Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-05-23, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 23. mai 2011síða 21

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 Mánadagur 23. mai 2011 · Nr. 59 Sosialurin Ítróttarblaðið Rólant Waag Dam BK Frem vann annan dystin á rað við sjey málum. Og aftur hesaferð taldist føroyski áleyparin millum málskjúttarnar. Leygardagin var tað næstbesta liðið hjá Vanløse, sum stóð fyri skotum – ella skot­ unum hjá Andreas Lava Olsen og liðfeløgum hansara. Fýra ferðir hevði leirvíkingurin næstseinasta fótin á bóltinum, og einaferð setti hann sjálvur leður­ kúluna í kassan. Andreas Lava Olsen legði upp til tey bæði fyrstu málini, har hann í báðum førum breyt í gjøgnum í høgru og legði bóltin væl inn fyri. Triðja málið gjørdi landsliðsáleyparin sjálvur, tá hann rann frá verjuni og setti bóltin millum beinini á málverjanum. Fjórða málið fall eftir fína avlever­ ing frá gamla Víkinginum og LÍF­ aranum, og fimta málið kom eftir ein spurt, har Lava setti fleiri mans av og legði bóltin tvørtur um til liðfelaga, sum skoraði trygt. Eftir stórspæl í smáar 80 min­ uttir, tók venjarin Andreas Lava Olsen av vøllinum, men tað eydn­ aðist BK Frem at skora tvær ferðir aftrat og vinna heili 1­7! Fyri hvønn dyst sum gongur og hvønn sigur, sum kemur í hús, nærkast málið um uppflyting í fjórðbestu donsku deildina. Troest og Popczynski sigraðu Eisini í triðbestu donsku deildini droyma menn, sum hava spælt í Før oyum í nógv ár, um uppflyting. Lands liðsleikarin Johan Troest Davidsen spældi allan dystin sum vongverji, tá lið hansara, Aarhus Fremad, undir leiðslu av Krzysztof Popcynski vann 2­1 á upp flytar­ unum FC Djursland. Hinvegin vann kappingarneytin Blokhus eisini, so støðan í oddinum er óbroytt, har Blokhus førir við fimm stigum niður til Troest og Popczynski. Tað eru fýra umfør eftir at leika í 2. división Øst, sum deildin hjá Aarhus Fremad rópast. rolant@sosialurin.fo Lava nærkast toppformi Lægru deiLdirnar Andreas Lava Olsen vísti stórspæl um vikuskiftið við máli og fleiri uppleggum, og Johan Troest Davidsen og Krzysztof Popczynski eru aftur á sigurskós Mynd: Rólant Waag Dam Rólant Waag Dam Christian Lamhauge Holst stað­ festi sigurin í ótrúliga spenn andi dystinum millum Silkeborg og AaB Dýra Biðidag. Dysturin end­ aði ikki minni enn 4­3. Føroyski landsliðsleikarin byrj aði dystin í høgra borði, men eftir at hava umskipað liðið varð Holst leikarin, sum bant miðvøll og álop saman. Ein uppgáva, hann loysti til fulnar. Holst var upp havsmaður til fleiri góðar møgu leikar, og hevði eisini onkr­ ar royndir sjálvur. Tað var tó fyrr enn, at dysturin skuldi avgerast, at Holst veruliga gjørdi bart. Beint fyri steðgin varð Holst spældur púra leysur. Lands liðs­ leikarin spældi tvørtur um og liðfelagin skoraði trygt til 3­2. 12. minuttir fyri leiklok var Holst aftur framvið, men hesaferð sum málskjútti, tá hann lættliga setti bóltin í netið til 4­2. Tað eydn­ aðist AaB at minka um mun in til 4­3, men nærri komu teir ikki. – Hetta var ein deiligur dystur og eg kendi meg sera væl á miðvøllinum, har eg í stóran mun hugs aði um framrættaða spælið, segði Christian Lamhauge Holst við heimasíðuna hjá Silkeborg eftir dystin. Silkeborg liggur nummar fimm í bestu donsku deildini, sjey stig aftanfyri nummar fýra og við tveimum umførum eftir at spæla. rolant@sosialurin.fo 1. SuperLigan Landsliðsleikarin vísti seg frá síni allarbestu síðu, tá hann bæði skoraði og legði upp til mál fyri Silkeborg Holst vísti stórspæl Rólant Waag Dam Feløgini umboðað við føroyskum leikarum í næstbestu donsku deild ini, eru vorðin eitt færri, nú Hvidovre, sum Øssur Dalbúð hevur verið knýttur at síðani januar­ mánað, tapti Dýra Biðidag. Felagið hevur tvinnar dystir eftir og seks stig upp um markið, men mál úr­ tøkan er 25 mál verri enn kapp­ ingar neytin omanfyri markið. Øssur Dalbúð, sum fekk nakrar min uttir seinast Hvidovre spældi, varð soldaður frá beint áðrenn enda ligi hópurin varð úttikin og slapp tískil ikki upp í part. Hóast lagnan hjá Hvidovre nú er kend, er ikki greitt, hvar før oyski áleyparin spælir eftir summar steðgin. Sáttmáli hansara við niður flutta felagið gongur út við kappingar ársenda, so Øssur Dalbúð skal nú finna út av, hvørt hann leingir við felagið og spælir í triðbestu donsku fótbóltsdeildini, ella um hann fer at royna nýggjar leiðir. Tað var liðið hjá Atla Danielsen, FC Roskilde, sum gav Hvidovre mønustingin. Landsliðsleikarin átti ikki beinleiðis leiklut í hesum við frísparki ella uppleggi, men við sínum sentrala leikluti á mið­ vøllinum gjørdi hann sítt til, at FC Roskilde vann seg upp á sætta plássið í deildini. Megnar liðið at varðveitti plássið, er hetta besta úrslitið hjá FC Roskilde nakrantíð. Viljormur við í máli Hin føroyingurin í botninum, Viljormur Davidsen, stríðist fram­ vegis fyri at lívbjarga FC Fyn. Fríggja dagin hevði hann ein fing­ ur við í spælinum, tá teir hálaðu ein tryggan sigur í hús í móti upp­ flytarunum FC Hjørring. Viljormur røkti, sum vant, setningin sum bakkur dystin á tamb, og kom eisini framvið í borðunum við jøvnum millum bili. Bakkum so líkt, tók Viljormur sær av innkøstunum og tað var eitt av hesum longu køst­ unum, ein liðfelagið stútaði framvið málverjanum, sum kom nakað skeivt út. Hetta málið var tað fyrsta í 0­3 sigrinum hjá FC Fyn, sum sam­ stundis var ársins fyrsti sigur á útivølli hjá Viljormi Davidsen og lið feløgum hansara. Liðini í næstbestu donsku fót­ bóltsdeildini skulu øll aftur í eldin í annaðkvøld, tá næstseinasta leik­ umfar í næstbestu donsku fót bólts­ deildini verður avgreitt. rolant@sosialurin.fo Danielsen sendi Dalbúð í lægri deild Atli Danielsen og FC Roskilde liggja nummar seks í deildini. Heldur hetta sær, er talan um besta árið í søgu felagsins 1. diviSión Ein sigur var einfalda kravið, men Hvidovre tapti í móti FC Roskilde, og tískil flytir liðið hjá Øssur Dalbúð eina deild niður. Hinvegin vann FC Fyn hjá Viljormi Davidsen og tískil er framvegis vón fyri teimum