mikudagur 13. mars 2002síða 12
‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8 • Nr. 50 - 13. mars 2002
Nr. 50 - 13. mars 2002 • 9
Neyð lærir nakna
kvinnu at spinna, er
gamalt orðatak. -
Kanska skulu vit hava
ringar tíðir í fiski-
vinnuni, áðrenn
nøkur alternativ
veiða av týdningi
verður roynd aftur,
sigur Manbjørn
Solmunde, sum
saman við Vibergi
Sørensen var tann
fyrsti at fiska hav-
tasku við gørnum
undir Føroyum
FISKIVINNA
Vilmund Jacobsen
Hvør veiða hevur sína
søgu. Summar eru langar,
aðrar stuttar. Sumt eydnast,
annað miseydnast. Rækju-
veiðan hevur sína søgu, og
svartkjaftaveiðan
sína.
Soleiðis er tað nú einaferð í
fiskivinnuni.
Ein av teimum nýggjaru
søgunum, er søgan um
garnaveiðina eftir havtasku
og svartkalva.
Upprunin til havtasku-
veiðina við gørnum, var ein
spanskur garnabátur og
veiðitjóvur, sum ólógliga
setti gørn á føroyskum
sjóøki.
Hetta gav føroyskum
fiskimonnum
nakað
at
hugsa um, og stutt eftir fóru
føroysk skip at veiða
havtasku og svartkalva við
gørnum.
Hetta var í ringastu
kreppuárum í føroyskari
fiskivinnusøgu.
Trúðu uppá
garnaveiðina
- Tá ið vit byrjaðu at fiska
havtasku við gørnum fyri
10
árum
síðan,
vóru
vánaligar tíðir í Føroyum.
Vit fingu ongan stuðul til
hesar royndir, men trúðu
uppá, at hetta var ein
møguleiki. Vit fóru til
verka, og tað eydnaðist.
Manbjørn Solmunde og
Viberg Sørensen vóru teir,
sum skóru ígjøgnum og
byrjaðu at fiska havtasku
við gørnum, seinni eisini
svartkalva.
- Fyri umleið 10 árum
síðan, tá ið at kalla øll
fiskivinnan lá í andaleypi,
og arbeiðsloysi á landi var
stórt, var nógv frammi um
alternativar
veiðimøgu-
leikar. Í dag er næstan tøgn
um alternativar møguleikar.
Manbjørn heldur, at vit
áttu at gjørt meira við
ótraditionella
veiði
og
leitað upp nýggjar leiðir í
góðum tíðum, tá ið ráðini
eru betur.
- Men líkt er ikki til, at
nakað av týdningi verður
gjørt, fyrr enn neyðin noyð-
ir okkum at gera tað.
Skiparin heldur, at garna-
veiðan eftir havtasku skuldi
verið kvoterað, soleiðis at
skipini kundu fiskað eitt
ávíst tonsatal í part.
- Tað hevði kanska ført
til, at menn fóru at royna
nýggjar vinnur og nýggjar
møguleikar, sigur Man-
bjørn Solmunde.
Fiskiroyndir
í góðum
tíðum
- Fyri umleið 10 árum síðan, tá ið at kalla øll fiskivinnan lá í
andaleypi, og arbeiðsloysi á landi var stórt, var nógv frammi
um alternativar veiðimøguleikar. Í dag hoyrist lítið og einki,
sigur Manbjørn Solmunde, skipari á Ólavi Hvíta.
Tað vóru Viberg Sørensen (mynd) og Manbjørn, sum
byrjaðu at fiska havtasku við gørnum undir Føroyum
C
M
Y
K
9
– Frá at hava havt
eina fiskivinnu við
politiskari smáluta-
stýring og almennum
stuðli, hava vit í dag
eina vinnu, sum er
betri rikin enn í
grannalondunum.
Fiskivinnan virkar
frítt undir fastløgdum
karmum, og vit hava
eina vinnu, sum ber
seg, og sum er før fyri
at endurnýggja seg,
sigur Jørgen Niclasen
FISKIVINNA
Vilmund Jacobsen
Sunn vinna – sunt sam-
felag.
Hetta er eitt av slagorð-
unum hjá fiskimálaráð-
harranum, og sum gongdin
hevur verið seinastu árini,
er føroyska fiskivinnan
vorðin ógvuliga sunn.
Tað er eisini staðfest, at
okkara fiskivinna er betur
rikin samanborið við hana í
grannalondunum, og hóast
hetta fyrst og fremst er
dugnaligu føroysku vinnu-
lívsmonnunum at takka, er
einki at ivast í, at løgdu
karmarnir hava havt ein
týðandi leiklut í hesum.
– Føstu og tryggu karm-
arnir gera, at okkara vinnu-
lívsmenn sleppa at "folda
seg út". Vit hava avtikið
planbúskapin, har politik-
arar sluppu at avgera alt
niður í smálutir. Vit hava
avtikið smálutastýringina,
sigur Jørgen Niclasen.
Seinastu árini eru vit
farin frá skipanini, har skip,
virkir og sølulið vóru
samantvinnað
vertikialt.
Vantandi kappingin gjørdi,
at vinnan hevði eitt sera
vánaligt úrslit. Men hendan
samanbindingin varð slitin
sundur.
