hósdagur 19. mai 2011síða 21
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Hósdagur 19. mai 2011 · Nr. 58
Sosialurin
Majbritt Pauladóttir
“Nógvir føroyingar
koyra alt ov skjótt”
Hóskvøldið í farnu viku sótu
nógvir føroyingar og hugdu
at hjartanemandi sending
um, hvussu hart fólk verða
rakt, tá ið tey missa ein av
sínum kæru í ferðsluni. Eg
vænti, at fáur – um nakar –
mundi sita fyri sjónvarpinum,
og ikki gjørdist kensluliga
ávirkaður av tí, vit har sóu
og hoyrdu. Ein, sum sjálvur
hevur mist ógvisliga – í
ferðsluni ella á annan hátt
– kendi helst so mikið meira
hetta vónloysi, ið kemur
oman yvir ein við hugsanini
um, hvussu høpisleysir hesir
tilburðir tyktust vera.
Tó, at eg eri samfelags
áhugað menniskja, eru tað
ikki øll evni, sum fáa meg at
seta meg við telduna at geva
mítt íkast til eitt kjak. Men
føroyska ferðslumyndin – um
eg kann loyva mær at gera
nýtt heiti, mær tørvar beint
nú – er kortini evni, sum fær
kenslur mínar at kóka. Og eg
má siga, at eg eri vorðin illa
skelkað av, hvussu illa nógvir,
alt ov nógvir føroyingar bera
seg at eftir vegum okkara.
Eg havi búð uttanlands
alt mítt vaksna lív. Hesi ár
ini havi eg í tíðarskeiðum
eisini verið í øðrum londum,
enn har, eg havi búleikast
meginpartin av hesari tíðini.
Og nógv er vorðið broytt í
ferðsluni
eftir
evropeisku
vegunum hesi árini. Nógv er
betri. Serstakliga her norðuri
á okkara leiðum er nógv
gjørt at leggja niður í fólki
virðing fyri bleytu virðunum
og øllum lívi. Serliga er tílík
kunning ofta vend ímóti
yngra ættarliðinum. Eg eri
eisini sannførd um, at hevði
einki verið gjørt, høvdu lond
okkara verið líka illa fyri,
sum nógv lond í fjarskotnum
heimspørtum, har eitt manna
lív tykist lítið virði at hava, og
djórini als einki.
Í tríggjar mánaðir havi eg
nú dagliga koyrt 30 minuttir
hvønn vegin til arbeiðis.
Longu tríggjar – 3 – ferðir
havi eg upplivað, at bilur
kem ur við teirri kolandi ferð
beint ímóti mær í mínari
ferðslu breyt. Tí, at eg royni
ikki at koyra harðari enn, at
eg altíð skal hava tamarhaldi
á bilinum, hevur eydnast mær
at bremsa harðliga og sleppa
mær út í jaðaran. Í óbygdum
øki koyri eg vanliga, so at
nálin vísir umleið 85100. Við
júst mínum bili, veit eg tá, at
ferðin er ímillum 75 og 90. Og
her er skelkandi upplivingin:
Kemur bilur og tekur meg
aftur, so veit eg nú, at hann
ætlar at fara fram um meg.
Hetta grettir so ikki, antin eg
koyri 80 ella 90. Stutt sagt, tí
at føroyingar flestir koyra
ikki 8090: Tað er ov seint!
Tað, sum er uppaftur verri,
er sjálvandi, at ikki altíð eru
líkindini røtt at fara framvið.
Eg havi ikki tal á, hvussu ofta
eg higartil havi bremsað niður
í 5060, fyri at hjálpa hinum
garvilla
framvið.
Annars
hevði vanlukka staðist av, tí
har kom annar bilur ímóti
í hinari koyribreytini. Eg
endurtaki: Eg er givin at telja
tilburðirnar, tí tað er so at siga
annanhvønn dag, og onkuntíð
upp í fleiri ferðir hvønn dag.
