Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-05-19, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. mai 2011síða 21

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 58 · 19. mai 2011 21 VIKUSKIFTI talu millum eina minnilutasamgongu og andstøðuna. Hava veljararnir verið deyða troyttir av kegli og stillstøðu í politikk inum, so hava politikararnir sanniliga eisini verið tað. Ein brennandi hugur hevur tí verið millum fleiri politik arar at fáa flutt føroyskan politikk inn í eina nýggja tíð, har skyn­ semi og framdrift seta dagsskránna og ikki uppslítandi kríggj í gomlum skot­ gravum. Tá makrelavtalan var vorðin veru­ leiki, skuldi ein hildið, at stjórnar­ skipanar uppskotið, ið jú hevur skulað skapt ta breiðu semjuna á tingi um støðu Føroya, eisini fór at verða samtykt í besta sóma. Hetta vónaði formaðurin í nevnd ini, Hans Pauli Strøm, ið hvussu er inniliga. Men tá málið var fyri, at­ kvøddu fimtan tinglimir fyri at beina málið aftur í nevnd, og fjúrtan at­ kvøddu ímóti. Lítið hoyrdist um, hvør at kvøddi hvat, men í meirilutanum vóru atkvøður hjá Tjóðveldinum, Mið flokk inum, Sjálvstýrisflokkinum og Fólkaflokkinum, tvs. gamla full­ veldisvonginum. Hans Pauli Strøm var í øðini um, at málið endaði aftur í nevnd, og tað var eitt nú Sjúrður Skaale eisini, men hetta málið vísti so, at tann altavgerandi ósemjan í føroyskum politikki – hvørji eru vit, hvussu skulu vit fatast, skulu vit virða allar aðrar skipanir, ella skulu allar aðrar skipanir virða okkara – enn ger seg galdandi. Summir flokkar vilja bara ikki samtykkja orðingar, ið kunnu verða tulkaðar sum, at før oyingar sjálvir siga seg fara undir donsku grundlógina. Aðrir flokkar taka støði í dagsins veruleika og siga, at tílíkt er akademiskt tos, ið skal halda einum elli gomlum stríði á lívi. Óvæntaðar samtyktir Fekst ongin semja um stjórnarskipanina, so var ólíka lættari at skapa meirilutar á tingfundinum fríggjadagin og leygar­ náttina og í onkrum máli, ið varð við­ gjørt fyri tann fundin. Uppskotið um at bryggja sterkt í Føroyum er loks ins samtykt, eftir at tingfólk ímóti dupult­ morali fleiri ferðir hava roynt at fingið tingið at taka undir við tí. Minnilutar, sum frammanundan høvdu blokerað fyri, at uppskotið varð samtykt, heittu undir viðgerðini á løgmann um at steðga óskilinum og skriva út val, áðrenn tingið gjørdi ov stóran skaða. Gomlu blokadurnar virkaðu ikki meira, og ynskini um val kundu tí mint um ráða loysi. Á drúgva tingfundinum fyri viku síðan loysnaði so av álvara, hvat óvænt aðum meirilutum viðvíkur. Ting­ skipanin varð eitt nú broytt, so mál, ið viðvíkja grundlógini, heima stýrislógini og millum tjóða sáttmálum, ikki kunnu verða burturvíst í løgtinginum. Hetta uppskotið áttu andstøðulimir, og tað varð samtykt við 17 atkvøðum fyri og 14 ímóti. Eisini varð samtykt at seta niður rættarskipanarnevnd, sum skal gera uppskot um grundleggjandi rættar gangslóg fyri Føroyar og koma við áliti í seinasta lagi í november 2012. Hetta kann gerast byrjanin til, at dóm­ stólarnir verða føroyskir. Uppskot um at endurstovna Ferðaráð Føroya og geva tímaløntum rætt til barnsins fyrsta sjúkradag vórðu eisini samtykt á drúgva tingfundinum, og hóast øsingin var stór viðhvørt, so var fundurin í roynd og veru merkisverdur. Hvat hevði hent, um løgtingið í longri tíð arbeiddi á hendan hátt, tí tingfólk ikki tímdu at skipa vanligar samgongur, har minnilutar ofta blokera fyri, at stórmál verða samtykt? Ivaleyst hevði politikkurin verið tilvildarligur við­ hvørt, men summar broytingar høvdu heilt vist komið ígjøgnum, sum annars hava verið steðgaðar í fleiri ár. Er hesin arbeiðsháttur verdur at royna? So avgjørt ikki, halda summir politik arar, sum við einum føstum meiri­ luta vilja hava sítt ígjøgnum og annars halda allari andstøðu burtur frá ávirkan. Men viðhvørt fara paradigmuskifti fram í politikki. Tíðirnar broytast, og brádliga verður stundin búgvin til at seta í verk tankar, sum fyrr vóru fjarir dreymar. Kanska er stundin tí komin til at royna eina minnilutasamgongu eftir valið, sum ger fastar avtalur um stuðul til nýskipanir. Tað kundi riggað. Men mótstøða verður ivaleyst ímóti tí. Mót­ støða frá teimum, sum vilja hava ein tryggan meiriluta at forða fyri tilvild og ov stórum broytingum. Tingfundurin fríggjadagin og leygarnáttina vardi í 18 tímar. Mangir vóru meirilutarnir á hesum fundi, men sjáldan vóru meirilutarnir teir somu. Ruðuleiki ella veruligt fólkaræði? Meininganar eru ymiskar myndir: Jens Kristian Vang Fakta: Kaj Leo Johannesen, løgmaður, heldur ikki verandi støðu í politikk­ inum minna um ruðuleika. Í lesara­ brævi mikudagin skrivar hann: »Vit hava nú sett sjøtul á eina broytingartíð í føroyskum politikki. Einstakir tinglimir kunnu ikki longur blokera mál og hóreiggja sær, sum teimum lystir. Fólk eru troytt av, at minnilutar seta alt í veð – bæði samgongu og flokk – fyri at steðga málum, tey ikki persónliga kunnu taka undir við. Hetta hevur verið til stóran ampa fyri politiska arbeiðið og tarnað neyð ugum reformum og broytingum í okkara samfelag.«