Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-03-13, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 13. mars 2002síða 7

‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 50 - 13. mars 2002 Annika Olsen cand.mag. Valevni Fólkafloksins í Suðurstreymi Nú vallyftini av álvara eru farin á rull, hevur tað und- rað meg, at ongin tekur trupulleikarnir hjá teimum ungu uppá tunguna. Flott orð sum til t.d., at ungdóm- urin er okkara vón og stolt- leiki sýnast at vera tóm orð, tí onki verður gjørt fyri at bøta um trupulleikarnir hjá hesum bólki. Tað snýr seg serliga um bústaðarmøgu- leikarnir hjá teimum les- andi og tann óvirðuliga lága studningin, ið tey fáa frá landinum, ein studning- ur, sum tey hvørki kunnu liva ella doyggja av. Miðstaðarøki ein trupulleiki Tað er serliga í miðstaðar- økinum, at trupulleikarnir stinga seg upp, av tí at tað er her, tey flestu nema sær útbúgving. Tað er næstan ómøguligt at fáa sær eina íbúð, og tey fáu ”heldigu”, sum finna sær eina íbúð, mugu av við 4 -5 000 krón- ur um mánaðin, sum skal gjaldast av tí ómenniskja- liga og óvirðiliga studning- inum uppá 3300 krónur. Hvussu kunnu tey lesandi fáa tingini til at hanga saman? Tosað verður jú nógv um vælferð í hesum tíðum, men er hetta væl- ferð? Tað sær út til, at tað bert eru tey lesandi, ið fáa hollan búskaparligan stuðul heimanifrá, ið hava møgu- leika fyri at fáa sær íbúð, og tað hevur onki við vælferð at gera. Restin má hava fult starv við við síðuna av les- naðinum, fyri at kunna gjalda íbúð og fyri at fáa mat í munnin. Hetta viðfør- ir, at lesnaðurin verður merktur av hesum bæði í dygd og í tíð. Kollegium Loysnin hevði verið at bygt eitt kollegium, sum øll onnur vælferðarsamfeløg í norðanlondum hava, har lesandi kunnu búgva til ein sámuligan kostnað, ið sam- svarar við teirra neyðars- liga studning og ikki eina fasta inntøku uppá 15- 20.000 um mánaðin. Aðrir ágóðar Eisini hevði tað hjálpt mun- andi hjá teimum lesandi, um tey fingu nakrar ágóðar sum t.d. hálvt sjónvarps- gjald og útvarpsgjald og ein avsláttur uppá sjúkra- kassan, tí hvør króna hevur týdning. Um tey ungu skulu hava møguleika fyri at hugsa um teirra lesnað og ikki um, hvussu tey bú- skaparliga kunnu fáa ting- ini til at hanga saman, er tað altavgerandi, at farið verður til verka og bøtt uppá hesa óvirðiligu støðu, tey lesandi eru í. Hetta er av alstórum týdningi, tí tað er m.a. tann kvalitativa vitanin hjá teimum lesandi, ið sam- felagið skal byggja uppá! Kaj Leo Johannesen Sambandsflokkurin Síðani samgonguskjalið varð undirskrivað, kunnu vit eygleiðarar ikki gera annað enn undrast, ikki tí, tað man neyvan verða nøk- ur samgonga, sum hevur brúkt so nógva orku, og so nógvar pengar uppá markn- aðarføring av fullveldinum, tað fullveldi, sum í veru- leikanum bara tann eini flokkurin meinar í álvara. Kann verða, at vit uttan- fyri ikki skilja, hvat gongur fyri seg, men tú skalt ikki vera serliga gløggur fyri at síggja, at tann eini flokkur- in, hevur meira enn ringt við at halda gjørdar avtalur og vil at Tjóðveldisflokkur- in skal gera samgonguslit, men tað veit Tjóðveldis- flokkurin, so teir fara sjálv- andi ikki at slíta samgong- una, Tann