mánadagur 23. mai 2011síða 18
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 23. mai 2011 · Nr. 59
18
Sosialurin
Ítróttarblaðið
Tróndur Arge
Bæði B68 og 07 Vestur eru við í
steypa kappingini og tað merkti
dystin í Sørvági í gjár. Undan dyst
inum høvdu bæði liðini átta stig og tí
var nógv trýst á báðum liðnum. Tað
merktist tó ikki á leikferðini, sum
var lág sambært B68 venjarinum
Bill McLeod Jacobsen.
Hetta er fúlari enn Premier
League. Vit hava spælt tveir til
tríggj ar dystir um vikuna í tríggjar
vikur nú og tað er ótrúligt at leikar
ar nri kunnu avrika tað teir gera,
sigur Bill McLeod Jacobsen og held
ur fram.
Vit spældu hósdagin og fáa tveir
dagar at hvíla í, og skulu so longu
spæla aftur sunnudag. Tað merkir
at leikarar við smáskaðum hava
ongan møguleika at koma fyri seg,
umframt at menn eru troyttir. Tað
merkti eisini leikferðina í dystinum,
sigur Bill McLeod Jacobsen.
Størsta
møguleikan
í
fyrra
hálv leiki fall til B68, men 07 Vest
ur framherjin, Clayton Soares,
bjarg aði á strikuni. Hann var við
frá byrjan aftur, eftir at hava sitið
uttanfyri í fyrru hálvfinaluni í
steypa kappingini í Fuglafirði.
Bjarki avgerð
fyri toftamenn
Miðskeiðis í seinna hálvleiki gjørd
ist uppgávan tørførari fyri 07
Vestur, tá Sjúrður Ellefsen fekk
sítt seinna gula kort. B68 legði
nú trýst á vertirnar, men tað var
ikki fyrr enn toftamenn skiftu
18ára gamla Bjarka Johannesen
inn, at av gerandi málið kom.
Tveir minuttir fyri tíð hevði B68
horna. Inni í brotsteiginum sleit
Bjarki Johannesen seg leysan
frá marker ingini og var fyrstur á
bólt inum, sum endaði í netinum.
Sostatt avgjørdi Bjarki Johannesen
sín fysta dyst í bestu deildini. Í
vikuni hevur hann sambært B68
heimasíðuni skorað hattrick fyri
bæði unglingaliðið og næstbesta
liðið hjá B68.
– Bjarki er ein ungur maður,
sum hevur verið ávegis í longri tíð
og evnini eru eyðsýnd. Hann hevur
vant dúgliga við næstbesta liðnum
og teir hava klára seg væl. Vit
manglaðu fleiri leikarar til dystin,
so eg heitti á hann og Jóan Petur
Petersen til dystin í gjár. Teir komu
so báðir inn, og Bjarki endaði við
at avgerða dystin, so tað var bara
deiligt, sigur Bill McLeod Jacobsen
at enda.
Komandi uppgávan hjá B68
er á Toftum móti grannunum úr
Runavík, meðan 07 Vestur í Sørvági
tekur móti EB/Streymi, ið spælur í
kvøld móti B71.
Heri Simonsen
Guðjón Pétur Lýðsson gjørdist
tann stóra hetjan hjá Vali, tá hann á
heimavølli Vals, Vodafonevøllinum
á Hlíðarenda í Reykjavík skoraði
einasta
málið
í
dystinum
í
grannauppgerðini
ímóti
Fram.
Málið kom stutt undan leikloki.
Heimaliðið hevði fleiri royndir ímóti
málinum enn gestirnir, men tað
gekk striltið at fáa mál. M.a. hevði
Christian R. Mouritsen onkra roynd
á málið hjá Øgmundi Kristinsson í
Frammálinum. Jónas Tór Næs og
Pól Jóhannus Justinussen vóru
vongverjar hjá Vali, og Christian
R. Mouritsen var millum teir
framrættaðu.
Tíggju
minuttir
undan leikloki varð Christian R.
Mouritsen skiftur út, og Jónas og
Pól Jóhannus vóru á vøllinum alla
tíðina. Eftir fimm umfør er Valur á
triðja plássi við níggju stigum. Eitt
annað Reykjavíkarfelag, KR liggur
á odda í Pepsideildini við 11 stigum.
ÌBV av Vestmannaoyggjunum er
nummar tvey við 10 stigum.
Tolni loysti seg
Við íslendska Morgunblaðið segði
Kristján Guðmundsson, venjari, at
tað loysti seg hjá hansara monnum
at verða tolnir. Valsvenjarin helt
fyri, at Fram fór at spæla júst
so verjukent, sum hann hevði
væntað. Komandi sunnudag tekur
Valur ímóti gamla felagnum hjá
Hans Fróða Hansen, Breiðablik,
sum
liggur
á
sætta
plássi
í
Pepsideildini
við
sjey
stigum.
Eftir tann dystin gongur leiðin
hjá Poul Johannus Justinussen,
Jónasi Tór Næs og Christiani R.
Mouritsen heim til Føroya, fyri at
spæla EMundankappingardystir
ímóti Slovenia og Estlandi á
Svangaskarði.
heris@sosialurin.fo
Valur aftur á sigurskós
Fótbóltur Allir teir tríggir føroysku landsliðsspælarnir hjá Vali byrjaðu
inni ímóti Fram. Sigursmálið fall stutt undan leikloki
Minnisríkur dagur fyri Bjarka
Fótbóltur Við máli í evstu løtu frá 18 ára gamla Bjarka Johannesen, ið var við fyri fyrstu
ferð á besta liðnum, vunnu toftamenn seg úr botninum í Vodafonedeildini. 07 Vestur
megnaði ikki at fylgja upp uppá sigurin í Fuglafirði og liggur enn til niðurflyting
07 Vestur
0
B68
1