Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-05-19, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. mai 2011síða 22

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Hósdagur 19. mai 2011 · Nr. 58 22 Sosialurin Agga Niclasen meining@meyl.fo Lat nú tey órættvorðnu fáa frið! Lat meg bara byrja við Wayne Rooney. Ja, hann!, Manchester United-leikarin. Óuppdrigni lortendin, sum hann er, ófittur sum beri fanin, og sum er hví, mær dámar hann. Rooney hevði akkurát skor að eitt hattrikk ímóti West Ham, og ístaðin fyri at boksa hornaflaggið ella mussa kameralinsuna, fanga hann og kameramaðurin hjá Sky hvønnannan, og ýlur “You fuck ing beauty”. Alt England á gosi. Tað er óvist, um tað er tí, at hann er United-leikari, er so ónossligur í atferð ella tí, at onglendingar ikki høvdu hoyrt “fuck” fyrr, sum væl ikki er nakað eksplisitt banniorð longur, men hann bleiv bann- aður at spæla tveir dystir fyri at banna. Nú, eg haldi ikki, tað er gott at banna. Ein ávís virðing eigur at kringa spælið, og ítrótt annars. Eg eri pápi at fýra, og royni sum best at koma mær undan illbønum. Ikki tí, eitt “helviti” her ella eitt “pínadoy” har fer treyðugt at forkoma teimum moralskt, men tí at onnur og minni ídnaðarslig orð eru til taks, taki eg oftast hesi framum. Tó, onkuntíð, eins og við sarkasmu og háðan, er lekk urt at banna so at fremja meiningina. Men revsingin, Rooney fekk, hevur einki við virðing at gera. Nei, viðferðin hjá enska fótbóltssambandinum og littu pressuni, hvørs lynsj- mentalitetur til eina lúsa ill- bøn er heilt óhoyrd, er enn eitt dømi um sosialstýring. Um betrivitandi kontroll- frikar, ið halda seg hava ein óyvirlítandi moralskan myndugleika at gera av, hvat vit sleppa og ikki sleppa, sjálvt um tað, vit ikki longur sleppa, eitt nú at niðra islam og politiskt korrektar økofrikar, á als ongan hátt skaðar hesi, ið halda seg vera rakt. Samanumtikið ein evrope- isk stevna, har politikarir skíta á okkara rætt til privatlív, men ístaðin, og leiddir av “prógvum” frá sínum stovnum og stovum, halda seg hava rætt til at gera av, hvussu vit verða mest lukku lig. Stavnurin, ið bannaði inn í filmstólið, tað er hann. Tað er, hvør hann er. Soleiðis sær hann út. Soleiðis ber hann seg at. Ókey, hann er ein seriu- hjúnabandsbrótari, men ikki nakar Che Guevara, eitt seriu- myrðandi uppreistrarikon. Tað er ósiðiligt at lata fleng mogg- andi Rooney fáa toygg ið, bara tí hann ikki um boðar hatta nydeliga og eyð mjúka ung- fólkið, vestur lendskir mynd- ugleikar og tess manna hat andi ávaringar stovnar søkja. Eg skilji væl hví fótbólts- heimurin stúrir fyri Rooney. Hansara hvessandi andlit og illsinnisgleps passar ikki inn í tí nýggju, reinu, sanitetseraðu útgávuna av einum spæli, fyri ikki at siga verð, frælsis- stjalandi myndugleikar og partafelagsítrótturin ynskir at prosjektera. Nei, vit vilja hava ein tanka leysan og træklemmandi ungdóm, ein smílandi og sæl- an ungdóm. Ein ókritiskan ung dóm; ein, ið heldur tað sama sum hini og substituerar fríggjadagsbomm við økolog- iskt brokkoli. Ein lýdnan ungdóm, sum ikki tosar um prinsippir, um framsagnarfrælsi og nakað so rættvíst og íborið sum hevnd, men ger, sum hann fær fortalt. Harrin forbjóði, um Rooney og hansara ópenu og ókorrektu X-Box spælandi kollegair kanska hava følilsir eins og vitonnur, ið ikki enn eru vorðin formyndað íhel. Tað tykist sum um, at tey, ið ýla mest um tolsemi, faktiskt hava minst tol, og er tað henda tagn aðartyranniska elita, ið krevur at umvæla Rooney og hasi friðarspillandi elementini, ið ikki vita, nær tey skulu halda hol. Sjálvrættvísa elitan ynskir at siga honum, hvussu hann skal uppføra seg. Hon ynskir at gera honum greitt, at ikki bara skal hann halda uppat við at banna, men at hann skal flenna upp um bæði oyru, tá ið hann skorar. Tað er nú heldur ironiskt, tá tú hugsar um tað: handa sama stokkkonservativa javnaðar- elitan, ið brúkar ósømiliga