Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-05-23, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 23. mai 2011síða 24

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 23. mai 2011 · Nr. 59 24 Sosialurin Kjak Edmund Joensen Løgtings- og fólkatingsmaður fyri Sambandsflokkin Meðan sekt irnar stríðast Innanhýsis stríðið millum sektirnar í Tjóðveldinum vísir, hvussu himmalrópandi galin tann politiska prioriteringin er í tí flokkinum: Formælið til eina púra óneyðuga stjórn­ arskipanarlóg hevur størri týdning enn at tryggja hesum landinum eina framtíð. »Nú brúka tey tíðina til at knokkroyta hvønnannan. Hvussu ber tað til? Har er so nógv annað og fornuftigari at gera«. Nakað soleiðis segði ein ung kvinna, sum eg prátaði við hendan dagin. Hon sipaði til eljustríðið í Tjóðveldi. Stríðið millum Sjúrð Skaale og Høgna Hoydal um formælið í stjórnar skip­ an ar uppskotinum. Skal tað standa í uppskotinum, at Før­ oyar virða Grundlógina og Heimastýrislógina? Ella skal tað standa, at lógir, sum einans eru gjørdar í Løgtinginum, eru galdandi? Hetta er tað, ið stríðið stendur um. Stríðið ger skilnað millum fullveldisfólk, og sektirnar eru vorðnar sjónligar. Og tey »knokkroyta hvønnannan«. Púra óinteressant Má siga, at eg taki fult undir við skilagóðu kvinnuni, tí har er so nógv annað og for­ nuftigari, ið tíðin kundi verið brúkt til. Fyri fólk, sum hava ann­ að og meira at hugsa um, er sekteriska stríðið í Tjóð veld­ inum ikki bara púra óinteres­ sant – tað er eisini óviðkomandi tíðarspilla. Hetta, at ein andstøða inni í størsta andstøðuflokkinum nú talar formanninum ímóti, kann sjálvandi vera áhugavert hjá politiskum eygleiðarum at meta um. Og í grundini er tað eis­ ini positivt, at har finn ast pragmatisk fólk í Tjóð veld­ inum, sum venda teirri ekstremu linjuni hjá floks for­ mann inum bakið. Tó – hetta hevur lítið og onki við føroyska veruleikan at gera. Til tíðir er orðaskiftið so langt uttan fyri gerandisdagin hjá vanligum fólki, at man ivast í, um man býr í sama landi sum tær stríðandi full­ veldissektirnar. Tær veruligu avbjóðingarnar Uttan fyri ostaklokkuna hjá fullveldisflokkinum – í tí veruliga føroyska veru­ leikanum – eru heilt onnur viðurskifti, ið hava týdning: • Búskapurin í Føroyum er framvegis stagneraður • Meginparturin av fyri­ tøkunum, sum skulu tryggja vøkstur og væl­ stand, eru viknaðar og vikna framvegis • Arbeiðsleys í hópatal hava framvegis bert ALS­ inntøku til lívsins uppi­ hald • Undirskotið á almennu fíggjarlógini er framvegis ein tikkandi bumba undir vælferðini í Føroyum • Vælferðartænasturnar vikna longu nú, tí pengar mangla í landskassanum, og sparingar eru framvegis aktuellar • Ung, sum lesa og læra uttanlands, velja fram­ vegis útheimin fram um at koma heim aftur til Føroya Hetta eru álvarsligar avbjóð­ ingar. Tann kaldi veruleikin er, at um okkum ikki eydnast at skapa búskaparvøkstur og fólkavøkstur innan rímiliga stutta tíð, so er vandi fyri, at Føroyar gerast eitt stað, har ung, vitandi og sterk fólk ikki hava hug at búgva. Familj urnar, ið skulu tryggja føroysku framtíðina, hvørva. Kom til arbeiðis! Sæð í hesum ljósi er stríð ið millum sektirnar í Tjóð veldi himmalrópandi óinteres­ sant. Tað er beinleiðis syrgiligt, at kreftir verða brúktar til eina púra óneyðuga stjórnar­ skipan. Tað stutta av tí langa er, at í Føroyum hava vit eina góða skipan innan karm ar­ nar av Grundlógini og Heima­ stýrislógini. Ríkisfelagsskapurin og fyri munirnir, sum Ríkið gevur føroyingum víðari út í Europa og út í heim, eru stórir. Hetta vita føroyingar. Og hetta er ein skipan, sum hevur prógvað sítt virði, og sum fólk flest taka undir við. Fyri at venda aftur til avbjóðingarnar – bú skapar­ vøkstur og fólkavøkstur – so finnast nógvar góðar og hollar loysnir. Trupulleikin er, at tíðin fer við stríði um irrelevantar spurningar. Nú krevst, at fólk koma til arbeiðis. Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur Býraðslimur, Klaksvíkar Kommuna Farleiðin norður um fjall Nú vit skriva 2011, er onki sum bendir á, at farleiðin norð ur um fjall hevur ser liga høga raðfesting hjá lands­ politikarum okkara. Tunlarnir norður um fjall komu í 1967, ella fyri uml. 44 árum síðan. Í tunlu num er fram vegis onki tele fon­ samband og ongin neyðtelefon, ong in sløkki útgerð, onki radio­ samband, onki ljós, ongin ventilatión, ongin alarmur av nøkrum slag. Tunlarnir eru smalir og lágir og als ikki hóskandi til ferðsluna í dag. Ferðslan er sera nógv vaksin hesi 44 árini, og bilarnir blivnir størri. Tunlarnir eru ein stór forðan fyri vøkstri norðanfyri og ein stór forðan fyri øktari ferðavinnu, tí stóru bussarnir passa ikki ígjøgnum. Stór skomm. Tað var eitt stórt frambrot, tá teir komu í 1967, men synd at siga, at okkara landspolitikarar hava megnað at fylgt við tíðini. Inntil fyri nøkrum heilt fáu m døgum síðan hava ferð­ andi ígjøgnum Árna fjarðar­ tunnilin verið fullkomiliga uttan samband við umheimin. Nú er møguligt at fáa fatur á 112 inni í Árnafjarðartunlinum. Ferðandi í Hvannasunds tunli­ num hava framvegis ONKI sambandi við umheimin. Halló landspolitikarar, hetta kunnu tit ikki vera bekentir, nú vit skriva 2011 og siga okkum vera eitt framkomið land. Vit hava øll sæð vakrar og vælgjørdar lýsingar frá LV í Kringvarpi Føroya, men hesar kunnu ikki vera galdandi fyri tunlarnir norður um fjall. Hvussu vit skulu bera okkum at, um óhapp/vanlukka hend­ ir í tunlunum, ella um eldur skuldi komið inni í. Har er sum nevnt omanfyri, onki ljós, onki telefonsamband, ong in eldsløkkjari og onki radio sam band og onki radio­ samband er til sløkkiliðið. Fyri at siga um er, har fæst ikki fatur á nakrari hjálp !! og tunlarnir eru einsporaðir. Sløkkiliðsmennirnir hava eis­ ini sína egnu trygd at hugsa um og fara ikki inn í ein royk fyltan tunnil. Trygdin í Árna fjarðar­ tunlinum er júst líka vánalig, sum í Hvannasundstunnilin. Einasti munur er, at í Árna­ fjarðartunlinum fæst samband við 112. Viðareiðisvegurin Sama skilið er við Viðareiðis­ vegnum, har tað er omanlop í tíð og ótíð. Men tíbetur hevur tað higartil ikki kravt mannaliv. Og gloymið ikki, at hettar er ein nógv nýtt farleið, har bæði børn, vaksin bussar, lastbilar og hópin av personbilum, sum nýta far­ leiðina hvønn einasta dag. Partar av Viðareiðisvegnum eru somuleiðis gamlir og vóru als ikki gjørdir til tungu og nógvu ferðsluna, sum er har í dag. Tá hann varð gjørdur, koyrdu kanska dagliga tveir rutubilar millum Viðareiði og Hvannasund og nú koyra 20­30 tons tungir bilar har og stórir bussar fyltir við skúlabørnum. Hetta er ábyrgdarleyst, og hvør torir at standa við ábyrgdini, tá vanlukkan er hend? Vísið ábyrgd og byrjið nú! Hugsi um alt, sum fer við tí fúkandi ferð ígjøgnum tingið fyri tíðina, bæði dag og nátt og standi undrandi. Er tað veruliga slett ikki nakar vilji til at betra um farleiðina norðeftir. Eru tað ikki júst slíkar bygdir ella útjaðari sum skal bjargast meðan tíð enn er. Hygg at Múla, har kom bjargingin ov seint og nú er øskukalt har. Hesi pláss, Viðareiði, Hvanna sund og Norðdepil eru til at bjarga enn, um okkara landspolitikarar hava neyðuga viljan og dirvið. Fleiri fólk ynskja at búgva norðanfyri, men farleiðin er ein forðan. Hetta er veru­ leikin og onki annað. Sjálv haldi eg, at eitt gott hugskot er, at landspolitikarnar seta seg saman og blíva samdir um, at farleiðin norðureftir nú skal gerast, og dagur skal setast á, nær byrjast skal. So kunnu borgararnir fyrihalda seg til tað og kunnu leggja ætlanir samsvarandi. Íbúgvarnir norðanfyri eiga nú fyrstu raðfesting. Trygdin hjá teimum kann ikki mátast í peningi...