Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-03-13, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 13. mars 2002síða 18

‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 • Nr. 50 - 13. mars 2002 Nr. 50 - 13. mars 2002 • 21 SKIPSSOSIALURIN At hoyra ella lesa tíðindi er so at siga hvør mans áhugi. Við at fylgja við í tí, sum fyriferst aðrastaðni enn júst har vit sjálvi eru, upp- byggja vit eitt vitanar- grundarlag, ið vit hava til felags við onnur fólk. Eitt felags vitanargrundarlag er ein fortreyt fyri at vit yvir- høvur kunnu samskifta við hvønn annan og skilja støðurnar hjá hvørjum øð- rum. Fyri tað mesta er hendan vitanin, sum vit hava til felags, grundfest í okkara uppaling og lívsroyndum heilt frá barnsbeini av. Men forvitin, sum vit eru, leita vit okkum framhaldandi nýggja vitan, og í dagliga samskiftinum millum fólk er tað ofta tann nýggja felagsvitanin, ið verður havd og lofti og er kjak- evni. Men hevur tú eitt nú ikki sæð nýggjastu úrslitini úr 1.deild, so kanst tú ikki vera við í kjakinum um hvørji lið kláraðu seg væl í vikuskiftinum, fyrr enn tú, til dømis við at spyrja onk- ran, hevur ognað tær vitan um hvør vann og hvussu nógv. Prát og vitan Við at lesa bløðini og hoyra útvarp fáa fólk atgongd til somu kunning sum hini. Dagin eftir at eitt nógv lisið blað er komið út í Føroyum, eru evnini, sum kunnað hevur verið um í blaðnum, kjakevni í kaffistovum, á arbeiðsplássum og nógva aðrastaðni, har fleiri fólk eru saman. Við at lesa blað- ið hava tey fingið eitt felags vitananargrundarlag, sum ger tað møguligt fyri tey at samskifta um eitt ávíst evni. Hevur onkur ikki lisið blaðið, er skjótt at hesin fellur uttanfyri í prátinum, til prátið aftur verður vent inn á okkurt annað evni, har hesin hevur vitan- argrundarlagið til felags við hini. Sjófólk hava brúk fyri tíðindum Tá fólk eru aðrastaðni enn heima, eitt nú og ferðast ella í útlegd uttan fyri heimstaðið, hava tey ofta stóran áhuga í at frætta hvat hendir heima - at ogna sær somu vitan sum hini har heima fyri soleiðis at kunna luttaka í tosinum, tá tey venda aftur. Sjófólk røkja sítt arbeiði langt heimani frá. Serliga tey, ið sigla við langfara- skipum, liva stóran part av lívinum burtur frá heim- landinum, heimbygdini og heiminum. Føroysk sjófólk hava ikki atgongd til somu kunning sum føroyingar á landi, og tí er skjótt at fella uttan fyri prátð hjá teimum har heima. At hoyra útlend- sk tíðindi hjálpir ikki nógv, tí hesi nevna ikki, hvat hendir í Føroyum. Skipssosialurin Tí er tað at fáa føroysk bløð ella hoyra føroyska útvarp- ið umborð altíð kærkomið hjá langfarasjófólki. Fyrr fingu skipini ein tíðinda- samandrátt sendan umborð einaferð um vikuna, men nú hava sjófólkini fingið ein nógv betri møguleika at dagføra seg. Eins og føroyskir útisetar um allan heim í nøkur ár nú hava kunnað fylgt væl við í hvat hendir heima í Føroy- um við at lesa bløð ígjøg- num internetið, hava sjó- fólk við Skipssosialinum nú fingið høvið at lesa fesk føroysk tíðindi fimm ferðir um vikuna. At manningin umborð á einum skipi fær lut í somu kunning sum øll onnur, ið dagliga lesa Sosialin, ger tað møguligt hjá teimum umborð at práta um tað, sum hendir heima og so- leiðis kanska í størri mun kenna seg vera partur í tí, sum hendir