Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-03-13, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 13. mars 2002síða 13

‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 • Nr. 50 - 13. mars 2002 Nr. 50 - 13. mars 2002 • 11 Hóast bert 23 ára gamlir, hava teir verið meira enn 30 túrar við verksmiðjutrol- aranum, Akrabergi. Tá ið teir eru heima ein ella tveir túrar um árið, rógva teir út. Og onkuntíð hava teir loyst av við øðrum skipum, meðan teir hava "bíðað" eftir Akrabergi Vilmund Jacobsen Teir eita Regin og Rúni í Hjøllum, búgva í Saltnesi. Foreldrini eru Magnus, sum er ættaður av Toftum og Annie, sum er ættað úr Fámjin. - Læknarnir søgdu, at vit vóru eineggjaðir, tá ið vit vóru føddir. Men vit ivast, og tað kann vera líkamikið. Vit eru hvørki betur ella verri fyri tann skuld. Rúni er hægri á vøkstri enn Regin. Kanska er Regin meira breiðvaksin. Teir líkjast, men tað er lætt at kenna teir at, tá ið tú sært báðar samstundis. Regin hevur í hvussu er ongan ring í vinstra oyra; tað hevur Rúni! - Onkur tekur feil, tá ið tey síggja okkum hvør sær, men yvirhøvur kenna fólk okkum at. Saltvatn í blóðinum Áhugin fyri sjólívinum er tann sami hjá báðum. Sjógvurin hevur verið og er teirra lív. Pápin hevur altíð havt bát saman við hinum brøðrunum, og tíðliga sluppu teir við til útróðrar. - Okkum dámdi sera væl at vera á floti, og oftast var tað við línu. Regin sigur, at hann føldi ongantíð nakað til sjóverk, men tað gjørdi Rúni í ólukkumát. - Eg var hálvdeyður av sjóverki. Komu vit eystur á Eystnes, var galið, sigur hann. Tá ið teir vóru lidnir við 10. flokk, fóru báðir við línubátinum, Skørini. Hetta var í august 1995. Tá ið Rúni hevði verið umborð einar tveir túrar, slapp hann av við sjóverkin, og tað var ein veldugur lætti hjá honum. - Vit hava fylgst alla tíðina. Báðir søktu vit um kjans við Akrabergi, áðrenn vit vóru lidnir við 10. flokk. Rúni slapp umborð á Akraberg fyri ársskiftið 1995, Regin í februar árið eftir. - Sostatt var eg eitt sindur longri við Skørini enn Rúni, sigur Regin. Í tríggjar mánaðir hevur Akraberg verið í Íslandi, har verksmiðjan er sand- blást og málað. Blóðgi- pavnar, bond og annað er skift. - Eg taldi, hvussu nógvar túrar eg hevði verið við Akrabergi, tá ið vit komu aftur fyri jól. Talið var 31. Rúni hevur verið einar 2-3 túrar fleiri enn eg, sigur Regin. - Vit hava nú verið við Akrabergi í seks ár, og vit trívast sera væl. Nógv ungt fólk er umborð, og tað passar okkum væl. Vit eru heima ein ella tveir túrar um árið, serliga um summarið og onkuntíð undan jólum, siga teir báðir. Skiparar á Akrabergi eru klaksvíkingurin, Eyðun á Bergi og Høgni Hansen, sum eisini er klaksvíkingur, men giftur til Oyndar- fjarðar. - Eyðun á Bergi var á brúnni, tá ið vit komu umborð, so honum hava vit verið longst saman við. Annars plaga skipararnir at skiftast at vera umborð einar tveir mánaðir í senn. Regin og Rúni siga, at túrarnir eystanfyri plaga at vara einar tveir mánaðir, og kongafiskatúrarnir úr trim- um vikum uppí ein mánaða. - Men kongafiskurin verður altíð landaður í Íslandi, og vit plaga at steðga inni har yviri einar 40 tímar. Skifta vit fólk, verður flogið heim og aðrir menn koma yvir. Vit hava sum so onga fasta skipan við frítíð, men avgera sjálvir, nær vit taka frí. Teir flestu eru við allar túrarnar eystanfyri, tí teir túrarnir roynast betur, siga tví- burðarnir. Toskur og kongafiskur - Vit fiska tosk í Barents- havinum frá september til apríl, og restina av árinum fiska vit kongafisk í altjóða sjógvi í Irmingarhavinum og í grønlendskum sjógvi. 