orku uppá at fortelja sínum nikk andi massa, hvussu ræðu- ligt tað er, at ungdómurin nú á døgum ikki er nóg glaður, egin liga er tann sum, ja, ikki er nóg glað. Hasir ússaligu fanarnir sóu Wayne Rooney skora eitt brill iant hattrikk á Upton Park, men teir eru ikki glaðir. Ístaðin gera teir ikki annað enn at stuna og vena seg um eitt neyðars banniorð. Opinberiliga eru vit ræðslus ligin fyri spontaniteti. Helst er tað akkurát hes in, ið argar. Tað er jú í hes um, at landsapparatið risiker ar gerningar, ið ikki framman- undan eru fyriskrivaðir. Gera vit nakað so spontant sum at opna ein kipsposa, til dømis, fáa vit at vita, at “tað er bara at blíva við, so oyðileggja tit planetina, tykkara hedon ist- isku umhvørvissvín.” Ikki bara er kips ófor- skammað dýrt, og er blivið tað í tráð við at vit renna meiri og meiri og meiri... og meiri, og at forbjóðandi Fólkaheilsuráðið heldur seg vera vigtigari enn tað í grundini burdi verið, men nú boðar reyðgrøna ørinda- blaðið hjá føroyska daddu- statinum, Strok at navni, frá, at etur tú kips, gongur verðin undan. Tey rationellu vita væl, at hetta er óblandað bullshit og vatmelóns-propaganda, men hey!, boðskapurin hevur longu fingið fastatøkur. Eitt er ein kipsposi ella seks, sum vit vegna illa vorð- num feittsýrum harumframt blíva so ónormalt feit av. Verri er, at vit nú eru so bebba-rædd fyri spontaniteti og sam- felagsligum avvikum, at vald- skipanin nú tráar eftir eini robotts ligari einvending, og tá ið problembørn sum Rooney, sum forrestin elskar kips, ikki eru við uppá tað, verða tey revsað. Forboðsfólkini øtast, tí Rooney er ein fyrimynd, siga tey, og tá ið hann bannar, fara børn at halda, at tað er í lagi at banna. Ja, sjálvandi, og tí er tað, at tá ið sonurin sær Tim Cahill boksa hornaflaggið, tá fer hann at gera tað sama við kettuna. Nei, soleiðis fungerar tað ikki rættiliga. Eg veit ikki, hvussu tómur nýríki Rooney er, men hann er so ongantíð ein fyrimynd, bara ein framúr fótbóltsspælari. Vit, foreldur og onnur, eru fyri- myndirnar. Í samband við vitjan av ís lendska forsætismála ráð- harr anum og hennara betru helvt fingu vit so eitt meiri staðbundið dømi um hvussu tey órætt vorðnu aldri fáa frið, tá ið tann altíð so kon sensus- krevjandi Uni Arge, viku- skiftis høvundur hjá Sosia lin- um, skrivaði: “Trongskygdir borgarar og politikarar fara altíð at siga sína hugsan, og fólk sum Jenis av Rana skulu eisini hava rætt at tala frítt. Men veruleikin er, at føroyingar í løtuni verða úthongdir í heimspressuni sum ógestablíðir homofobar og víðgongdir ørvitisknokkar. Vit eiga at staðfesta í okkara nýggju stjórnarskipan, at í Føroyum er rúm fyri øllum, og við lógini á lofti vísa um- heiminum, hvat okkara veru- liga virðisgrundarlag er.” Álvara, øllum? Eisini Jenis av Rana og “frelstum” ørvitis fiskum, ið á ongan hátt yvirhøvur skaða nakran? Teirra “brot” er at hava eina “órætt vorðna” meining. Tað er tað. Eina meining, sum ikki so mikið sum leggur upp til eina óbein leiðis hóttan. Tað er nettupp poengið við einum fólkaveldi, einum liberal um fólkaræði, ið jú er treytað av eini áhaldandi ósemju, at tað skal rúma bæði Jenis av Rana og Wayne Rooney. Talufrælsi eigur ikki bert at vera fyri keði lig og bor andi fitt fólk og moralskar relativistar, hvat enn Theodor E. D. Olsen—sjálvur ein teirra — roynir at billa tær inn. (Hetta er, hóast alt, sami klima- prestur, ið gav mannaættini, kapitalismuni og yvirforbrúki yvirhøvur, skyldina fyri at hvítabjørnin fór at doyggja út, tá ið faktum er, at í dag eru 25000 hvítabjarnir samanborið við 5000 í 1940.) Tvey ting. Tað er sera iva- samt í hvønn mun føroyska umdømið verður svertað. Eg lesi dagliga útlensk dagbløð, skikkaðar heimasíður og, í ovurmát, útlendskt útvarp, ser- liga enskt, og higartil havi eg hoyrt... akkurát onki um Jenis av Rana ella homofobisku Før- oyar. Øll samfeløg rúma homo- fobar, rasistar, slagistar, eisini “fyrimyndarliga” Danmark, sum kortini er tað mest fremm andahatska og óliberala land ið í Evropu, og tí er Jenis ikki ein søga. Nummar tvey. Tað er væl betur at hava ódámligar mein ingar undir ljósinum enn goymt undir teppinum, har tær fáa loyvi at liva seg feitar og púr asta óavbjóðaðar. Harumframt er tað polit- isk analfabetisma at lokka fíntfølandi myndugleikar at klemma eina so grund- liggj andi lóg, so ævig sum ein stjórnarskipan, bert tí at “veruleikin” hjá einum viku- skiftishøvundi fortelur honum, at vit føroyingar í løtuni verða úthongdir í heimspressuni sum homofobar. Ein stjórnarskipan, ella grund lóg, skal væl grundast á nøkur djúptøkin, verldarvon og tíðarleys virði, hvørs innihald og prinsipp ikki lata seg lita av, hvat er “uppi í tíðini”. Tak John Stuart Mill! Hans- ara størsti ótti var ikki so nógv hetta, at avdúka maktina, tey ráðandi og statsmaktina, men — sum Flemming Rose kallar tað — “den offentliges menings tyranni.” Og tað er júst hetta, ið hendir hjá okkum, serliga tá ið landsapparatið er so veikt og grunt og virðisfátækt, at tað ikki so nógv er stats makt- in, men heldur felags skaps- normar, har tað er ein elita ella ein felagsskapur, sum ger av, hvat tú kanst loyva tær at siga. Søguliga sært tú, at norm- arnir, hvat tú kanst siga, broyt- ast støðugt, og at hesir ikki so nógv eru stýrdir av hvørt tú hevur nøkur universell virði ella eina ávísa virðing fyri menniskjanum, men aleina stýrt og treytað av hvussu tað einstaka samfelagið, einstaki felagsskapurin, uppfatar, hvat tú kanst loyva tær at siga, og hvat tú ikki kanst loyva tær at siga. Uni Arge og, tíverrri, ein asins rúgva av “modernaðum” meiningsmyndarum tykjast at hava eina upppumpaða mynd av Jenisa yvirtalingarevni, og lítið álit á hansara egna før- leika at sannføra. Men gakk við politiskum dirvisloysi. Tað veruliga órógv- andi er Unasa støða, ið jú er for nermandi sum ólukkan fyri tann meiniga mannin. Ætl andi eru vit so góðvarin og so pill- býtt, at bert við at lurta eftir Jenis ger, at vit formast til eitt bøssahatandi harkalið. Hví ikki geva Jenis av Rana allar møguleikar frítt at siga sína hjartans meining, fyri síðani at lata hann standa til svars fyri einum skilagóðum almenningi? Tað má vera tað, tagnaðartyranniska elitan og tess paternalistisku fylgis- svein ar halda: at tú ikki sjálvur klárar at hugsa. Problemið er, at vinstra- vongurin er blivin ótole rant ur fyri eini opnari og gjøgnum- skygdari atgongu til fría fram- søgn. Uppruna-marxistar, ið endaðu sum vælbjargaðir sosial demokratar, eru nú eins substansríkir og sukurvatt á síðsumri. Og tí er tað, at tá ið vitaðrir, liberalistarnir, taka undir við anti-sensuristiskum áskoðanum, og tí vilja strika 266b, verða vit ákærdir fyri at vera homofobar. Noam Chomsky segði tað so væl: “If you believe in freedom of speech, you believe in free- dom of speech for views you don’t like. Goebbels was in favour of freedom of speech for views he liked. So was Stalin. If you’re in favour of freedom of speech, that means you’re in favor of freedom of speech precisely for views you despise.” Men hetta sær ikki út til at rína við býttu elituna... Ístaðin, tak væl ímóti eini verð, har tey, ið víkja frá nor- malinum, ið hætta sær at bróta slóð og siga tað óhugsandi, og tora at manifestera síni sjónarmið, enda sum útskot! Ein verð, har tey “klóku høvdini” forlanga, at tú lenar teg at teirra idéfátæku kanningum og terroriserandi tilmælum, heldur enn at lena teg at egnum morali—og gera nakað so kollveltandi sum at hugsa fyri teg sjálvan. Ein dag, kanska, fara vit at síggja, at tað ikki er Wayne ella Jenis og teirra illavorðna kompaní, ið eru gleðisleysir, men hasir forbjóðandi vanlukku-profetarnir, sum upp í saman siga teimum, hvat er loyvt at siga, og hvat ikki er loyvt at siga. Uni Arge letst hava eina upppumpaða mynd av Jenisa yvirtalingarevni, og lítið álit á hansara egna førleika at sannføra Kjak