Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-05-23, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 23. mai 2011síða 23

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Mánadagur 23. mai 2011 · Nr. 59 Sosialurin Jógvan á Lakjuni tingmaður Kjak “Álvaratos” ! Tað er løgið at sita og lurta eftir einari sokallaðari kjak­ sending, har í veruleikanum lítið og einki kjak er, men har tað útvalda panelið fyri tað mesta situr og tekur undir við meiningunum hjá hvørjum øðrum og sleppur at gera grin við fólki, uttan at nakar fær loyvi at svara teimum aftur. Í næst seinastu sending um røddi panelið eina veljara­ kanning. Her var heilt týði­ ligt, at summir flokkar skuldu lyftast upp, meðan aðrir vórðu niðurgjørdir. Og tað løgna er, at í hesari send­ ingini er einki, sum eitur at vera ógegnigur. – Er veruliga einki, sum eitur ógegni í kringvarpinum? Seinasta fríggjadag, 13. mai, var aftur ein sending. Eg hoyrdi hana ikki tá, men onkur gjørdi meg varan við hana, og nú eg havi lurtað eftir sendingini, má eg undrast á, hvussu grunt annars álvarslig mál verða viðgjørd. Endamálið tykist ikki vera at lýsa mál frá yms­ um vinklum, men at fara eftir persónum, sum hava gjørt vart við sína meining um okkurt evni. Spøl á internetinum Fyrst var tað hetta málið um spøl á internetinum, sum Annika Olsen hevur roynt at gjørt nakað við. Eitt sera álvars ligt mál, sum átti at fingið eina virðiliga viðgerð. Men í staðin fyri at viðgera hetta álvarsliga, so kom Elin Mikkelsen við einum ómetaliga speirekandi úttalilsi. Hon segði: “Eg eri vís í, at vissi mann letur upp fyri censuri á inter­ netinum, so skal ómetaliga lítið til, áðrenn aðrar skaði­ ligar sjangrur líða somu lagnu sum spælisíðurnar, tí at hugsið bara um, hvussu nógv teir konservativu religiøsu hava sitið og blokkerað fyri í verandi samgongu, bara tí at teir kundu, og hugsið tykkum, hvussu nógv teir kundu hjálpt mentalu og etisku heils uni hjá føroy­ inginum, vissi teir sluppu at steingja skaði ligar heima­ síður – á, dú, á, dú, also, vit høvdu ongantíð havt tað betri!” Also, eingin viðgerð av evninum, men eitt niðrandi álop á onkrar “konservativar religiøsar” politikarar. Eg haldi, at Elin skyldar ok kum at siga, hvørjir hesir politik­ arar eru, og hvat tað er, sum teir hava blokkerað! Manntal Og so var tað manntalið og ein viðgerð av Jørgen Nicla­ sen, sum saman við Bill Justinussen í fíggjarnevndini hevði mælt til at broyta upp skotið nakað, m.a. av tí at ein løgfrøðingur á løg­ tingsskrivstovuni vísti á, at uppskotið um manntal var ov víðgongt í mun til rættindini hjá tí einstaka borgaranum. Men í staðin fyri at við gera evnið, so var tað aftur politik­ arin, sum var viðgjørdur. Tað var ikki gott, bleiv sagt í sendingini, at ávísir politik­ arar líkasum sáaðu iva um hesa kanningina. – Men her var heldur eingin at svara aftur. Eg undrist á, at funnist verður at, at politikarar seta spurnartekin við eina kanning, sum fer so langt inn á privatlívið hjá fólki? Tað hava politikarar skyldu til. – Eingin spurningur varð heldur settur við, um vit hava ráð at gera eina slíka kanning í hesum døgum. Hon kostar ikki minni enn einar 15 mió. krónur, og persónliga haldi eg