Hesar seinastu tríggjar
mánaðirnar havi eg tíverri talt
tveir deyðar seyðir, og bara
tríggjar tær seinastu vikurnar
eina deyða kettu og sjey
harur, umframt fleiri fuglar.
Fyrst liggja harurnar har illa
farnar, og tá ið eg eri ávegis
øvuta vegin seinni um dagin,
liggja tær enn har, men nú
kleimdar niður í vegin. Tað er
syrgiligt og ikki sørt skelkandi
at síggja tílíka vanvirðing fyri
øllum livandi.
Í gjár ávegis heimaftur úr
arbeiði síggi eg eftir vegnum
í
Kollfjarðardali
eina
ær
við lambi tætt við vegin.
Tey standa og eta fram við
koyribreytini. Eg bremsi eitt
sindur niður, ikki harðliga,
tað er ikki neyðugt, og eisini
er bilur beint aftanfyri. Har
afturat leggi eg meg eitt
sindur inn at miðjuni fyri ikki
at koma teimum báðum á
jaðaranum ov nær. Men hvat
hendir? Maðurin í bilinum
aftanfyri gerst sansaleysur av
øði, heingir seg fastan í hornið
og fer við teirri brølandi ferð
og ýlandi horni fram við mær!
Eg haldi, at eg við mínum bili
vardi ærina og lítla lambið.
Meira enn eina ferð havi
eg undrast, um tað er norska
skeltið á bilinum hjá mær,
sum fær illsinnið so í kók?
“Hatta svaka norska petti úti
og koyrir hesa tíðina, sum eitt
skítbýtt, so at fólk sleppur ikki
til arbeiðis!” Eg veit ikki. Men
okkurt svakligt stingst upp
á hesar bilførarar, tí eingin
kann koyra á henda hátt, og
ikki duga at hugsa sær, at
vanlukka kann standast av
sovorðnum atburði.
Sendingin í sjónvarpinum
mundi nema við onnur enn
bara meg. Men tvey ting, sum
har vórðu søgd, fari eg at taka
uppaftur og royna at seta
sjóneykuna á. Har varð sagt,
at “nógvir føroyingar koyra
alt ov skjótt”. Hetta er ikki
bara satt, men hetta er bart út
at gera ov lítið av. Eg sigi tað
so týðiliga: Nógvir føroyingar
koyra skilaleyst og áttu at
mist koyrikortið. Og summir
teirra áttu helst ongantíð at
havt fingið tað.
Eisini varð sagt, at “tíverri
læra fólk ikki av feilum, sum
onnur hava gjørt”. Hetta er
sonevnd “sannroynd”, sum
vit góðtaka um nógv onnur
viðurskifti í samfelagnum.
Tað vil so vera, at tað oftani
kann tykjast, sum fólk læra
ikki av royndum, sum onnur
hava gjørt sær. Men í altjóða
skiparakstri, har eg havi
havt mína gongd í øll ár, er
ikki loyvt at hugsa soleiðis.
Skipafeløg, sum ikki hava
skipanir, sum skulu byrgja
fyri, at vanlukkur og óynsktar
hendingar endurtaka seg,
sleppa snøgt sagt ikki at flyta
olju fyri stóru oljufeløgini
Shell, Exxon, BP, Statoil, Elf
og onnur. Hvussu mikið
meira hevur ikki eitt samfelag
skyldu til at seta forðingar
upp og royna at byrgja fyri, at
fólk í bilferðsluni sleppa ikki
at gera sær ta ringu roynd at
vera atvoldin, at menniskja er
deytt í ferðsluni? Samfelagið
kann ikki góðtaka, at her skal
ein og hvør “sleppa” at gera
sær sínar egnu ringu royndir.