á landi. Skipssosialurin er eitt til- boð til øll skip, ið hava møguleika fyri at koma í samband við internetið. Hvørt gerandiskvøld verð- ur dagsins Sosialur sendur út í einari serligari teldu- tøkari útgávu, ið er skjót at heinta niður ígjøgnum fjar- skiftisskipanina á skipu- num. Við í Skipssosialinum eru allar greinarnar úr van- liga Sosialinum, meðan lýsingar, myndir og annað er sorterað frá. Eftir eina royndartíð har barnasjúkur eru funnar og rættaðar aftur, er Skips- sosialurin nú komin í eina fasta legu, og hann roynist væl. At dagføra seg sjálvan Tað er umráðandi fyri samskiftið millum fólk, at tey hava eitt felags vitanargrundarlag. At dagføra seg sjálvan við at lesa ella hoyra tíðindi fremur møguleikan fyri práti og kjaki millum fólk. Við nýggja Skipssosialinun er nú eisini møguleiki hjá føroyskum sjófólki at fylgja við í dagliga tíðindastreyminum og dagføra seg hóast staddir langt heimanifrá C M Y K 21 Tað er føroyska KT-fyritøk- an Dynamic Papers, ið hev- ur gjørt telduskipanina handan Skipssosialin, og sum tekur sær av øllum tí tekniska viðvíkjandi rakstrinum av skipanini. –Vit senda Skipssosialin út á tríggjar ymsar hættir alt eftir, hvussu postskipan- irnar á teimum ymsu skipu- num eru háttaðar, og hvussu skjótt fjarskiftis- samband tey hava. So at siga hvørt reiðarí hevur hvør sína serstøku skipan og tí hava onkrir byrjunar- trupulleikar verið. Men teimum hava vit lært av og nú koyrir skipanin væl, sig- ur Jens Pauli Rasmussen á Dynamic Papers. Dýrt at vera á netinum Orsøkin til at skipini ikki kunnu lesa tann vanliga internetsosialin er, at fjar- skiftissambandið umborð á skipum er seint, og tá tað kostar 20 krónur um minut- tin hjá skipunum at vera á netinum, kann tað lætt gerast ein ógvuliga dýr søga at lesa internetsosial- in. –Skipssosialurin inni- heldur hvørki myndir ella grafik og er pakkaður so væl sum tilber. Tí kann hann uttan trupulleikar heintast ígjøgnum teldu- postskipanirnar umborð á skipunum eftir stuttari løtu, sigur Jens Pauli Rasmus- sen. Hálvthundrað skip Av tí at flestu teldupost- skipanirnar umborð á skip- um hava eitt mark fyri hvussu stórt hvørt teldu- bræv má vera, verður Skipssosialurin sendur út í trimum bitum, sum so fara saman í ein samlaðan fil, tá teir verða tiknir niður á telduna. Jens Pauli Rasmussen sigur, at í løtuni fáa eini 50 skip Skipssosialin send- andi. Talan er fyri tað mesta um langfaraskip. KT-fyritøkan: Skipssosialurin kann heintast skjótt og lætt Tróndur Jøkladal er 1. stýrimaður umborð á Else Mærsk, sum, tá vit fáa samband við Trónda, er stødd í suðurkinverska havinum. Hann hevur fingið Skipssosialin send- andi síðan fyrst í hesum árinum. Aðrir føroyingar eru eis- ini umborð á skipinum, og tí leggur Tróndur Skips- Sosialin á interna netið umborð til hinar at lesa, og onkuntíð seta tíðindini heimanifrá sín dám á prát- ið umborð. Føroyski 1. stýrimaður- in er sum heild nøgdur við tænastuna, men kundi hugsa sær at havt møgu- leikan at valt út hvørji tíð- indir komu sendandi, tí SkipsSosialurin inniheld- ur sum er meira enn nóg mikið av tíðindum til hansara tørv. –Tað hevði verið gott um man kundi valt hvat slag av tíðindum man fekk sendandi. Sum er, er SkipsSosialurin heldur langur eftir mínum tørvi, serliga tá man ikki