mánadagur 23. mai 2011síða 2
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 23. mai 2011 · Nr. 59
2
Sosialurin
kappingin
Summar
Ráð 1:
Syrg fyri at børnini hava fingið eina sunna
máltíð áðrenn fráferð. Sukur kann gera
børnini bæði ov spent og ov virkin
Ráð 2:
Minst til at pakka ein DVD-spælara, Ipod,
leikur, málibøkur og líknandi í handviðførið.
Og smáar pakkar við sunnum góðbitum.
Ráð 3:
Bøkur og leikur eru vælegnað, serliga um
tey beinleiðis vísa til tað at flúgva. Brúka
hetta sum ein møguleika at læra tey meiri
um flogfør og flúgving, og lat børnini
sjálvi siga frá, hvat tey uppliva á ferðini
Ráð 4:
Um tað ber til, set so tíð av til at spæla
við børnini áðrenn fráferðina. Syrg
fyri at tey fáa brúkt ein stóran part av
orku síni, áðrenn tit fara umborð.
Ráð 5:
So skjótt sum loyvi er givið til tað, kanst tú
byrja at rigga elektronikkin til, soleiðis at
børnini kunnu hyggja eftir dvd ella spæla
spøl. Minst til at hava headsettið við.
Ráð 6:
Eitt gott hugskot er at hava smáar
innpakkaðar og óvæntaðar gávur. Hetta
skulu ikki vera dýrar gávur, men tað
týdningarmesta er at tær verða givnar í
rættari løtu, t.d. tá tíðin tykist long.
Ráð 7:
Um flogfelagið ikki borðreiðir við mati
og drekka uttan rokning, so er neyðugt
at taka smáar matpakkar við, har tað
sum barn títt dámar best, er við.
Ráð 8:
Lat børnini sita við vindeygað, so
tey kunnu síggja jørðina, fjøllini og
skýggini. Hevur tú fleiri børn við, lat
tey so skiftast um at sita her.
Ráð 9:
Um tey smáu troyttast av filmi, lat tey so
lurta eftir róligum tónleiki á tínum Ipod. Ert
tú heppin, fært tú tey at sova eina løtu.
Ráð 10:
Eitt lítið teppi og ein koddi, sum
barni kennir heimanífrá, lættir um hjá
teimum smáu, um tey skulu sova ella
bara vilja krúpa undir eitt teppi.
Ráð 11:
Smáar bøkur við uppgávum og tekningar
sum skulu litast, halda serliga tey smærru
børnini virkin. Minst til at taka tusjir
ella litkrit við, og pappír at tekna á.
Ráð 12:
Finn eina egnaða løtu, har tú kanst
spyrja starvsfólkið um flogskiparin ella
stýrimaðurin kann koma á tykkara pláss
at heilsa uppá børnini. Um gjørligt, kanst
tú siga við børnini at flogskiparin kemur
at heilsa uppá TEY, um tey sita still.
Góða ferð!
Nógv hava roynt
tað – og nógv
hava ring minni
eftir eina flogferð
saman við børnum,
serliga um talan er
um langar ferðir.
12 hent ráð til flogferðina
Her koma 12 hent ráð um, hvussu ein kann gera, sjálvt eina
langa flogferð til eina góða uppliving. Talan er bert um at brúka
eina ávísa tíð til fyrireiking, soleiðis at bæði børn, foreldur og
ikki minst hini ferðafólkini fáa ein góðan og friðarligan túr.
renni
fjøl
...leikur frá Br
Veitst tú hvat tað besta er?
www.br.fo
BR-Leikur · Smyrilsvegur 7
100 Tórshavn · tlf 319707
799,
The waVe
rennihjól
rennihjól og aldurennifjøl
í einum! Við aBeC-5
kúlulegum. Kann leggjast
saman. Trygdarútgerð
seld fyri seg.
499,
The wave mini Sl rennifjøl
Sum at surfa á landi.hondfar stødd.
Kúlulegur, ið snara 360°, 74 cm.
Vel ímillum fleiri ymisk.
Vanligur prísur 599,-