Vit kunnu ikki bíða eftir, at
allir hesi vitleysu bilførarar
hava gjørt tað, at onkur doyr,
áðrenn teir vónandi fáa skil
fyri at koyra við varni og
ansni. Einki samfelag hevur
ráð at bíða eftir tí. Og Føroyar
hava so als ikki ráð til tess!
Tórshavn, 15. mai 2011
Eyðun á Borg,
dansklærari
So synd í
donskum máli
í Føroyum!?
DANSKT VALLÆRUGREIN
Í
MIÐNÁMSSKÚLUM:
Danskt skal eftir ætlan
verða val lærugrein í okkara
mið náms skúlum.
Frálíkt!
Landsstýris kvinnan hevur
gjørt eitt gott arbeiði í góð
um sam starvi við danskar
myndug leikar. Øll áttu at
verið glað; men so koma
hasir dansk lærararnir við
sínum marg háttliga, opna
brævi, og tú spyrt teg sjálv
an, um vit eru í 1911 ella
2011!?
SNÓPISLIGT? Ja, ella
tað, sum verri er. Eitt er, at
hasir akademisku dansk
lærararnir senda løgtingi og
Føroya fólki eitt slíkt bræv
við málsligum skeivleikum,
tað gera so nógv; men hasin
himinrópandi undirbrotligi
hugburðurin, er hann veru
liga til í Føroyum á okkara
døgum?
ØRINDREKAR
DANA
MÁLS: Eg endurgevi okkurt
úr grein teirra: 1) “Norðurlond
menna danskt, vit taka læru
greinina av.” 2) “Hvørvur
danskt sum lærugrein úr
føroysku skúlunum, fer tað
at taka nógv ár at byggja før
leikan upp aftur.” 3) “Hesar
avleiðingar kunnu gerast
álvarsligar, “.
Hatta er so “langt úti”,
at ikki er vert at gera við
merkingar til slíkt. Skjóta
hasi fólkini spurv við kanón?
Sjálvmál, segði onkur, nú
vit eru á málsliga økinum.
Danir geva okkum málsligar
sømdir, og føroyingar fara at
garta og mótmæla. Jú, søgan
endurtekur seg!
Góðu tit! Talan er um
eina vallærugrein í mið
náms skúlum okkara!
KÓDNA Í DONSKUM: Í
Føroyum eru vit um at kódna
í donskum máli. Sjónvarp,
teldur, bøkur, bløð, havra
grýns pakkar o.s.fr., o.s.fr.;
næstan alt er á donskum.
Og allir dansktímarnir í
skúlum okkara. Hvat gera so
hasir dansklærararnir? Jú,
teir samanbera okkum við
íslendingar!? Mangt skalt
tú hoyra!
MÓÐURMÁLIÐ BLØÐ
IR: Meðan summi gremja
seg um støðuna hjá donsk
um máli í Føroyum, ja, so
bløðir móðurmálið! Nógv,
sum tú hoyrir í vørpum og
millum manna, er ein skurv
blandingur av føroysk um
og donskum! Stavsetingin
er í nógvum førum út av
lagi, bæði millum miðlafólk,
skúlafólk og onnur!
GROVAR STAVIVILLUR:
Í somu Dimmu fyrr í
vár skrivaðu t.d. tríggir
blað menn
navnhátt
við
ðending!!!
(Navnháttur:
at skriva, at lesa o.s.fr.).
Eitt sindur seinni skrivaðu
tvey blað fólk hjá Dimmu
hvørjum fall við ðending!!
Tað er annars ikki bara í
Dimmu, at slíkt er at síggja.
Hvar enda vit?
Tað er ein trupulleiki við
donskum máli í Føroyum í
dag: Vit duga tað ov væl! Vit
hugsa á donskum, og tað er
ikki so løgið.
E.S.: Annars skilagóð orð,
sum Jonhard (til lukku, Jon
hard!), Dávid og tey ungu í
Sjálvstýrisflokkinum skriva
um dana málið.
Við føroyamálskvøðu
á Borg á Argjum á ternudegi
2011