Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-05-23, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 23. mai 2011síða 12

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 23. mai 2011 · Nr. 59 12 Sosialurin Ítróttarblaðið Ítróttartoymið á Sosialinum: Heri Simonsen heris@sosialurin.fo Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Hilmar Jan Hansen einslistir@email.fo Uni Holm Johannesen uni@sosialurin.fo Tróndur Arge trondur@sosialurin.fo KÍ venjara toymið hevði gjørt sítt heimaarbeiði til lítar í dag. Kristoffur Jakobsen bleiv fluttur fram í álopið, og tað vísti seg at vera eitt sera gott trekk. Kristoffur spældi av sonnum ein framúrskarandi dyst og var við í tí mesta. Hansara seinna mál var eisini ein sonn perla við einum framúr einmansavriki. www.nordlysid.fo - Vit, hesumegin bandarnar, mugu nú eisini gera okkara fyri at hjálpa stoltleika okkara fram á leið. Eisini er sera umráðandi at okkara leikarar vita og staðfesta týðningin av at teir spæla í eyðkendu reyð/svørtu blusuni við TVEIMUM FM-STJÓRNUM á bringuni. Og minnist nú til, vit vinna sum lið og vit tapa sum lið. www.hb.fo Framvegis eru tveir triðingar eftir av kappingini, og tí er langur vegur eftir av kappingini. Hinvegin er ein góð byrjan avgjørt ikki at forsmáa, og nú vit hava spælt triðingin av kappingini, er status serstakliga hugaligur lesnaður. B36 er nevnliga einsamalt oddalið, og enn hevur eingin sent okkum av vøllinum uttan úrtøku. So nógv betur enn tað sama fær tað neyvan verið. www.b36.fo Góða gongdin hjá B68 heldur á fram, eftir at B68 vann 1-0 á 07 Vestur í Sørvági. Av tí at bæði liðini framvegis eru við í steypakappingini, hava tey eisini leikt fleiri dystir hesa seinastu tíðina, og tí kundi man eisini roknað við at síggja nakrar troyttar leikara, men tað vóru okkara leikarar ikki. www.b68.fo Ikki kunnu vit skilda uppá nógvu dystirnar, men vit sóu út til at vera troyttari enn gestirnir sum annar hálvleikur leið. Vit fingu als ikki spælið at hanga saman, og vóru oftast eisini seinni enn mótstøðuleikararnir á bóltinum. www.07vestur.fo Hetta er fúlari enn Premier League. Vit hava spælt tveir til tríggjar dystir um vikuna í tríggjar vikur nú og tað er ótrúligt at leikararnri kunnu avrika tað teir gera. Bill M. Jacobsen, venjari hjá B68, við Rás2 Namni er bara næstbest Seks dystir og trý mál eru nøktandi hagtøl fyri ein verjuspælara. Hinvegin vísir tað seg, at Hugues Namni, Kamerun, sum NSÍ fekk úr næstbestu deildini í Indonesia, ikki kann standa seg millum teir bestu í føroyskum fótbólti. 27 ára gamli verjuspælarin skifti til NSÍ í vetur. Hann hevur áður fingið seg royndan í Hong Kong. Ætlanin var, at hann skuldi spæla á besta liðnum. Har hava Petur Pauli Mikkelsen og Jens Joensen verið so sannførandi, at Pauli Poulsen, venjari, hevur ikki havt tørv á Hugues Namni. Hann hevur framvegis sín fyrsta dyst til góðar á besta liðnum. Namni hevur bara spælt við næstbesta liðnum hjá runavíkingar higartil. Uni Holm Johannesen Undankappingardysturin til evro­ meistaraskapið millum Holland og Noreg verður spældur mikudagin tann 8. mai í Sportcentrum Glaner­ brook í Geelen. Holland, sum er á aftasta plássinum í sínum bólki, hevur stóran tørv á stigum. Liðið hevur bara fingið eitt stig í fyra dystum. Noreg er nummar tvey við seks stigum, sama stigatal sum Kekkia. Tað verður við einum føroyskum leikluti, at liðini skulu royna at vinna sær tvey stig. Hetta er ein av fleiri stórum altjóða uppgávum, sum Andreas F. Hansen og Eyðun Samuelsen skulu loysa. Holland og Noreg spældu í Bergen í fjør. Tá vann Noreg 35­30. uni@sosialurin.fo Nú skulu teir til Hollands Hondbóltur Andreas F. Hansen og Eyðun Samuelsen, sum eru bestu umboðini fyri føroyskan hondbólt í altjóða høpi í løtuni, skulu døma landsdystin millum Holland og Noreg