størsta undanførsl- an var, at vit skuldu ikki hava fólkaatkvøðu um full- veldi, eftirsum meiningar- kanningarnar søgdu korta- nei, og um úrslitið var eitt nei til fullveldi, so høvdu vit endaliga limað okkum inn í tað danska ríkið, t. v. s limað okkum inn í tað rík- ið, sum vit skulu halda fólkaatkvøðu um at koma burturúr? Hinvegin fær fíggjarmál- aráðharrin brúk fyri allari uppsparingini tey næstu ár- ini, soleiðis sum fleiri síggja ávísar vinnugreinar í løtuni, so eg trúgvi, at prát- ið um yvirtøkur kemur at kámast eitt sindur av sær sjálvum. Og lat meg fyri eina ord- ans skyld gera vart við ein týdningarmiklan realitet í føroyska búskapinum, nemliga at seinastu fimm árini hava vit megnað at økt um vælferðina, og visti eg ikki betur, so hevði eg hild- ið at alt stóð væl til. Men við at hyggja eftir nøkrum hagtølum, so kunna vit staðfesta, at meðallønirnar fyri allar lønarbólkar seinastu fimm árini eru hækkaðar, men prísvøksturin hevur etið hækkingarnar upp, og væl tað, soleiðis at keypiorkan í landinum, er minkað við uml 11,3% Fyri at fáa sjón fyri søgn, so far inn í ein handil og keyp 2 mjólkapakkar, ein ost og tvey breyð, so hevur tú brúkt uml 100 kr, fyri fimm árum síðani hevði sama vøra kosta uml 89 kr, vit mugu til at prístalsregu- lera, soleiðis at løntakarar við lág- og meðalinntøkum, kunnu hava meiri at keypa mat og klæði fyri. Fólkaflokkurin er byrjað- ur sítt valstríð við at geva 80 mill í skattalætta aftur- virkandi, uttanum sam- gonguna hjá sær sjálvum, og aftan á at Fíggjarlógin er gjørd fyri land og kommun- ur, haldi sum flestu fólk, at hettar er ógvuliga langt úti, og sigur hettar mær, hvussu kroystur flokkurin er, og ikki munnu bý- og bygda- ráðslimir verða glaðir fyri henda ósakliga mátan at ar- beiða uppá, eg veit at skila- fólk og vinnulívsmenn hjá sama flokki eru alt annað enn nøgd vit hendan mátan at arbeiða upp á. Hinvegin segði fíggjar- málaráðharrin, at vit við at geva 80 mill í skattalætta, seta vælferðina uppá spæl, vit hava akkurát tikið 364 mill kr frá inntøkusíðuni við lyftinum um, at tað kemur ikki at kosta væl- ferð, her er onkur logikkur, sum ikki hongur saman, ella hvussu? Minni inntøku meira vælferð? VIÐMERKINGAR Reimund Langgaard valevni Sambandsfloksins í Eysturoy Vit hava tey seinastu ár- ini goldið niður okkara uttanlandaskuld og sett pening til síðis. Hetta er at fegnast um. Rætt er at leggja tilsíðis í góðum tíðum, so nakað er at standa ímóti við, tá tíðir- nar eru minni góðar. Tað er tí hugstoytt at síggja, at vit smb. fíggj- arlógini fyri 2002 bert hava eitt yvirskot uppá góðar 121 mió. kr. Av- drátturin uppá almennu skuldina verður í 2002 140 mió. kr., og tí verður minni í almenna kassa- num við árslok, enn tá ár- ið byrjaði. Ikki kann sig- ast, at fíggjarpolitikkurin er forsvarligur, tá ein ikki megnar at leggja tilsíðis, nú tíðirnar eru so góðar. Tá ein so samstundis hugsar um, at tað uppi í Løgtinginum t.d. liggur eitt uppskot um at lækka skattainntøkurnar við 80 mió. kr. er eyðsæð, at tal- an ikki er um serliga for- svarligan fíggjarpolitik. Um fiskaprísurin held- ur áfram við at lækka, gongur ikki long tíð fyrr enn henda gongd sæst