32 mans eru við, tá ið vit fiska tosk og 28, tá ið vit fiska kongafisk. Teir siga, at fiskiskapurin eftir kongafiski í Irming- arhavinum byrjar vanliga um hálvan apríl, og í juli plaga teir at fara í grøn- lendskan sjógv; tá fæst lítið og einki í altjóða sjógvi. - Hetta eru tveir ymiskir stovnar, tí fiskurin í altjóða sjógvi er nógv størri enn fiskurin í grønlendskum sjógvi. Í báðum førum verður fiskurin arbeiddur á sama hátt; hann verður skráskorin, t.v.s. avhøvd- aður, skildur og frystur í eskjur. Men hvat dámar tvíburð- unum so betur; at fiska tosk ella kongafisk? - Tá ið vit hava roynt leingi eystanfyri, dámar okkum væl at sleppa á Tvíburar føddir við saltvatni í blóðinum Tvíburðarnir, Regin og Rúni, frammanfyri útróðrarbátinum, teir eiga saman við pápanum, Magnusi Akraberg gjørdist besti trolarin í Irmingarhavinum síðsta ár. Skipið hevur verið í Íslandi í tríggjar mánaðir, har verksmiðjan er sandblást og málað, og blóðgipavnar og bond eru skift. Farið verður avstað aftur miðskeiðis í hesi vikuni C M Y K 11 kongafiskaveiði aftur - og øvut. Tað er ein avveksl- ingur at skifta, tí tað kann tykjast eitt sindur keðiligt at vera á somu veiði alt ov leingi í senn. Regin og Rúni siga, at flakatúrarnir vanliga geva meira í peningi, men kongafiskurin gevur eisini væl, og seinastu árini er prísurin á kongafiski vorð- in betri og betri. - Akraberg var bestur í Irmingarhavinum í fjør av einum hópi av skipum. Inntøkan hevur verið góð øll árini, og seinasta ár var tað besta hjá Akrabergi; so vit kunnu ikki vera annað enn nøgdir. Nógvir ungir dreingir vilja sleppa við, men tað er ikki so lætt, tí fáir fara í land. Rúni er við sum dekkari, og Regin loysir eisini av á dekkinum viðhvørt. - Men vanliga deks- arbeiði tekur ikki so langa tíð, so meginpartin av tíðini arbeiða vit báðir á verk- smiðjuni. Tá ið Rúni varð biðin um at koma upp á dekkið, visti hann lítið og einki um trol. - Eg dugdi slett ikki at bøta, men har vóru góðir menn, sum hjálptu mær í gongd, og nú gongur væl. Regin hevur eisini lært nakað um trol, meðan hann hevur loyst av á dekkinum. - Á kongafiskaveiði er eingin skræðing, tí vit fiska uppi í sjónum. Onkur meskur fer, tí hetta er tungur reiðskapur, men tað er einki at tosa um. Í Barentshavinum er eisini lítil skræðing, so tað fer ikki nógv tíð til bøtingar, siga teir báðir. Nøkur ár herfyri var ógvuliga lítið at fáa í Barentshavinum, og fisk- urin var smáur, men nú er fiskiskapurin eystanfyri góður. Eingin skúli, bara sigling Onkur spyr tvíburðarnar, um teir ikki ætla sær á skiparaskúla, men hvørgin teirra hevur nakrar ætlanir í so máta - ikki fyribils í hvussu er. - Tað er ikki tað fyrsta, vit hugsa um, og tað verður so ikki nú, siga teir báðir við ein munn. Rúni tímdi ikki serliga væl at ganga í skúla, og tað gjørdi Regin heldur ikki. Tað var sjógvurin, sum dró, og sjógvurin hevur verið teirra lív, síðan teir fóru úr 10. flokki. Hóast teir hava verið lítið heima hesi seks árini, teir hava verið við Akrabergi, hava teir enntá eisini loyst av við øðrum skipum, meðan teir hava "bíðað" eftir skipinum. - Ta einu ferðina, eg var heima, spurdi skiparin á Mascot meg, um eg vildi koma við teimum sum avloysari ein túr. Eg fór. Afturkomin var eg eina viku heima og fór so umborð á Jón Sigurðsson, sigur Regin. Rúni hevur eisini verið við Jón Sigurðssyni, meðan hann hevur verið heima. - Vit eru nógv á floti, meðan vit eru heima. Sam- an við pápanum eiga vit ein glastrevjabát, ein Starlet 29. Nú Akraberg hevur verið í Íslandi síðan í desember, hava vit verið nakrar túrar við línu og onkran við snellu. Vit seta millum 10 og 20 stampar, og fiskiskapurin hevur verið hampiliga góður; vit hava havt úr 100 uppí eini 300 pund á línuna, og tað er tað sama, sum aðrir hava fingið. Pápin, Magnus, arbeiðir hjá MBM-Kjøt í Hósvík, og hann er eisini á floti, tá ið høvið býðst. - Liggur tað fyri, eru vit tríggir saman. Annars hava vit gjørt fleiri túrar einsa- mallir, siga tvíburðarnir. Faðir og synir leiga ein egningarskúr frá kommun- uni, og har hava teir egið frystarí, sum tekur slakar 60 stampar umframt agn. Avstað aftur Vit spurdu at enda tví- burðarnar, hvat familjan sigur um, at teir eru so nógvir burtur - og eru so nógv í útróðrarbátinum, tá ið teir eru heima. - Tey vita, at hetta er ar- beiði hjá okkum. Tað er hetta, vit hava valt. Sjógv- urin er okkara lívi, siga Regin og Rúni í Hjøllum. Væntandi kom Akraberg úr Íslandi mánadagin, og ætlanin er at fara avstað aftur miðskeiðis í hesi vikuni. Regin umborð á Akrabergi. Hann loysir eisini av á dekkinum Rúni fylgir við, hvat fer í lastina. Hann er dekkari, men allir arbeiða á verksmiðjuni, tá ið deksarbeiði er liðugt 10