ikki, at vit hava ráð til tað! Etið bláseym? Men tað mest ógrundaða og margháttliga, sum bleiv sagt í “Álvaratos” henda dagin, kom frá vertinum sjálvum, Jákupi Magnussen. Hann segði orðarætt: “Vissi okur taka Fólka­ flokkin, so vita okur eisini, at brøðrasamkoman er ein, sum stuðlar Fólkaflokkinum nógv, og brøðrasamkoman er ikki serliga glað fyri at verða skrivað í manntal – tað vita okur av....” Eg spyrji bara: Hevur maðurin etið bláseym? Og sigur hetta ikki alt um, hvussu vitleys henda sendingin er? Hvussu kann ein vertur í tí almenna kringvarpinum sita og leggja eina heila samkomu í Føroyum undir at vera ímóti einum manntali. Hvat byggir maðurin hetta á? Haldi, at Jákup Magnus­ sen skyldar okkum eina frá­ greiðing og eina umbering. Sterkt øl og brennivín Tað síðsta evnið í “Álvaratos” henda dagin var eitt eitt citat frá Portalinum. Jákup Magnussen tók soleiðis til: “Tað er ein ólukka, at løgtingið hevur samtykt, at tað skal vera loyvt at bryggja sterkt øl og brennivín í Før­ oyum. Tað heldur Jógvan á Lakjuni, tingmaður, fyri Fólka flokkin. ­­­ Hvat heldur tú um tað, Elin, ha, ha, ha. – “ Her bleiv heldur eingin seriøs viðgerð. Bara flent upp á spott. Hevði verturin verið at sær komin, so hevði hann ómakað sær at lurtað, hvat tað var, eg segði um hetta málið í løgtinginum. Men tað hevur sjálvandi ongan áhuga! Sannleikin er, at nú fara vit aftur at selja sterkt øl í Føroyum. Í nógv ár hevur ikki verið loyvt at selt sterkari øl enn 5,8%, og nú skulu vit ikki bara bryggja tað í Føroyum, men eisini innflyta og selja tað, líka mikið hvussu sterkt tað er! Argumentini um fleiri arbeiðspláss í Føroyum í sam band við brygging er eftir mínum tykki einki uttan propaganda. Eg eri bangin fyri, at um tað verða nøkur arbeiðspláss aftrat orsakað av hesum, so vera tey á sjúkra húsunum, á Blákross og á Heilbrigdi. Eingin kann lata eyguni aftur fyri øllum teimum van lukkum, sum rúsdrekka elvir til í Føroyum. Dagliga hoyra vit um harðskap, húsa ófrið, hjúnaskilnaðir, upp loyst heim, vanlukkur, mis røkt børn o.s.fr., o.s.fr., orsakað av rús drekka. Hetta haldi eg meg sum politikara hava skyldu til at taka við í meting arnar, tá ið eg taki støðu í rús drekkamálum á tingi. Tað er orsakað av hesum, at eg havi verið ímóti at fara at bryggja og selja sterkari øl í Føroyum. Og tað var serliga tað, hetta uppskotið gekk út uppá! Ein primitiv sending “Álvaratos” er eftir mínum tykki ein primitiv og tendensi øs sending. Verturin kallar hetta eina kjaksending – men tað er heilt týðiligt, at hann velur bara panelluttakarar, sum halda mestsum tað sama (sum hann) og bara umboða ein lítlan part av tí føroysku almannahugsanini. Føroyingar eru tíverri sam bært lóg noyddir at gjalda í dýrum dómum fyri Kring varp Føroya, sum átti at verið ein mentanarstovnur. Men eg má siga, at eg øtist inn á ta ómentan, sum hesin stovnur í dag loyvir, og eg haldi, at hann í fleiri førum arbeiðir beint ímóti sínum endamálum. Poul Michelsen Løgtingsmaður fyri Framsókn Frælsi krevur ábyrgd! Eitt sindur av kjaki hevur verið um arbeiðslagið í ting­ inum. Summi halda, at her valdar ruðuleiki og ongin kós. Onkur heldur, at tingið eigur at fara heim, áðrenn tann stóri skaðin