aftur í inntøkunum hjá landskassanum, og hesin skjótt kann fáa sera stór undirskot. Tað má tí verða einumhvørjum greitt, at verðandi sam- gonga hevur gjørt eina dáragerð, tá hon lækkaði blokkin við ikki minni enn 366 mió. kr. Eg eri stórliga bangin fyri, at komandi árini koma at hava óhepnar fylgir fyri fleiri í okkara samfelag um verðandi samgonga sleppur at halda áfram. Her hugsi eg serliga um tey gomlu, sjúku, óarbeiðsføru og barnafamiljurnar. Ein partur av fólkinum fer helst at klára seg hóast alt, sjálvt um tað hevur við sær eina lægri væl- ferð, men tað er okkara skylda at hugsa um øll í samfelagnum, og ikki bert tey, sum eru væl fyri. Sambandsflokkurin vil arbeiða fyri at verðveita vælferðina í Føroyum, soleiðis at vit hava somu vælferð sum okkara grannalond. Hendan væl- ferð er trygg í ríkis- felagsskapi við Dan- mark. Framtíð Føroya fólks Eyðólv Dimon Valevni í Suðurstreymoy Eftir at hava sitið og hugt at Degi og viku mánakvøldið, sær nú út til, at Tjóðveldis- flokkurin, við hjálp frá grønlendsku fólkatingslim- unum, ætlar at taka avgerð- ina um framtíð føroyinga úr hondunum á Løgtinginum. Úrslitið av fólkatingsvali- num vísti, at meirilutin av føroysku veljarunum vildi hava landsstýrið at skifta kós frá fullveldispolitikki- num. Tá vísti formaður Tjóðveldisfloksins hesum aftur og segði, at eitt úrslit av einum fólkatingsvali onki hevði við heimliga politikkin at gera. Nú kom so aftur ein veljarakanning, sum enn einaferð royndi at purra út. Men hesaferð royndi Høgni Hoydal at burturforklára úrslitið við undanførslum sum, at spurningarnir í veljara- kanningini ikki vóru nóg greitt orðaðir. Hesa undan- førslu hava vit hoyrt fyrr. Føroyingar hava fingið nokk av fullveldiskósini, og 59% av føroysku veljaru- num taka nú undir við ”víð- kaðum sjálvstýri innanfyri ríkisfelagskapin”. Hetta er helst eitt álvarsligt bakkast fyri Landsstýrismannin í fullveldismálum, sum hev- ur sitið handan veggirnar í Tinganesi og fullkomiliga hevur mist sambandið við veljaran. Sær skriftina á vegginum Nú hann er útpurraður og sær skriftina á vegginum, roynir Tjóðveldisflokkurin at taka málið úr hondunum á Løgtinginum og føroy- ingum. Norðuratlantiska samgongan skal føra full- veldispolitikkin víðari, hó- ast meirilutin av føroysku veljarunum ynskir at skifta kós. Norðuratlantiska sam- gongan eigur at viðurkenna rætt føroyinga til sjálvir at avgera framtíð sína. Hesa avgerð fara føroyingar at taka á komandi løgtingsval- ið. Í løtuni er tað alt, ið bendir á, at Tjóðveldis- flokkurin, við sínum ikki semjusøkjandi politikki, setur seg uttanfyri ávirkan eftir valið. Viðurkennir ikki Løgtingið Tann breiða politiska semj- an kann bara byggjast á ein politikk, har Sjálvstýrislóg- in er grundarlagið. Henda semja fer ikki at finna seg í, at Norðatlantiska samgong- an tekur málið úr hond- unum á føroyingum. Tað er á Føroya Løgtingið at av- gerðin skal takast, um hvat skal henda í ríkisrættarligu støðuni hjá føroyingum. Hetta eigur Norðuratlant- iska samgongan at virða, og fólkatingslimirnir eiga at halda fingrarnar burtur. Norðuratlantiska samgongan skal halda fingrarnar burtur Tey ungu eru dýrgripir Føroya C M Y K 12