Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-05-23, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 23. mai 2011síða 20

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 23. mai 2011 · Nr. 59 20 Sosialurin Ítróttarblaðið Hilmar Jan Hansen Talan var um ein nokk so avgerandi dyst, tá FC Suðuroy vitjaði Skála leygardagin, tí her hevði suður oyar­ liðið høvið at lata ein potentiellan kapp ingarneytan hanga eitt sindur long ur afturi. Og tað var eisini júst tað, sum eydnaðist hjá FC Suðuroy, ið vann dystin 2­1. Skála hevði síðstu dystirnar víst góð ar taktir og arbeitt seg upp eftir stiga talvuni. Nú FC Suðuroy vitjaði, fingu liðini eitt mál í part beint fyri hálv leik, og so livdi dysturin annars sítt fríska lív, til toppskjúttin í deild ini, ghanesiski David Asare, eitt korter fyri tíð skoraði sigurs­ mál ið fyri suðuroyingarnar. Sostatt er FC Suðuroy framvegis odda lið í 1. deild hjá monnum, nú við 20 stigum og ávikavist tvey og trý stig framman fyri næstu kapp­ ing arneytarnar, sum eru AB og TB. Skála er framvegis fremst av avbjóðarunum longur niðri við 10 stigum, sum er tað sama sum FC Hoyvík hevur, men har er mál úr­ tøkan munandi verri. AB og TB fylgja við AB, sum liggur til at flyta upp í løtu ni, fekk fitta mótstøðu frá Vík­ ingi í Leirvík leygardagin, tí hó ast gestirnir komu á odda í fyrra hálv­ leiki, var tað ikki fyrr enn eitt gott korter fyri tíð, at teir kundu kenna seg tryggar, áðrenn Víkingur mink­ aði um munin við einum brots­ sparki. Hetta var fjórði sigurin á rað hjá AB, sum heldur ikki hevur dult, at ætlanin hevur verið at sloppið upp­ aftur í Vodafonedeildina sum skjót­ ast. Dysturin var annars nokk so ófrið ar ligur og fevndi um heili sjey gul kort, harav argjamenn fingu tey fimm. Triðja liðið, ið liggur og kappast heilt har frammi, TB, hevði vitjan av næstbestu manningini hjá NSÍ, sum síðstu tíðina hevur argað frems tu liðini við at blanda seg upp í oddan. Men á grasinum í Hvalba hevði TB avgjørt munin og vann seg fyri steðgin framum 3­0, so dyst ur in í roynd og veru longu var av gjørd ur. Liðini fingu hvør sítt mál aftr at áðrenn steðgin, men tað var ongan­ tíð soleiðis, at sigurin hjá TB var í vanda, og tí eru tvøramenn fram­ veg is væl við og bjóða serliga AB av í kappingini um tey bæði fremstu pláss ini á stigatalvuni. FC Hoyvík vaknar Ikki hevur byrjanin hjá FC Hoyvík verið tann besta, men leygardagin eydn aðist at vinna fyri triðju ferð, tá næstbesta manningin hjá EB/ Streymi vitjaði. FC Hoyvík vann 3­1, eftir at hava verið á odda 2­1 í hálv leikinum. Sigurin hevði stóran týdning fyri hoy vík ingar, ið hava liðið og rótað í botn inum, men nú kundu taka eitt stórt fet frá niðurflytingarstrikuni og teljast millum liðini upp ímóti miðjuni. EB/Streymur, sum eins og NSÍ hevur argað fleiri av hinum lið­ un um, liggur tó framvegis framman fyri eitt nú FC Hoyvík. Tað liðið, ið hevur staðið seg ring ast av øllum og mestsum longu sær út til at vera á veg niðuraftur í triðbestu deildina, er 07 Vestur, ið held ur ikki hesa ferð fekk nakað burturúr, nú HB vitjaði. Gamaní, kom heimaliðið á odda 1­0, men HB læt seg ikki hótta, men vann ein trygg an 3­1 sigur. Sostatt eiga teir næst bes tu hjá 07 Vestur enn fyrsta stig ið á. Hilmar Jan Hansen Higartil hevði staðið á jøvnum á stiga talvuni, har AB hevði ligið eitt vet ovari, tí liðið hevði betri málúr­ tøku enn KÍ, men við sama stigatali. Í gjár broyttist hetta tó, tí tá liðini bæði hittust í Klaksvík í toppdysti, dró KÍ longra stráið og vann 5­3. Nú hev ur KÍ 19 og AB 16 stig. Tríggjar ferðir kom KÍ framum, men hvørja ferð megnaði AB at javna. KÍ hevði tó munin í fyrra hálvleiki og var á odda 3­2 í steðginum. Beint eftir hálvleik javn aði AB aftur, men løtu seinni fór KÍ framum 4­3. Henda støða helt sær, til bara átta minuttir vóru eftir og topp­ skjúttin í deildini, Rannvá Andrea s­ en, við sínum tíggjunda lands kapp­ ing ar máli í ár tryggjaði KÍ sigurin. Hini fylgjast Hini fýra liðini í bestu kvinnu deild­ ini síggja út til at fylgjast nokk so væl – eitt fitt petti aftan fyri tey bæði fremstu. Víkingur, Skála og B36 hava øll sjey stig í part, og aftan fyri tey kemur so HB við fýra stig­ um. Víkingur var á vitjan hjá HB í Gunda dali og kundi at enda eisini fara avstað við øllum. Allur fyrri hálv leikur og eitt korter av seinna hálv leiki skuldi tó ganga, áðrenn nak að mál kom, men so helt Vík ing­ ur hinvegin ikki uppat, men vann ein tryggan 4­0 sigur. Triði dysturin í gjár var millum Skála og B36, har skálakvinnur vís­ tu seg at vera drúgvari og vunnu heimadystin við einum máli í hvørj­ um hálvleiki, so tær – eins og Ví k­ ing ur – kundu vinna seg upp á sjey stig. hilmarjan@sosialurin.fo KÍ vann toppdystin Kvinnufótbóltur Tá KÍ og AB spældu í Klaksvík í gjár, komu ikki færri enn átta mál, men KÍ hevði munin og er nú einsamalt á odda nr. lið dystir vunni javnt tapt + mál - mál +/- stig 1 KÍ 7 6 1 0 25 5 +20 19 2 AB 7 5 1 1 27 9 +18 16 3 Víkingur 7 2 1 4 18 18 0 7 4 Skála 7 2 1 4 7 13 -6 7 5 B36 7 2 1 4 6 16 -10 7 6 HB 7 1 1 5 3 25 -22 4 1. deild kvinnur Trý eru um boðið fótbóltur So hvørt sum tað líður út á kappingina í 1. deild hjá monnum, sær tað meira út til, at kappingin um tey bæði uppflytingarplássini fer at vera ímillum hesi trý: FC Suðuroy, AB og TB