mikudagur 13. mars 2002síða 11
‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6 • Nr. 50 - 13. mars 2002
Nr. 50 - 13. mars 2002 • 7
Allir fjølmiðlar
ynskja at verða "mót-
takarunum" so nær
og viðkomandi sum
gjørligt. Hetta er tí ein
av teimum størstu
avbjóðingunum hjá
teimum. Nútíðar-
tøknin hevur eisini
skundað undir hesa
gongd
At koma út við boðskap-
inum, er ikki bara ein av-
bjóðing hjá fjølmiðlunum,
men eisini hjá teimum, sum
eru virkin í Guds ríkis
arbeiði.
Nær sjófólkinum.
Føroyska
Sjómansmissi-
ónin var stovnað í 1918. Øll
árini síðani hevur tann stóri
spurningurin verið: Hvussu
náða vit best sjófólkið við
gleðiboðskapinum?
Hetta hevur so ført við
sær, at Sjómansmissiónin
eftir førimuni hevur roynt
at verið nær og viðkomandi
fyri føroyskar sjómenn, har
teir hava verið.
Tað førdi millum annað
við sær, at sjómansheim
kom í Føroyingahavnini,
Sjómansstova í Vestmanna-
oyggjunum og í Reykjavík
og so sjómansheimini her
heima.
Sjómansmissiónin hevur
eisini sent trúboðarar til
støð, har fleiri sjómenn
hava verið í styttri ella
longri tíð.
Vitjað úti í sjónum
Eitt av nýggjastu tiltøkun-
um hjá Sjómansmissiónini
er, at sjómanstrúboðarin
hevur verið úti á fiski-
feltinum og vitjað skipini.
Endamálið er fyrst og
fremst at boða Guds orð,
men eisini at vitja sjó-
mennirnar í teirra dagliga
arbeiði.
Summarið 2000 var eg og
vitjaði nótaskipini uppi við
Jan Majn.
Síðsta summar var eg og
vitjaði
rækjuskipini
á
Flemish Kap. Hetta var ein
longri ferð, sum eg var sera
glaður fyri. Mín uppliving
var, at sjómennirnir eisini
vóru glaðir fyri vitjaninna.
Av teimum níggju føroysku
skipunum, sum veiddu har,
var eg umborð á sjey. Alla-
staðni var eg væl móttikin,
og so at siga allir mennirnir
møtti upp til møtini. Eg
bleiv silgdur millum skipini
í "mobbátinum" (bjarg-
ingarbátinum).
Eg
var
millum 3 og 6 dagar um-
borð á hvørjum skipi.
Áðrenn eg kom heimaftur,
var eg eisini ein túr við
South Island sum "maður".
At vitja sjómennirnar úti
í sjógnum, mitt í teirra
dagliga arbeiði og lívi, er
nakað serligt. Tú kemur
longri inn á teir við at verða
saman við teimum í nakrar
dagar, enn tá eg vitji teir, tá
ið
skipið
liggur
við
bryggju. Tá er so nógv
annað, sum teir eru upp-
tiknir av.
Sóu seg sjálvar
Allir sjómennirnir vóru
bæði vinarlig ir og opnir,
hóast onkur fyrst skuldi
vita, hvat tað var fyri eitt
„skepilsi", sum var komið
at vitja, áðrenn samrøð-
urnar veruliga komu í
gongd.
Ofta
fáa
vit
góðar
samrøður við fólk, sum vit
arbeiða saman við. Tí
royndi eg eisini at hjálpa til
á verksmiðjuni við at gera
eskjur og annað, tá ið ein
løta var til tað.
Videoupptakara hevði eg
við. Filmað bleiv eitt sindur
umborð á hvørjum skipi.
Tað var bæði stuttligt og
"kryddraði" lívið umborð,
tá teir sóu seg sjálvar løtu
seinni í sjónvarpinum. Tá
kundi millum annað hoyr-
ast: "Síggji eg soleiðis út"?
"Pu- ha! Eri eg veruliga so
feitur"?
Eisini dámdi teimum væl
at hyggja eftir tí, sum eg
hevði filmað umborð á
hinum skipunum.
Hví Sjómansmissión?
Er tað neyðugt við Sjó-
mansmissión?
Í einum landi sum Før-
oyar, har havið er størsta
einstaka arbeiðsplássið, er
neyðugt við fólki, sum
eisini kennir neyð fyri at
fáa gleðiboðskapin út til
teirra. Tí meti eg, at tað er
neyðugt
við
Sjómans-
missión. Eg trúgvi neyvan,
tað er nakað sjófólk, sum so
nógv verður biðið fyri, sum
fyri tí føroyska. Tí skal tað
eisini her ljóða ein hjartans
tøkk til tykkum mongu,
sum biðja fyri sjófólkinum,
fyri Sjómansmissiónini og
sum stuðla bæði andaliga
og fíggjarliga.
Gud signi sjófólkið og alt
Føroya fólk.
FISKIVINNU-
SAMSTARV
Jústinus Leivsson
Eidesgaard
Føroyski
fiskimálaráð-
harrin, Jørgen Niclasen og
íslendski
fiskimálaráð-
harrin Árni M. Matthiesen
eru samdir um at føroyskir
og íslendskir svartkjafta-
trolarar
framhaldandi
kunnu veiða frítt inni hjá
hvørjum øðrum. Ella skilt
á tann hátt, at orðingarnar
um avmarkingar eru so
veikar, at ilt er at skilja
hetta ørvísi enn frí veiða.
Orðiingin í tíðindaskriv-
inum, sum varð gjørt beint
eftir samráðingarnar ljóð-
ar soleiðis: "Vegna støð-
una í svartkjaftastovn-
inum, samdust partarnir
um at avmarkað svart-
kjaftaveiðuna fyri síni
skip. Føroyingar vístu á
galdandi
reglur
um
avmarkað
skipatal
á
høvuðsøki í føroyskum
sjógvi.
Hósdagin
og
fríggjadagin í seinastu
viku hittust teir á fundi í
Reykjavík.
Partarnir eru samdir um
at hava somu avtalu fyri
2002 sum í 2001. Hetta
merkir at føroysk skip
kunnu veiða 5600 tons í
íslendskum
sjógvi
at
botnfiski í ár. Av hesi
heildarveiðu verður toska-
kvotan óbroytt 1200 tons
og kalvakvotan verður 80
tons. Kalvin skal veiðast í
tíðarskeiðnum 1. juni til
31. august.
Umframt
svartkjaftin
,so
kunnu
íslendingar
veiða 2000 tons av heyst-
gýtandi sild í føroyskum
sjógvi og 1300 tons av
makreli. Føroysk skip
kunnu eisini veiða 30.000
tons av lodnu í íslendskum
sjógvi, umframt 10.000
tons av lodnu, sum er av
grønlendsku lodnukvot-
uni.
Framhaldandi frítt at fiska svartkjaft
Torleif Johannesen., sjómanstrúboðari:
At vitja sjófólk á opnum havi
er nakað serligt
Torleif Johannesen hevur vitjað umborð á nótaskipum í Barentshavinum og rækjuskipum á Flemmish Kap. Allastaðni er hann
væl móttikin
C
M
Y
K
7
6