leggur í ítróttartíðindini til dømis, sigur Tróndur Jøkladal 1. stýrimaður umborð á Else Mærsk og leggur afturat. –Veðurtíðindini úr Før- oyum hava jú heldur ikki altíð so nógvan áhuga tá man er staddur hinumegin knøttin. Maskinstjóri umborð á Nærabergi: Skjótt at vera afturúrsigldur uttan tíðindi Umborð á svartkjaftatrol- aranum Nærabergi hava tey fingið Skipssosialin sendandi síðan byrjanina av hesum árinum, og skip- anin hevur roynst væl. Á Nærabergi hava tey eina interna teldunetskip- an umborð, og tá Skips- sosialurin verður móttikin, verður hann lagdur á internu skipanina, so hann kann røkkast frá øllum teldum á skipinum. Jóhan Petur Abraham- sen er maskinstjóri um- borð á Nærabergi. Hesi seinastu 26 árini hevur hann verið í langfarasigl- ing og hevur tí upplivað menningina í tíðindaflutn- inginum til sjófólk. Hann metir tað vera sera týdn- ingarmikið at fáa aktuel tíðindi sendandi á lang- faratúrum. –Eitt stórt frammstig var tá ið Føroya Banka tíð- indini komu eina ferð um vikuna, men so var tað vekk. Útvarpstíðindini vóru so ein erstatningur. Hesi komu eisuni einaferð um vikuna, men tey fáa vit heldur ikki meira. So fyri okkum í hesi sigling, er Skipssosialurin ett stig nærri at vera heima, tí tá ið tú ikki sær bløðini fyrr enn tveir mánaðir eftir, at tey eru útkomin, kennir tú teg nokkso nógv afturút- sigldan. Við at frætta tíð- indi dagliga merkja vit, at vit eru ein partur av tí før- oyska samfelagnum, tað er ikki altíð vit hava følt tað í eins stóran mun, sigur Jóhan Petur Abrahamsen, maskinstjóri á Nærabergi. Jens Pauli Rasmussen sendir dagliga SkipsSosialin út til sjómenninar Mynd: Jens Kristian Vang Skipssosialurin er sendur umborð á Vesturvón fimm ferðir um vikuna síðan síðst í november mánaði í fjør, uttan stórvegis tekn- iskar truðulleikar. Áhugin millum mann- ingina fyri at lesa teldu- tøka blaðið er stórur, og so at siga allir hyggja í hvørt einasta blað. Tá Skipssosialurin kem- ur inn á teldupostkassan umborð á Vesturvón, verð- ur hann printaður út í tveimum eintøkum. Eitt eintak liggur so frammi á brúnni til teir vakthavandi, og eitt eintak verður lagt í messuna til hinar av manningini. Harumframt ber eisini til at lesa blaðið á interna netinum umborð. Óli Christiansen er teknikari umborð á Vest- urvón. Hann upplivir at tað ávirkar prátið umborð, tá manningin hevur lisið okkurt áhugavert í blað- num, serliga tá teir ikki hoyra útvarpið. –Tá vit eru staddir í norskum sjógvi, hoyrist útvarpið so gott sum alla- tíðina. Tí er meira áhuga- vert at fáa Skipssosialin tá vit eru eystarlaga á Ba- rentshavinum ella í Vest- urgrønlandi, har útvarpið ikki hoyrist, sigur Óli Christiansen. Skipssosialurin inni- heldur kunngerðir, men ikki lýsingartorgið. Hetta sakna fleiri umborð. –Kunngerðir um fundir og møtir og annað, sum vit allíkavæl ikki sleppa til, eru ikki altíð so áhuga- verdar, men fleiri sakna sølu- og keypslýsingarnar um bilar og bátar og tílikt. Tí um okkurt har hevur teirra áhuga, kunnu teir altíð fáa onkran har heima at taka sær av tí, sigur Óli Christiansen, teknikari umborð á Vesturvón. Tekninkari umborð á Vesturvón: Sakna lýsingartorgið Stýrimaður umborð á farmaskipi: Meira enn nóg mikið av tíðindum Næraberg er eitt av skipunum, sum móttaka SkipsSosialin 20