Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-05-23, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 23. mai 2011síða 6

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 23. mai 2011 · Nr. 59 6 Sosialurin kappingin Summar Skjern Å liggur, sum navnið sig­ ur, í nánd av býnum Skjern í Vesturjyllandi. Hon er somuleiðis 4. størsta og vatnríkasta áin í Dan­ mark. Tað er kortini ikki hetta sum ger ánna serstaka. Tað er heldur tann veruleiki, at Skjern Å í dag hevur heiti sum tjóðpark, eftir at økið kring ánna fekk henda heiðurin í 2008. Nationalpark Skjern Å fevnir um eitt øki uppá 24.500 HA, harav 16.000 HA eru náttúra og skógur. Nevnast má, at økið hevur bæði lokalan og altjóða týdning, tí fleiri sjáldsom og hótt djóra­ og plantusløg finnast her. Millum hesi djórini er oturin sum er komin aftur, eins og tann so nevndi Skjernå­laksurin, sum ger økið til eitt paradís fyri stutt­ leikafiskarar. Fleiri teirra hava havt góða eydnu at fáa laks í ánni, og teimum so líkt, er eisini ein kapping um at fiska tann størsta. Metið higartil er frá apríl mánaði í fjør, tá ein heppin stuttleikafiskari dró ein 18 kilo tungan laks úr ánni. Her kundu føroyskir stuttleikarar uttan iva havt bjóðað seg fram fyri at kappast um metið. Annars er Nationalpark Skjern Å merkt av fleiri parkeringsplássum við útsýni, borðum, stólum og onkustaðni eisini grillplássum. Møguleiki er eisini fyri at sigla við kano, eins og møguleikar eru fyri primitivum leguplássum á leiðini. Hjá teimum ið dáma væl at fiska laks, er Skjern Å avgjørt eitt ferðamál. Møguleiki er enntá at sláa eitt met um størsta laksin í ánni. Serstakt øki kring ánna Hevur tú hug at fiska laks – og kanska seta danskt met, er bara at royna eydnuna við Skjern Å. Tann størsti higartil vigaði 18 kilo MET-LAKSUR Sp/f Soundcheck | Tlf 565510 | Johannes Olavsson | johannes@soundcheck.fo gibson es 137 vanligur prísur 15.999,- 9990,- -50% frávaldir el-guitarar nord lead anniversary model vanligur prísur 11.599,- 7599,-