mánadagur 23. mai 2011síða 17
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Mánadagur 23. mai 2011 · Nr. 59
Sosialurin
Ítróttarblaðið
at stinga av við oddasessinum,
havnarfelagið sær út til at halda
ógvuliga fast um. Í góðveðrinum
við Løkin vísti alt seg at reka teirra
veg,
meðan
heimaliðið
mundi
kenna tað, sum stóð stríðið í løtum
á fleiri mótum.
Sera vakurt mál
Fyrri hálvleikur var akkurát komin
í helvt, tá vakrasta málið í dystinum
fall. Tað var heimaliðið, sum kundi
leggja seg á odda, tá fyrst Heðin
á Lakjuni av miðvøllinum sendi
hart út í vinstru síðu, har Einar
T. Hansen setti ferð á og spældi
Mamuka Toronjadze leysan inni í
brots teiginum. Við frálíkari skot
fintu vann Mamuka seg í fría skot
støðu og høgdi bóltin í málið til
10. Ótrúliga væl spælt og væl av
sluttað!
Ikki gingu meira enn fimm min
uttir, so var brotsspark í hinum
endanum. Bólturin kom innfyri
úr vinstru síðu, og tá Róaldur
Jacobsen fór um koll, peikaði dóm
arin á brots sparksblettin. Lukasz
Cieslewicz, ið ikki var so sjónskur
sum í undanfarnum dystum, skor
aði trygt til 11.
Fleiri mál komu ikki fyri steðgin,
hóast møguleikar vóru til tað, men
mitt í seinna hálvleiki komu tvey
tøtt mál, ið avgjørdu dystin.
Fyrst fekk B36 eitt fríspark úr 20
metra frástøðu mitt fyri, sum Súni
Olsen var settur at skjóta. Hann
er frísparkssnillingur burturav, og
skotið frá honum fór upp um verju
múrin og brast í yvirliggjaran og
inn, so B36 nú var á odda 21. Sum
ikki eina ferð ein perla frá gøtu
manninum!
Bara tríggjar minuttir seinni var
aftur brotsspark. NSÍmálverjin,
Andras Gango, megnaði ikki at
halda einum høgum bólti, og í
roynd ini at fáa fatur á honum aftur,
gjørdist hann so grammur, at hann
tók Heina í Skorini av fótum. Enn
eina ferð slapp Lukasz Cieslewicz at
skjóta og skoraði han aftur trygt, so
B36 nú var á odda 31.
Kom sera dátt við
Henda knappa vendin í dystinum,
sum í veruleikanum kom burtur
úr ongum, tóktist koma sera dátt
við hjá NSÍ, sum skuldi hava eina
drúgva løtu til at fóta sær aftur.
B36 hevði onga orsøk til at herja
stór vegis á, men legði seg aftur at
verja tað, sum nú var vunnið.
Ímóti endanum harðnaði trýstið
á B36málið, og hóast runavíkingar
kendu seg snýttar fyri eitt brots
spark og annars høvdu eina rúgvu
av vánaligum skotroyndum úr
Mynd: Birita Hansen
B36 vísti samanumtikið sínar vælskipaðu
dygdir, ið fara at gera tað meira enn torført
hjá øðrum at stinga av við oddasessinum,
havnarfelagið sær út til at halda
ógvuliga fast um
Súni Olsen er frísparks
snillingur burturav, og skotið
frá honum fór upp um verju
múrin og brast í yvirliggjaran
og inn. Sum ikki eina ferð ein
perla frá gøtu manninum!
Eftir tvey verulig rakár er líkt til,
at B36 av álvara hevur fótað sær.
Nú fyrsti triðingurin av lands
kappingini er farin aftur um
bak, er árstalsfelagið úr høvuðs
staðnum einsamalt odda lið í
Vodafonedeildini – og enn hev ur
liðið ikki tapt nakran dyst.
– Vit eru í gongd við at byggja
nakað upp, men sjálvandi er tað
super, at tað longu nú gongur
so mikið væl, at vit eru odda lið.
Hepni er kanska við, men vit
hava sanniliga arbeitt fyri tí, so
hetta skyldast eisini dugna skap
og hart arbeiði, sigur ein av
teimum meira garvaðu spælar
unum hjá B36, Jákup á Borg.
Hann var eisini sera væl
nøgd ur við sigurin í Runavík í
gjár, sum staðfesti oddasessin
hjá B36:
– Ja, tað sigur seg sjálvt, at
vit eru nøgdir. Í fyrra hálvleiki
stressaðu teir okkum øgiliga
nógv og vóru nógv tað betra
liðið, men eg haldi ikki, at teir
orkaðu at halda trýstið í seinna
hálv leiki, segði Jákup á Borg.
– Sæð yvir allan dystin, var
tað kanska ikki óuppiborið, at vit
vunnu, sjálvt um teir vóru nógv
betri enn vit í fyrra hálvleiki.
Vit runnu ikki so nógv aftaná í
seinna hálvleiki, og eg haldi, at
vit tá bæði mentalt og fysiskt
høvdu yvirskot.
hilmarjan@sosialurin.fo
– Hetta var ein fínur dystur hjá
okkum, tí vit kempaðu óført
og spældu væl, serliga í fyrra
hálvleiki, segði liðformaðurin hjá
NSÍ, Christian Høgni Jacobsen,
ið tók soleiðis saman um dystin
ímóti B36:
– Í seinna hálvleiki brúktu
vit kanska í so nógva tíð uppá at
skelda ein dómara, sum floytaði í
so nógv, og tað kom í síðsta enda
at kosta okkum sigurin. Eg tími
ikki at koma inn á tað, tí Ransin í
Runavík, tað er sum tað er.
Hóast hesin fyrsti veruligi
toppdysturin í ár endaði við tapi,
er Christian Høgni Jacobsen
nøgdur við tað, sum NSÍ hevur
fingið burtur úr fyrstu níggju
landskappingarumførunum:
– Vit hava fingið 17 stig í fyrsta
triðinginum, sum er rættiliga
gott, so vit eru væl nøgdir við
kappingina higartil, segði hann.
hilmarjan@sosialurin.fo
Hepni og
hart arbeiði
Floytaði
í so nógv
góð um støðum, eydnaðist teimum
bara at fáa eitt mál aftrat. Tað
kom í yvirtíðini, tá innskifti Árni
Frederiksberg smekkaði til, men
Mein hardt Joensen bara megnaði at
hálvbjargað, so Jústinus R. Hansen
kundi geva bóltinum seinasta
spark ið inn um strikuna.
Samanumtikið ein dystur, ið livdi
fyri steðgin, men í seinna hálvleiki
datt púra burtur í einki. B36 er
odda lið eftir fyrsta triðingin og
kann saktans enda við at vera tað
eis ini, tá kappingin endar í heyst.
Burtursæð frá fýra stigum á muni á
stigatalvuni, bendi hinvegin einki á,
at NSÍ er minni kappingarneyti hjá
odda liðnum enn frammanundan.