Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-05-23, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 23. mai 2011síða 3

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

3 Sosialurin Mikudagur 18. mai 2011 · Nr. 57 kappingin Summar Aftur í summar bjóðar Sosialurin til eina spennandi kapping, hesaferð í samstarvi við Rás2. Kappingin byrjaði 9. mai og varir henda mánaðin út, har flogferðir við uppihaldi verða burturlutaðar tríggjar ferðir um vikuna. Einføld summar­ kapping við stórum vinningum Nú leggja báðir miðlarnir til brots aftur, í samstarvi við At­ lantsflog, við eini einfaldari, men kortini sera spennandi kapping. Fyri at vinna hesar góðu vinn ingarnar, skalt tú í roynd og veru bert svara rætt uppá fimm spurningar. So ert tú við. Mannagongdin er henda: Hvønn dag, tá Sosialurin kemur út, fer Rás2 ­ millum klokkan 9 og 12 ­ at seta fokus á summ­ arkappingina og tað ávísa ferðamálið á rutunetinum hjá At­ lantsflogi. Talan er um mánadag, mikudag og fríggjadag. Eftir tíðindini kl. 11 verður eitt lítið prát, og frá klokkan 11:30 er tað at fólk kunnu ringja inn og svara rætt uppá teir fimm spurningarnar eftir 60 sekundum. Klárar lurtarin tað, hevur hann vunnið ein ferðaseðil við uppihaldi fyri tveir persónar eitt ávíst tíðarskeið. Svarini uppá hesar fimm spurningarnar eru at finna í Sosialinum frammanundan. Tí kann ein lættliga svara spurn­ ing unum, meðan ein situr við blaðnum frammanfyri sær. Vælkomin at vera við. Og góða ferð fyri tann hepna! Norski ”EasyRoller” hvørki rustar ella verður steðgaður í trygdareftirlitinum á flogvøllunum. Herfyri fekk uppfinnarin heiðursløn fyri henda stólin, ið mong hava bíðað eftir. Koyristólur til tey ferðandi Øll, ið hava havt brúk fyri at taka koyristólin við sær í feriu, vita, hvat hendir í trygdareftirlitinum: Ávar­ ingartónin fer at ýla, og øll eygu verða vend ímóti viðkomandi. Fyri hann ella hana, sum eigur koyristólin er nú ein loysn funnin á hesum trupulleikanum, takkað verið norðmanninum Torbjørn Skjær an. Longu í 2000 byrjaði hann ar­ beið ið at menna ein koyristól úr plas tikki, og longu árið eftir varð fyrsti EasyRoller stólurin seldur. Tá EasyRoller 2 kom á marknaðin, byrj aði tað av álvara at koyra hjá Torbjørn. Nú fæst koyristólurin í 100 pro­ sent termoplast uttan leysar lutir, í einum nútíðar sniði og sum tí er øðrvísi enn teir siðbundnu stólarnir. Nú bíðar heimurin eftir uppfinning hansara. Hetta fyrsta árið væntar Tor bjørn Skjæran at selja 700 stólar, harav 90 prosent teirra fara á út­ lendska marknaðin. ­ Okkara mál er, at EasyRoller skal gerast ein altjóða standardur fyri øll sambýli og stovnar, sum ikki ynskja koyristólar úr metalli, sigur Torbjørn Skjæran. PLASTIKK EasyRoller-koyristólurin minnir um hinar, men hevur stórar fyrimunir við sær, tá ein fer út at ferðast nýggjur handil við damuklæðum Bøgøta 15 100 Torshavn tlf 311312 LEKKRAR KovBoyBuKsuR fRá vETo KAninvEsTAR í ymsKum LiTum Gunnva all size 36-56 uR við gummiREim í ymisKum LiTum 300,- smARTuR TuniKA fRá miRA miA smARTuR KjóLi/TuniKA fRá BohémE