitt, at bæði møði og øði eyðkendu viðgerðirnar og átalaði tilvildarligu at­ ferðina hjá løgtinginum hendan søgu­ liga drúgva tingfundin. Eisini Bjarni Djurholm úr Fólkaflokkinum helt støðuna vera púra burturvið. Ting við­ gerðin var merkt av ráksnúni og takt­ iskum snildi, og nú var ein reyð av­ gjaldsgonga vorðin parlamentariska grundarlagið undir Kaj Leo Johannesen, løg manni, segði hann. Soleiðis sum fólkafloksmenn hava útlagt veruleikan, er lítið og onki skil í nøkrum. Hetta halda teir helst, tí tað vanliga hevur verið, at ein meiri luta­ samgonga hevur sitið trygt á valdinum og samtykt tað, hon sjálv legði fram, meðan andstøðan mátti smyrja seg við at hava góð hugskot, ið ongantíð vórðu samtykt, tí meirilutin ræður jú. Men meirilutin kann vera eitt fyribrigdi í ymsum hamum. Meirilutin kann vera tann sami meirilutin í fýra ár, men hann kann eisini vera fýra, fimm ymsir meirilutar í ein mánað. Hetta seinna fyribrigdið hevur gjørt um seg nú í seinastuni, og tað er áhugavert. Troytt av blokadum Tosaði tú við løgtingsfólk fyri einum hálvum ári síðan ella so, serliga tey yngru, men eisini onnur, so hoyrdi tú skjótt, at tey vóru troytt av at sita í einum tingi, har semja var um nógvar góðar tankar tvørtur um flokkarnar, men har tankarnir ongantíð gjørdust samtyktur politikkur, tí partar av tinginum blokeraðu fyri tí. Ta greiðastu útsøgnina um júst hetta hevði Poul Michelsen, tá hann fór úr Fólkaflokkinum. Hann vildi hava alskyns reformar framdar á tingi, ikki minst ígjøgnum Fólkaflokkin, men skift andi minnilutar stóðu á bremsuni, og onki bar til. Endin varð so, at hann takk aði fyri seg. Tingmenn úr øðrum flokkum hava eisini á annan hátt víst sína misnøgd við, at løgtingið hevur flutt seg so lítið í stórmálum. Nakrir teirra gjørdu tí ikki mætari enn at leggja uppskot fram á ting um at minka talið á tingmonnum úr 33 niður í 25. Hóast hetta kundi tykjast sum eitt populistiskt uppskot, ið skuldi tekkjast veljarunum, hevði tað ivaleyst eisini sín uppruna í eini frustra tión millum uppskotsstillararnar um, at løgtingið hevur verið so trekt at flyta í mongum málum. Færri tingfólk kundu tí kanska bøtt um standin, men hetta vildu tingfólkini sjálv ikki hoyra talan um, og tí fall uppskotið. So var tað, at Fólkaflokkurin fór burtur úr landsstýrinum. Hann kundi ikki taka undir við fíggjarkørmunum, segði hann og fór, samstundis sum fleiri av hinum flokkunum rumblaðu um tilfeingisgjald og aðrar nýskipanir, ið flokk urin hevur verið hart ímóti. Fólka­ flokk urin vildi hava og hevði kanska eisini væntað nýval beinanvegin, men Kaj Leo Johannesen, løgmaður, skalv ikki á hondum. Hann fór fyrst at tosa við Miðflokkin og Framsókn um sam­ gongu, men tað gekk ikki, og so gjørdi hann tað, sum ongin hevði væntað. Sam bandsløgmaðurin fór at tosa við Tjóð veldi um samstarv. Ein søgulig semja Makrelsemjan millum minniluta sam­ gonguna, Tjóðveldi og Framsókn var ein sera áhugaverd semja, ikki bara tí hon sum tann fyrsta politiska avtalan nakrantíð ruddar slóð fyri nógv umrødda tilfeingisgjaldinum á ogn Føroya fólks, men eisini tí hon vísir, at til ber hjá eini minnilutasamgongu í Føroyum at gera avtalu við andstøðuna um eitt stórt prinsippmál. Tað var jú hetta, sum ongan tíð bar til. Avtalan lýsir neyvt, hvussu partar av høvuðsvinnuni skulu umskipast eftir nýggjum meginreglum, og tað má sigast at vera ein nýskapan í føroyskum politikki, ið kundi verið spírin til fleiri tílíkar týðandi avtalur. Flokkarnir, ið hava gjørt makrel­ avtaluna, hava sjálvandi gjørt hana, tí teir halda, at hon var neyðug at gera. Men teir hava ivaleyst eisini arbeitt hart fyri at fáa hana framda, tí teir vildu prógva, at til bar at gera eina av­ ella