mánadagur 23. mai 2011síða 3
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
3
Mánadagur 23. mai 2011 · Nr. 59
Sosialurin
WWW.SMYRILLINE.FO
Nógvir góðir vinningar
verða á skránni!
FLEIRI GÓÐIR VINNINGAR
Á bingocruise-túrinum borðreiða vit við fl eiri
góðum og spenn andi vinningum. Umframt stóra
høvuðsvinningin, sum er ein familjuferð við
Norrönu fyri 2 vaksin + 2 børn + bil í 4-koyggju-
kamari, verða 2 ferðir til Newcastle við Norrönu
og 2 snarferðir til Danmarkar ella Íslands eisini á
skránni. Harumframt burturlutað vit 2 gávurkort
á kr. 1.000,- frá Magn, Viking Buffet umborð á
Norrönu og nógvar aðrar vinningar.
9. - 12. JUNI
FYRI HVØNN ÚR KR. 995,-
BINGO-
CRUISE
Dámar tær væl at spæla bingo?
Nú hevur tú høvið at koma
umborð á Norrönu eitt langt
vikuskifti og spæla bingo sa-
man við vinkonuni ella man-
ninum. Hugnað tær í avslap-
pandi umhvørvi umborð, har
allir møguleikar eru at fáa eina
hugnaliga og stutt liga ferð
við m.a. góðum bingovinnin-
gum og matupplivingum. Vel
millum góðan, lættan mat í
kafeteria ella stóra, vælumtókta
sjálvtøkuborðið í buffet mat-
stovuni ella frálíku a la carte
matstov una ‘Simmer Dim’.
Eirikur Lindenskov
Niels Mortensen, stjóri í SMS,
sigur, at SMS hevur keypt 50
prosent, meðan hini feløgini
tilsamans hava keypt hin
helm ingin. SMS eigur helm
ingin av 3'aranum, og Niels
Mortensen eigur per sónliga
helmingin av Skou sen.
Tað er nærliggjandi at
hugsa sær, at handlarnir hjá
Skousen og eitt nú Bónus,
sum hevur til húsa hjá Posta
hinu megin vegin, flyta inn
í bygningin. Men hetta vil
Niels Mortensen ikki siga
nakað um.
– Alt hetta er so nýtt enn,
at vit fáa einki sagt um tað,
sigur Niels Mortensen.
Mads A. Winther, stjóri í
Miðlon sigur, at tey fingu eitt
gott boð, og tí varð avgjørt at
selja.
– Nú P/F SMS kom við ein
um góðum boð upp á bygn
ingin, so tóku vit av, sigur
Mads A. Winther, stjóri í
Mið lon.
Hann sigur, at bæði selj
ari og keypari eru nøgdir við
handilin, sum varð av greidd
ur í hóskvøldið.
Tað var P/F Miðlon hjá
Mads A. Winther, sum í
2006 bygdi bygningin, sum
hýsir handlunum »Elding«,
»Rús drekkasøluni«, »Snák«,
»Norð oya Sparikassa«, »Nomi
Smykkur og Ur og Profil Optik
Niels L. Arge«, »Íblástur« og
»Køksmiðstøðini«.
Enn vil Mads A. Winther
einki siga um, hvussu tað
verður við stóra handilinum
hjá honum, »Elding«. Men
sum skilst flytir hann úr
bygn inginum.
Eirikur Lindenskov
Tað hevur gingið stútt og
støð ugt framá hjá stóru ali
fyri tøkuni í Suðuroynni tey
seinastu fimm árini. Busi
nessLine skrivar á www.
bl.fo, at Faroe Farming, við
heimstaði í Vági, er í dag
eitt framkomið alifelag við
framleiðslu á landi og sjógvi.
Felagið hevur egið kryvjivirki
og hevur í árinum keypt
fiskavirkið havnarlagnum í
Vági til hetta endamál.
Góðir prísir á aldum laksi
á
heimsmarknaðinum
í
fjør og ein væl skipað fram
leiðsla geva nú sjónlig úrslit
á botnlinjuni hjá Faroe Farm
ing.
Verður hugt í roknskap ir
nar tey seinastu fimm árini
sæst ein støðug framgongd,
har 2010 tó er nógv tað besta
í søgu felagsins.
Faroe Farming hevði í fjør
eitt avlop upp á 50 milli ónir
krónur áðrenn skatt. Hetta
er fimm ferðir størri enn
undanfarna
ár.
Egin pen
ingurin er eftir einum árið
tvífaldaður og er við ársenda
2010 komin upp á slakar 88
milliónir krónur.
Felagið rindaði 6,55 milli
ónir krónur í skatti í fjør, og
verður nettoavlopið sostatt
góðar 43,5 milliónir krónur.
Í miðal starvaðust 53 fólk
hjá Faroe Farming í fjør.
Stjóri í Faroe Farming er
Erhard Joensen.
SMS keypt Miðlon
VINNA Handilshúsið Miðlon í Havn fekk um vikuskiftið
nýggjar eigarar. Saman við 3'aranum og Skousen
hevur SMS keypt handilshúsið Miðlon í Havn
Alirisin í Suður oy
hevur reist seg
ALING P/F Faroe Farming, stóra alifyritøkan í
Suðuroy, hevði 50 mió kr í avlopi í fjør áðrenn
skatt. Hetta er fimm ferðir størri enn árið fyri