hendir. Onnur halda, at løtan er tann rætta, og at tí ræður um at brúka løtuna og fáa sum mest burturúr. Eg skal viðganga, at eg í langa tingarbeiði mínum ongantíð havi upplivað eina so sermerkta støðu. Men hon er sera spennandi. Tingfólk arbeiða so at siga púra frælst, og fyri fyrstu ferð – kanska nakrantíð – arbeiðir tingið frælst og tingfólk trúgv móti egnu sannføring síni. Í nógv ár hava politikarar víst á, at vit áttu at roynt eitt minnilutastýri í Føroyum. Og tað er júst tað, vit gera nú. At halda, at hetta bara fór at verða sum at siga tað at gera ­ er sera bláoygt hugsan. Tí undrar tað meg, at tingfólk, serliga úr Fólkaflokkinum, ikki vilja geva hesi roynd ein møguleika. Vit skulu minn­ ast til, at ongin meira enn Fólkaflokkurin hevur víst á, at vit eiga at royna møgu­ leikan við minni luta stýri. Onki eigur tingið at fara heim. Har liggja nøkur týð­ andi mál og bíða eftir at verða loyst. Samstundis læra vit at brúka minnilutastýrið við teim um fyrimunum og vans um, hetta hevur við sær. Og bara við at royna eitt minnilutastýri kunnu vit staðfesta, um hesin møgu­ leiki er til í framtíðar ting­ arbeiði okkara. Hinvegin so eiga tingfólk at læra at brúka tað frælsi, sum er okkum givið í hesum møguleika. Frælsi má verða umsitið við ábyrgd, og tí eru ikki øll mál líka væl egnaði at verða trumfaði ígjøgnum. Eitt av málinum, sum ikki var egnað at samtykkja henda seinasta tingdag, var uppskotið frá Kára á Rógvi og Bjørt Samuelsen um at seta eina Rættarskipanarnevnd at gera grundleggjandi rættar­ gangslóg fyri Føroyar og gera nýggja føroyska revsilóg. Ikki tí at eg ikki fult taki undir við, at hetta arbeiði skal gerast, men tí at arbeiðið við at gera so grundleggjandi arbeiði má kjølfestast í størst møguligari semju í ting in­ um. Hetta hendi ikki, og tí eri eg sera ivingarsamur, um samtyktin um at gera nýggja rættargangslóg og revsilóg, er komin væl frá byrjan. Uppskotsstillararnir áttu at hugsað um, at til mál av hesum slag krevur meira – krevur heilt einkult betri politiskt handverk. Uppskotið fekk bert 17 at­ kvøður fyri og 12 ímóti og eina blanka. Sa m ba n d s f l o k ku r i n og Javnaðarflokkurin at­ kvøddu ímóti – ikki tí at eg haldi, at teir eru ímóti at hetta arbeiðið verður gjørt, men tí at uppskotið ikki var gjørt við tí endamáli at finna breiðastu semjuna. Eg skal bara vóna, at tað kortini eydnast okkum at finna hesa semjuna, og at vit soleiðis kunnu fara undir at gera nýggja rættar­ gangslóg og nýggja revsilóg fyri Føroyar. Men uttan at Sambandsflokkurin og Javn aðarflokkurin eru við ­ kemur hetta arbeiðið ongan veg. Um vit hinvegin hava fulla semju, tá arbeiðið er liðugt, er ikki so avgerandi. Vit liva politiskt í eini sera spennandi tíð – og við eitt sindur av orku og positivum vilja vænti eg, at vit við hesi minnilutaroynd megna at leggja lunnar undir nýggjum fiskivinnupolitikki, nýggjari pensjónsskipan, nýggjari kommunulóg og nýggjari fólkaskúlalóg. So læt okkum fara eftir møguleikanum! - og gott politiskt handverk. Í nógv ár hevur ikki verið loyvt at selt sterkari øl enn 5,8%, og nú skulu vit ikki bara bryggja tað í Føroyum, men eisini innflyta og selja tað, líka mikið hvussu sterkt tað er!