Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-05-23, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 23. mai 2011síða 12

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 23. mai 2011 · Nr. 59 12 Sosialurin kappingin Summar Nógv onnur spennandi ting eru í Lalandia, enn bara baðilandið. Tað er sum ein lítil býur, alt innandura við øllum hentleikum. Tú kanst spæla golf, bowla, hoppa trampolin, spæla í stóra spæli pláss inum, spæla okkurt í ítróttarhøllini ella verða í fitness - ella brúka eitt sindur av pengum í øllum spæli maskinunum sum eru har. Ella fáa sær ein bita á teimum góðu mat støðunum. – Tey sum ikki hava bil, ella ikki tíma at koyra við bili, kunnu brúka Lalandiatokið at koyra frá summarhúsinum yvir til baðilandið og alt annað sum er har. Tokið tekur eisini barnavognar. Summarhúsini eru í hóskandi stødd, og møguleiki er at sita uttan- dura. Smá spælipláss eru eisini ymsa staðni millum summarhúsini. Legoland er eisini beint við, bara yvir um vegin. Har kann mann brúka fleiri dagar, um mann skal royna alt. Alt er jú ókeypis tá tú ert komin inn. Flogvøllurin er eisini beint við, so ein kann síggja nógv var flúgvarar í luftini, um ein hevur áhuga í tí. – Hetta var sera spennandi fyri børnini, vísir Ása Beder á - Lalandia er sum ein lítil innandura býur, sigur Ása Beder úr Havn sum vitjaði her fyrr í mánaðinum Lalandia er annað enn baðilandið Lesið meiri á síðu 8 LeskiLigt og gott frá SmyrjibreyðSbúðini Opið er soleiðis: Mánadag – fríggjadag: 8:00 – 17:30 Bøgøta 14 · 100 Tórshavn · tel 32 16 18