– Uppboðssøla varð sett á
stovn, so fría kappingin
avgjørdi, hvør stóð seg, og
hvør
ikki
megnaði
at
yvirliva. Sølufyritøkurnar
sleppa ikki longur at selja
fiskin, uttan at tær fáa besta
prísin fyri vøruna. Virkir
sleppa ikki at keypa, uttan
at gjalda besta prísin fyri
iskin. Skipini eru avmarkað
og noyðast við góðsku sum
vørumerki at selja har, ið
mest fæst fyri fiskin, sigur
Jørgen Niclasen.
Endurnýggjan
Fiskimálaráðharrin vísir á,
at hóast nøgdin á Føroya-
grunnunum í meðal er
100.000 tons um árið,
hevur
útflutningsvirðið
ongantíð verið nær námind
tí, tað er í dag.
– Sjálvt um almenni
stuðulin er burtur, eru úr-
slitini hjá vinnuni fyri-
myndarlig, sigur Jørgen
Niclasen.
Hann vísir á, at málið,
sum hendan samgongan
setti sær, var ein stuðulsfrí
vinna, sum sjálv megnaði
at endurnýggja seg.
– Stuðulin er burtur;
fyritøkurnar geva yvirskot
og endurnýggjan fer fram á
øllum økjum, sigur fiski-
málaráðharrin.
Størsta talið av nýggjum
førum
er
í
bólkinum
útróðrarbátar. Í línuflot-
anum eru nýggjari skip.
Lemmatrolararnir eru vorð-
nir nýggjari. Somuleiðis
hjá
partrolarunum,
har
nýggir eru í gerð. Hjá
trolbátunum eru heilir 4 í
sáttmála, ein nýggjur flaka-
trolari er komin, og hóast
rækjuflotin er í svárari
støðu í løtuni, er eisini
endurnýggjan farin fram í tí
skipabólkinum.
Hetta kemst alt av, at
smálutastýringin er burtur,
og vinnan sleppur at virka
frítt
undir
fastløgdum
karmum.
– Vinnan má tola at klára
seg uttan almennan stuðul.
Vit onnur mugu tola, at
vinnan missir, men so
sanniliga eisini vinnur pen-
ing, sigur Jørgen Niclasen.
Varsemi
Vinnan klárar seg rættiliga
væl, og orsøkirnar til hetta
eru
í
høvuðsheitinum
tríggjar.
–
Umsetiligheitin
er
størri, kapping er um fisk-
in, og kanska mest umráð-
andi er, at partafelags-
skatturin er lækkaður, sigur
Jørgen Niclasen.
Hvat sigur so landsstýris-
maðurin í fiskivinnumálum
um,
at
vinnan,
hann
umsitur, stendur seg so væl,
sum hann heldur, at hon
ger.
– Eg eri ovurerrin av
úrslitunum. Fiskivinnan er -
samanborið við aðrar vinn-
ur - betur rikin. Og hóast vit
ynskja endurnýggjan, er
vinnan varin og leggur
pening til síðis. Tað er
umráðandi í einum fíggj-
arligum
sumri
at
fáa
hoyggið inn, áðrenn heystið
kemur,
sigur
Jørgen
Niclasen.
Men hóast tað stendur
væl til í føroysku fiski-
vinnuni í løtuni, er um-
ráðandi ikki at vera alt ov
bjartskygdur kortini.
– Eg havi fyrr endurtikið
aðrar, sum hava sagt, at
trøini vaksa ikki inn í
himmalin. Tað standi eg
fast
við.
Framgongdin
hevur verið øgilig seinnu
árini, men nú eru tekin um,
at hendan framgongdin ikki
verður eins stór framyvir.
Eingin vandi er á ferð, men
vit mugu vera varin, tí vit
mugu ikki rokna við, at
vøksturin fer at halda fram
ótarnaður, ávarar Jørgen
Niclasen.
Við tí ovurstóra búskap-
arvøkstri, vit hava havt
seinnu árini, hava bæði
vinnan
og
landskassin
konsoliderað seg.
– Gongdin er sunn og
røtt, men nú fiskaprísirnir
ikki
eru
uppgangandi
longur, mugu vit ansa eftir
ikki at loypa framav. Men,
sum vinnan er rikin, eri eg
bjartskygdur um framtíð-
ina, sigur Jørgen Niclasen,
fiskimálaráðharri.
Jørgen Niclasen, fiskimálaráðharri:
– Eg eri ovurerrin av føroysku fiskivinnuni
- Tað er umráðandi í einum
fíggjarligum sumri at fáa
hoyggið inn, áðrenn heystið
kemur, sigur Jørgen Niclasen,
fiskimálaráðharri
8
Føroya Fiskavirking
Vestara Bryggja
P.O. Box 3183
110 Tórshavn
Tel: 35 55 55
Tel: 35 55 50
www.united.fo
FØROYA FISKAVIRKING
Tvøroyri
Toftir
Miðvágur
Tórshavn
Vestmanna
Runavík
Framleiðarin av
einum stórum
úrvali av fiskaúrdráttum
Føroya Fiskavirking virkar fyri at framleiða og selja eitt
stórt úrval av fiskaúrdráttum. Føroya Fiskavirking er størsti
framleiðari av fiskavørum í Føroyum og keypa vit uml.
35% av øllum fiskinum, ið verður landaður í Føroyum frá
føroyskum og útlendskum bátum.
Føroyar liggja mitt í kalda og reina Norðuratlantshavinum,
og hetta hevur við sær, at møguleikin at fáa fríska og
góða rávøru er í hásæti.