mikudagur 13. mars 2002síða 9
‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 50 - 13. mars 2002 • 3
3
- Alternativið hjá
reiðaríunum er, at tey
hvør í sínum lagi seta
nøkur sølufólk at taka
sær av søluni, men
reiðaríini hava so
nógv onnur viður-
skifti at taka sær av.
Heldur enn at seta
eitt ella tvey fólk í
part, hevur Fofish,
sum hevur trý fólk í
starvi, átikið sær at
selja fiskin og sam-
skifta við skipini um
landing, sigur
Ábraham Hansen
FISKIVINNA
Vilmund Jacobsen
Ábraham Hansen og Leif
Høj hava stovnað fiska-
sølufelagið, Sp/F Fofish.
Felagið hevur skrivstovu í
Saltangará og er til reiðar at
selja fiskin hjá 16 trolarum
hjá P/F Beta, P/F Snaraløki
og reiðaríunum hjá Os-
mundi Justinussen.
Avtala er gjørd við reiða-
ríini um, at felagið skal
selja fiskin hjá hesum
skipum í fyribils tvey ár.
Ætlanin er, at henda avtala
skal reviderast alla tíðina.
Báðir stigtakararnir til
nýggja felagið hava drúgv-
ar royndir innan føroyskt og
partvís útlendskt vinnulív.
Ábraham hevur havt alla
søluna hjá P/F Beta um
hendi í meira enn sjey ár og
hevur
somuleiðis
havt
samskifti við skipini um
landing. Í sínari tíð arbeiddi
hann
eisini
fyri
ein
franskan fiskamarknað um
at útvega fisk til markn-
aðin.
Leif Høj hevur verið í
starvi sum innkeypari hjá
Føroya Fiskavirking í 6-7
ár og hevur partvís tikið
sær av sølu. Eisini hann
hevur starvast hjá einum
útlendskum fiskamarknaði
- í hesum førinum í Týsk-
landi, har hann arbeiddi við
at innflyta fisk til markn-
aðin har.
Tað skerst tí ikki burtur,
at hesir báðir hava góðar
"kontaktir"
og
nógvar
royndir í samstarvi við
fiskakeyparar í Evropu.
Meira trúverdugt
Ábraham og Leif fara at
arbeiða á skrivstovuni í
Saltangará
saman
við
einum skrivstovufólki, og
endamálið
hjá
Fofish
verður at fáa mest møguligt
fyri fiskin og at leggja
landingarnar hjá skipunum
hjá nevndu reiðaríum til
rættist .
- Alternativið hjá reiða-
ríunum er, at tey hvør í
sínum lagi seta nøkur
sølufólk at taka sær av
søluni, men reiðaríini hava
so nógv onnur viðurskifti at
taka sær av. Heldur enn at
seta eitt ella tvey fólk í part,
hevur Fofish, sum hevur trý
fólk í starvi, átikið sær at
selja fiskin og samskifta
við skipini um landing,
sigur Ábraham Hansen.
Hann vísir á, at reiðaríini
søgdu seg ikki vilja vera
við í einum felag, men
vildu heldur vera óheft av
sølufelagnum.
- Hetta ger eisini søluna
meira
trúverduga,
ikki
minst yvirfyri fiskimonn-
unum, um nakar skuldi sett
spurnartekin við trúvirði í
samband við søluna. Í hes-
um førinum er eisini ein
skilnaður ímillum veiði-
liðið og søluliðið, sigur
Ábraham.
Selja fyri provotión
Fofish fer at selja fyri eina
ávísa provotión, og tí er
umráðandi fyri báðar part-
ar, at mest møguligt fæst
fyri fiskin.
- Sum nú er, er einki
beinleiðis samband millum
reiðaríini um sølu av fiskin-
um, og tí verður tað ein upp-
gáva hjá okkum at fordeila
fiskin so væl, sum tilber, so
landaðu
nøgdirnar
gera
minst møguligt "fortreð" fyri
hvørja aðra sum gjørligt.
Hetta skuldi eisini viðvirkað
til eina javnari tilgongd av
fiski til fiskavirkini og tískil
tænt báðum pørtum.
Ábraham sigur, at felagið
fer at hava gott samskifti
við tey einstøku skipini hjá
reiðaríunum.
- Ætlanin hjá okkum var at
fara í gongd 1. mars, men
hetta hevur drigið nakað út, tí
tað tekur sína tíð at seta upp
teldur og fáa telefonlinjurnar
uppá pláss. Nú eru vit til
reiðar at byrja, og tá ið skip-
ini koma innaftur at landa,
taka vit okkum av søluni.
Hann heldur, at tað er ein
fyrimunur fyri Fofish, at øll
skipini, teir skulu sam-
starva við, eru heimahoyr-
andi í meginøkinum.
- Tað er møguligt, at vit
kundu selt fiskin hjá upp-
aftur fleiri skipum, men vit
halda, at hetta er eitt
passaligt tal av skipum.
At enda sigur Ábraham
Hansen, at bæði hann, Leif
Høj og skrivstovukvinnan
eru sera spent, nú virk-
semið hjá Fofish fer í
gongd.
Nýggja sølufelagið, Sp/F Fofish:
Skal selja fiskin hjá 16 trolarum
Sp/F Fofish fer at
selja fyri eina
ávísa provotión,
og tí er
umráðandi fyri
báðar partar, at
mest møguligt
fæst fyri fiskin.
2 • Nr. 50 - 13. mars 2002
C
M
Y
K
2
Framkomnar loysnir
til eina
fiskivinnu
framkomna
Farec Hotel Føroyar 15 mars
Vit sýna fram tað nýggjasta innan: fastnet
mobilnet
internet
vekslarar
datasamskifti
fartelefoni
v.m.
team85
·
El-motorum
·
El-tilfari
·
vørum
·
Ljóskastarum
·
Kabússum
·
·
·
ABB
DANFOSS
OSRAM/Philips
NORSELIGHT/IBAK
BEHA HEDO
ÚTGERÐ TIL STÓRKØKAR
SKIPSKAÐALUM
FREON
Heildarveitarar av:
PF LEIF MOHR
Smyrilsvegur 2 · 100 Tórshavn
Tel 311220 · Fax 314862
lm@lm.fo · www.lm.fo
Alt vanligt el-tilfar
Skjót og trygg tænasta
Telefonin svarar alt samdøgrið!
team85