mikudagur 13. mars 2002síða 8
‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
1
FISKIVINNA
Jústinus Leivsson
Eidesgaard
Tað átti at verið ein gleðilig
hending at komið heim
undan
Eysturgrønlandi,
einum tí mest harðbalna
farvatni í øllum heiminum,
og tað er eisini gleðiligt,
men tað var 40 prosent
meira gleðiligt í fjør enn
tað er í ár.
Myndin sýnir Sólborg,
sum kom heim av rækju-
miðunum í Eysturgrønlandi
í gjár. Teir hava fingið fisk,
hava ikki verið leingi
burtur, og hava fiskað kvot-
una sum er 230 tons.
Sólborg eigur tvær rækju-
kvotur í Eysturgrønlandi.
- Um hesa tíðina í fjør var
rækjuprísurin 40 prosent
hægri enn í ár. Og ikki um
at tala japanrækjurnar. Vit
fingu 160 krónur fyri kiloið
fyri nøkrum árum síðan, í
dag fáa vit ikki 50 krónur.
Orsøkin er, at russar fáa so
nógvar góðar og stórar
rækjur
við
Kamsjatka
hálvoynna, og hesar hava
útkonurrerað eysturgrøn-
landsrækjurn, sigur Ejler
Jacobsen, sum er reiðari og
eigari av Sólborg.
Hví er rækjuprísurin so
lágur, at rækjuflotin er um
at fara á húsagang?
- Orsøkin er, at alt ov
nógvar rækjur eru á markn-
aðinum. Rækjuveiðan er
tvífaldað
seinastu
tvey
árini, og tað má síggjast
aftur. Kanadiumenn hava
seinastu árini ment rækju-
veiðuna munandi og tað
sæst aftur á heims-markn-
aðinum, Annars skulu vit
ikki láta so illa at. Sólborg
fiskaði fyri 42 milliónir í
fjør og aftaná avskrivingar
vantaðu 200.000 krónur í,
men eg má viðganga, at tað
sær ikki bjart út nú, sigur
Eiler Jabobsen.
Skipari á Sólborg hendan
túrin var Pól Johan Poulsen
av Strondum, hann skiftist
við Jónfríð Poulsen av
Skála at føra bátin.
Tá veiðan er løgd upp fer
Sólborg á sleipistøð at
pussast upp, og síðan
verður lagt aftur vestur í
hav á Flemmish Cap at
royna eftir rækjum.
Har hevur viðrað sera illa
í seinastuni. Høgifossur er
til fiskiskap á Flemmish
Cap í løtuni og aðrir rækju-
bátar royna undir Grøn-
landi.
Sólborg avmyndað beint eftir at hon hevði lagt at við molan í Havn júst heimkomin úr Eysturgrønlandi
Mynd: Jens Kristian Vang
Rækjuprísurin skramblar niður:
Rækjumenn í døpurhuga