mikudagur 13. mars 2002síða 24
‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
32 • Nr. 50 - 13. mars 2002
Nr. 50 - 13. mars 2002 • 33
Samstundis, sum P/F
Snodd nú fer at økja
um sítt virksemi, fer
felagið eisini at bjóða
virkisorkuna, sum er
til avlops, út til aðrar,
sum hava áhuga fyri
at nýta ta tænastu,
sum P/F Snodd kann
veita. - Sum er, hava
vit nøkur fólk í
arbeiði í leigaðum
hølum á Glyvrum,
men nú hava vit so
brúk fyri einum 10-15
fólkum aftrat, sigur
Jóhannus M. Olsen,
stjóri
FISKIVINNA
Vilmund Jacobsen
Síðsta hósdag vísti stjórin
hjá P/F Snodd, Jóhannus
M.
Olsen,
Sosialinum
nýggja og snotuliga virkið,
sum felagið hevur bygt á
ídnaðarøkinum norðanfyri
Toftagjógv.
Bygningurin
er
900
fermetrar til støddar, harav
sjálv
virkishøllin
er
700fermetrar. Í teimum
seinastu 200 fermetrunum í
vestara enda, er gólv lagt í,
so her eru tvær hæddir, sum
eru 200 fermetrar hvør.
Skrivstovur, matarhøli,
skiftirúm, wc og brúsurúm
eru rúmlig, og gott útsýni
er úr vindeygunum suður-
eftir og vestureftir.
At síggja til, er bygning-
urin gjørdur úr góðum
tilfari, og í vestara enda er
betong gólv millum hædd-
irnar.
Fuglø Arkitektar hava
teknað bygningin, og tað er
Haldur
Vang,
timbur-
meistari, sum hevur staðið
fyri
byggiarbeiðinum.
Aftrat sær hevur hann havt
aðrar veitarar, eitt nú til el,
hita, sanitet og máling.
Jóhannus Olsen, sum er
stjóri hjá P/F Snodd, sigur,
at tað er ein tíð síðan, at
henda byggiætlan var í
stoypiskeiðini; tá høvdu
teir ymiskar tekningar á
borðinum, og nú stendur
bygningurin at kalla lið-
ugur. Bert okkurt smávegis
er eftir at gera.
Stólar og borð eru komin
til kantinuna.
Skilji-og pakkilinja
P/F Snodd hevur í fleiri ár
keypt feskan fisk, sum
verður pakkaður og sendur
av
landinum.
Felagið
byrjaði í Turkihúsinum í
Oyrunum, men í eitt gott ár
hevur felagið húsast í
leigaðum hølum á Bakka á
Glyvrum.
Tá ið Sosialurin hugdi
fram við seinasta hósdag,
stóðu nøkur kør við fiski
inni á gólvinum. Her vóru
fleiri sløg av fiski, eitt nú
hýsa, toskur, havtaska og
Nýtt fiskavirki letur upp á Toftum
Jóhannus Olsen undir
skeltinum, sum hongur á
nýggja virkisbygninginum
hjá P/F Snodd
Bygningurin, sum P/F Snodd
hevur bygt á Toftum, er 900
fermetrar stórur. Vestasti
parturin er í tveimum
hæddum
C
M
Y
K
33
tunga.
Jóhannus sigur, at felagið
keypir
at
kalla
øll
fiskasløg, men higartil
hava teir ikki gjørt so nógv
við upsan.
- Men nú nýggja virkið
kemur
ígongd,
og
kapasiteturin verður nógv
størri, fara vit eisini at
skilja og pakka upsa, sigur
hann.
Nýggja virkið á Toftum
er útgjørt við eini stórari
skilji-og pakkilinju, sum
kenda
og
framkomna
fyritøkan, Marel í Íslandi,
hevur gjørt. Formula fo.
umboðar Marel í Føroyum,
og saman við einum ís-
lendingi, vóru teir á Toft-
um, tá ið linjan varð sett
upp.
Tænastustøð
Herfyri lýsti P/F Snodd
eftir fólki at arbeiða á
virkinum.
- Sum er, hava vit nøkur
fólk í arbeiði, og vit hava
brúk fyri 10-15 fólkum
aftrat, bæði kvinnum og
monnum. Fleiri hava ringt
og spurt seg fyri um ar-
beiði, sigur stjórin.
Tilsamans fara eini 20
fólk at starvast hjá P/F
Snodd.
Jóhannus sigur, at kapa-
siteturin at skilja og pakka
fisk nú verður so stórur, at
teir fara at veita tænastu til
aðrar, sum vilja samstarva
um teir møguleikar, sum
felagið nú hevur útvegað
sær so tætt uppat Fiska-
marknaði Føroya.
- Vit fara at halda fram at
keypa fisk sum higartil, og
væntast kann, at nøgdirnar
verða størri, enn tær hava
verið, men vit koma neyvan
nakrantíð einsamallir at
gera nýtslu av øllum kapa-
sitetinum,
sum
virkið
hevur.
- Tí fara vit at bjóða
okkum fram til samstarv
við aðrar, sum keypa fesk-
an fisk, sum verður skildur
og pakkaður eftir ynskj-
unum hjá hvørjum kunda
sær, sigur Jóhannus og
leggur aftrat, at P/F Snodd
fer at veita sínum við-
skiftafólki eina so góða
tænastu sum gjørligt.
Ógvuliga spentur
Spurdur, um hann gleðir
seg til nýggju hølini og
nýggju
møguleikarnar,
sigur stjórin
- Ja, hetta verður sera
spennandi, eingin ivi um
tað.
Jóhannus
sigur,
at
íslendska skilji-og pakki-
linjan er royndarkoyrd,
bæði í Føroyum og Íslandi,
og linjan virkar væl.
- Vit eru væl nøgdir við
tað, vit hava sæð, sigur
stjórin.
Virkisleiðari
hjá
P/F
Snodd er Dánjal Hansen av
Glyvrum, og Páll Sol-
munde úr Søldarfirði er
arbeiðsformaður.
Felagið sendir megin-
partin av fiskinum niður á
fiskamarknaðin, Fish Gate
í Hull, har beiggi Jóhannus,
Jens Christian Olsen, er
stjóri.
- Fiskurin fer ísaður og
pakkaður
við
teimum
trimum skipafeløgunum,
vit hava, Skipafelag Før-
oya, Eimskip og Smyril
Line. Vit kundu hugsað
okkum, at fráferðirnar vóru
meira skiftandi, soleiðis at
betri møguleikar vóru at
sent fisk av landinum fyrr í
vikuni. Sum er, eru næstan
allar fráferðirnar síðst í
vikuni, sigur Jóhannus
Olsen, stjóri.
Tveir ungir arbeiðsmenn í
fiskakjallaranum á Bakka á
Glyvrum, har P/F Snodd
hevur leigað seg inn seinasta
árið
32
AWI BOATS SERVICE SP/F
AWI BOATS SERVICE SP/F
Umboð fyri
620 Runavík · tlf. 448585 · fax 448785
awi@post.olivant.fo